Framsøkin Ung hevði fríggjadagin árliga aðalfundin, og varð hann hildin á Parnassinum í Hotel Hafnia. Kl 17 byrjaði formligi parturin. Á skrá var ársfrágreiðing, virkisætlan, roknskapur var framlagdur og [...] Rasmusen. Næstformaður er Aleksandur L. Olsen. Kassameistari er Guðrun J. Henriksen. Skrivari er Tóra á Løgmansbø Bláhamar. Nevndarlimur er William Bærentsen. Tiltakslimur er Kristianna Tórheðinsdóttir. Formaðurin
til at fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna á Strandferðsluni. Tí verður ársroknskapurin gjørdur og grannskoðaður beinanvegin. Í kjalarvørrinum á vánaligu fíggjarstøðuni á Strandferðsluni bað landsstýrismaðurin [...] og heitir Januar á Vinnumálaráðið um at tryggja, at tað eisini verður gjørt. Afturfyri lovar Januar at leggja ein fullfíggjaðan og grannskoðaðan roknskap hjá Strandferðsluni fyri 2013 á borðið hjá Vinn [...] ivasamt er, um bókaðu viðlíkahaldskostnaðirnir eru rættvísandi. Hetta hóast vit tóku neyðug stig at sanna hesar upplýsingar í samband við okkara gjøgnumgongd. Tað siga statsautoriseraðu grannskoðararnir Heini
og at enda stendur hon kensluliga púra nakin á pallinum. Alla hesa tilgongdina framsetir Gunnvá sera sannførandi og nuanserað – hetta er sjónleikaraavrik á altjóða støð! Ongantíð av pallinum Bárður hevur [...] Barclay Høgenni Hansen, ljóssniðgevi frá Statens Teaterskole í 2002. Hann starvast á Aalborg Teater. Hann hevur kasta ljós á manga konsert í Føroyum seinastu árini. Egil var við til at stovna bólkin TVAZZ [...] Hoydal Sangur: Annika Hoydal Plakat og leikskrá: Heiðrik á Heygum Tøkni: Símun Pauli Hansen Hjálparfólk: Rakul Thomsen & Christa Verður spældur á Tjóðpallinum til og við 4.november.
hann røkti plássið sum høgri bakkur í farna kappingarári. Vit sanna, at hann gjørdi eitt somikið gott arbeiði á hesum plássinum, at hann á ársveitsluni varð kosin árins leikari hjá NSÍ, sigur Andrias Lamhauge
Føroyum, og heita tey tí á fólk um at royna at bera yvir við órógvinum. Men at so nógv skip liggja fyri akker á redini, órógvar eisini á annan hátt. Hetta mátti elfelagið SEV sanna gjáranáttina, tá elkaðalin [...] dinum. Íbúgvar í Havn, og serliga á Argjum hava gjørt vart við, at tey hava órógvað. Eitt nú hava tey órógvað sjónvarpssignalið til argjafólk, sum kemur úr Nólsoy. Á Skipafelagnum Føroyar, sum er umboð [...] elkaðalin til Nólsoynna slitnaði. Á SEV siga teir, at sjókaðalin, ið streymveitir Nólsoynna slitnaði klokkan 3:30 gjáranáttina, og at kaðalin helst hevur fingið skaða av teimum nógvu russaraskipunum í Nólsoyarfirði
har vinarligar verur leika á alskyns ljóðføri. Vindeyguni og hin sermerkti krossurin geva myndunum ein serligan, sjáldsaman dám av fjarleika og nærleika og eru samstundis á tremur við myndligum týdningum [...] Listaframsýning Orð og myndir: Dávur Winther Meir enn 200 fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið til ferniseringina í Gallarí Arleth, har tónleikur var at hoyra fyri allar pengarnar. Frits sang løg, hann [...] sonur Frits, Jóhann og Kristina Joensen systirdóttir konu Frits framførdu: Um eg kundi kvøði; Áh, kundu á tíðarhavið og Summertime. Tey høvdu eisini gjørt eitt sera væl svingandi jazz-lag, ið tey kallaðu ?From
av tíðini. Og veruligur friður fæst ikki aðra staðni enn í grøvini (Peace, perfect peace, sum eg sá á einum gravsteini í Kinsale í Írlandi) ella í kleystri. Tey vilja hava frið, tey sum ikki fara í kleystur [...] í Ítalia. Har hittu vit, ferðalagið, ein danskan munk, ella ein dana, sum var munkur. Tað skiltist á honum, at hann hevði vavt seg út í ymiskt, sum ikki var so heppið ella snilt, heima í Danmark og aðrastaðni [...] himmalskt. Ein sannur gudadrykkur, einglarnir syngja reint og flúgvar uttan at brúka veingirnar, og sanna gleðin skúmar í tulipanskapaða glasinum. Bestu vertshúsini eru tey, har sum tú sleppur at sita í friði
týdningarmikið tað er at lurta eftir hjartanum. Crossroads er nú at fáa á sjónbandi og á DVD. Ace of Base ? Da Capo Ein tann nýggjasta fløgan á fløgumarknaðinum í dag, er fløgan hjá Ace of Bace ? Da Capo. Ikki [...] , Lucy, Kit og Mimi, sum finna saman aftur á einum túri kring USA eftir ikki at hava sæð hvørja aðra í átta ár. Her kemur vinarlag teirra aftur undan kavi. Á einum túri við næstan ongum pengum, men eini [...] heta, berjist Nash fyri at koma aftur. Hann hevur altíð verið stýrdur av hansara leitan eftir tí sanna orginala hugskotinum, og hevur ongantíð mist tann dreymin. Aftaná nógv ár, har hann berjist fyri dreyminum
juli, tá Manchester City og EB/Streymur fara á vøllin, og fara mong City-viðhaldsfólk at seta dám á býin. Í tíðini fram til dystin fer undirritaði at rógva aftur á partar av søguni hjá Manchester City. Tann [...] um. Á einum sinni var Trautmann fangaður av Reyða Herinum, men á undrunnarverdan hátt eydnaðist tað honum at sleppa til rýmingar. Tá herdeildin var tikin aftur av hermótinum, vóru bert 300 mans á lívi [...] at 26 ára gamli høgi og atletiski týskarin dugdi síni ting. Ikki spardur á útivølli Men Trautmann bleiv ikki spardur á útivølli. Á summum leikvøllum var so nógv rópt eftir honum, at hann tíðum misti kon
Nógv fólk vitjaði í Kelduni hetta innvígslu-vikuskiftið. Á ungdómsmøtinum Awake leygarkvøldið vóru fleiri enn túsund fólk komin saman. Tað eru á leið 250 fólk í Kelduni. Hesi havi bygt ein sal, sum tekur [...] ?????? Tað munnu vera fleiri, sum hava koyrt fram við stóra og sjónliga bygningin, ið hava undrast á, hvat tað er fyri bygningur, sum verður bygdur í Skálabotni. Hesin bygningur er ikki ein vanligur bygningur [...] ómøguligt í orðum at lýsa, hvussu vakur og glæsiligur salurin er. Ljóðið, ljósið, liturin og sniðið er á sera høgum støði. Alt er fyrsta floks. Alt ber boð um, at ein vilji hevur verið til staðar at byggja