Frá hugsjón til veruleika

  

Rúni Rasmussen
?????????????

Tað munnu vera fleiri, sum hava koyrt fram við stóra og sjónliga bygningin, ið hava undrast á, hvat tað er fyri bygningur, sum verður bygdur í Skálabotni. Hesin bygningur er ikki ein vanligur bygningur. Talan er ikki um goymslubygning, virkisbygning ella líknandi.
Í trý ár hevur arbeiðið at byggja nýggj høli verið í gongd í Skálabotni. Samkoman Keldan hevur hesi árini lagt nógva orku í at byggja nýggjan sal. Byggiætlanin er í trimum stigum. Tá ið øll ætlanin er fullførd, stendur ein nútíðar samkomumiðdepil í Skálabotni. Hesin depil kann hýsa sera fjølbroyttum virksemi. Talan er um stóran møtisal, matstovu, ungdóms - og barnahøli, skúlastovur, sovihøli, skrivstovur og onnur høli. Um vikuskiftið varð møtisalurin tikin í nýtslu. Hetta er partur av fyrsta byggistigi. Fríggjakvøldið 3. september varð fyrsta almenna møtið hildið í nýggja salinum hjá Kelduni. Tá ið ein trein inn í salin fríggjakvøldið, kundi ein ikki annað enn vera hugtikin av salinum og tí megnar arbeiði, sum salurin so greitt ber boð um. Tað er ómøguligt í orðum at lýsa, hvussu vakur og glæsiligur salurin er. Ljóðið, ljósið, liturin og sniðið er á sera høgum støði. Alt er fyrsta floks. Alt ber boð um, at ein vilji hevur verið til staðar at byggja og útvegað bara tað besta.
Eftir mínum tykki er eingin ivi um, at nýggi sal-urin, sum fólkið í Kelduni við eldhugi og ágrýtni hava bygt, er hin vakrasti í okkara landi. Tey, sum vóru í salinum um vikuskuftið, kunnu staðfesta hesa sannroynd. Nógv fólk vitjaði í Kelduni hetta innvígslu-vikuskiftið. Á ungdómsmøtinum Awake leygarkvøldið vóru fleiri enn túsund fólk komin saman.
Tað eru á leið 250 fólk í Kelduni. Hesi havi bygt ein sal, sum tekur millum 800 og 1000 fólk. Byggingin er ikki fíggjað við lántøku, men við peningagávum.Á leið 7 mió. kr. eru brúktar í samband við byggingina. Hetta vísir greitt, at Keldan hevur torað at sett sær stór mál, og víst ein sannan vilja til tess at náa hesum málum. Nýggi salurin talar til okkara um, at vit eiga ikki at ræðast stórar dreymar og hugsjónir. Kendi evangelisturin D.L. Moody segði hesi vísdómsorð: If God be your partner, make your plans large! Tað er satt, at um Gud er okkara felagi, er tað natúrligt at hava stórar ætlanir.
Ivaleyst hava tað verið løtur, har arbeiðið hevur verið so tungt og strævið, at nakað av mótloysi hevur verið millum fólkið. Men mótloysið kundi ikki sigra, tí ídnið og ágrýtnið fyri at byggja Guds hús hevur verið máttmiklari enn allar køvandi kreftir. Samanhald, offurvilji, hugsjónir og ein framskygd og fyrimyndarlig leiðsla hava gjørt tað møguligt at gera dreymar til veruleika.
Nýggi salurin er eitt serstakt hús; eitt Guds hús. Og tøkk fái Gud fyri allar kirkjur, missiónshús og samkomuhús í okkara landi. Guds húsini kring landið munni vera fleiri í tali enn tað eru gudloysingar í okkara landi. Tey eru ein signing fyri okkara land; eitt tilfeingi, sum hevur nógv størri virði enn alt okkara náttúrutilfeingi. Guds húsini umboða kristna siðaarvin og virðini, sum land okkara er grundað á. Tey kristnu virðini eru ein verja móti humanismunnar drepandi eitri.
Salurin hjá Kelduni fer at vera ein signing fyri okkara land, tí har sum Guds orð verður prædikað í anda og kraft, og har skaparin verður tilbiðin, verða menniskjalív umbroytt. Ein kelda gevur frískleika, lív og sløkkir tosta. Mín inniliga bøn til Gud er, at Hann framhaldandi, og í enn størri mun, skal gera Kelduna til eina sanna, andaliga og lívgevandi keldu, okkara landi og fólki til sign-ing.
Gud signi nýggja og vakra salin og alt virksemið hjá Kelduni.