Vit mugu koma burtur úr hesi støðuni, at lív og heilsa á fólki verða sett í vanda, tá ið verkfall er. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.
Fyri aðru ferð hesar síðstu mánaðirnar, er verkfall her á landi, har boðað verður frá, at lív og heilsa á fólki er í vanda. Fyrru ferð var um ársskiftið, tá ið pedagogar vóru í verkfalli og tá førdi Edvard Heen, stjóri í almannaverkinum, frá, at lív og heilsa á búfólki á stovnum undir almannaverkinum, var í vanda.
Hann førdi fram, at orsøkin var, at Almannaverkið og Pedagogfelagið vóru ósamd um, hvørji undantøk, tað var neyðugt hjá Pedagogfelagnum at geva fyri at tryggja, at eingi av búfólkunum komu í vanda, tí tey ikki fingu tað røkt og ansing, tey kravdu.
Og nú eru ljósmøðurnar so í verkfalli og tær hava gjørt av, at frá klokkan trý, seinnapartin í morgin, leygardagin, verða ongi undantøk givin yvirhøvur, hóast tað ikki er forsvarligt hjá kvinnum ið skulu eiga.
Í hesum sambandi hevur verið ført fram, at vit eiga at hava eina serliga skipan á arbeiðsmarknaðinum, sum skal taka støðu til, hvørji undantøk skulu gevast frá einum verkfalli, tí tað sømir seg rætt og slætt ikki, at líva og heilsa verður sett í vanda.
Eitt nú hevur uppskot verið frammi um, at fakfeløg og arbeiðsgevar velja limir í eina nevnd, ella ráð, sum saman við onkrum óheftum parti, skal taka støðu til, hvørji undantøk skulu gevast frá einum verkfalli. Fleiri fakfeløg hava kortini víst á, at hetta er at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum, og tað fara tey undir ongum umstøðum at góðtaka.
Men Heðin Mortensen heldur ikki, at støðan er nøktandi og tí heldur hann, at tað verður neyðugt at finna eina skipan, har vit fáa greiðar mannagongdir á hesum øki. Hann sigur, at hann er samdur við stjóranum fyri Almannaverkinum í, at tað er neyðugt at finna eina skipan, har tað er eitt óheft ráð av onkrum slagi, sum tekur støðu til, hvørji undantøk skulu verða í einum verkfalli.
Hann ásannar eisini, at hetta er ein spurningur, ið liggur hjá honum sum landsstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum. Og hann sigur, at hetta er eisini ein spurningur, hann arbeiðir við, og sum skal fáast í rættlag.
– Vit mugu sleppa undan eini støðu, sum hesari, og eini støðu, sum vit komu í, tá ið pedagogarnir vóru í verkdalli, sigur Heðin Mortensen. Men hann leggur stóran dent á, at talan má verða um eina skipan, sum ikki ger seg inn á verkfalsrættin hjá fakfeløgunum og tí skal loysnin gerast saman við fakfeløgunum.