Semja
Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa fatur á formanninum í Føroya Reiðarafelag, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, men vit fáa væntandi eina viðmerking frá honum til blaðið mikudagin.
Í samrøðu við Útvarpið um vikuskiftið segði Jákup seg vegna reiðarafelagið ikki vera serliga væl nøgdan við nýggja sáttmálan, men vísti á, at felagið hevði valt at gera semjuna, soleiðis at skipini kunnu sleppa útaftur.
Bæði feløgini fegnast tó um, at leysir endar, sum stóðust av gamla sáttmálanum, nú eru fingnir uppá pláss.
Grundarlagið
Undir samráðingunum, sum verið hava og eisini undir verkfallinum, ið hevur vart síðan, 18. desember, hevur verið tosað um skeivar orðingar og skrivifeilir í gamla sáttmálanum, og tað vóru í høvuðsheitum hesi viðurskifti, sum gjørdu, at torført var at finna eitt samráðingargrundarlag.
Men trætan er nú loyst, og tað munnu báðir partar og samfelagið alt fegnast um.
Skipini kunnu nú fara útaftur, og soleiðis sum veðrið er, gongur neyvan long tíð, til virksemi aftur verður í flakavirkisvinnuni á landi.
Fiskiskapurin hevur verið ógvuliga góður í vetur, og tað hevur kanska havt sína ávirkan á, at partarnir til tjúgund og síðst vístu góðan vilja til at loysa trætuna.