Leann Rimes ? Twisted Angel
Kvinnan, ið byrjaði sum country sangarinda ger nú aftur um seg. Leann Rimes gav 1. oktober út fløguna Twisted Angel. Fløgan inniheldur 13 sangir.
Crossroads
Filmurin er um tær tríggjar barnavinkonurnar, Lucy, Kit og Mimi, sum finna saman aftur á einum túri kring USA eftir ikki at hava sæð hvørja aðra í átta ár. Her kemur vinarlag teirra aftur undan kavi. Á einum túri við næstan ongum pengum, men eini rúgvu av dreymum, sleppa tær tríggjar vinkonurnar, við vakra, men gátuføra vini Mimi, Ben. »On the road« hava tær upplivingar, sum ikki bert broyta teirra lív, men sum eisini vísa teimum, hvussu týdningarmikið tað er at lurta eftir hjartanum.
Crossroads er nú at fáa á sjónbandi og á DVD.
Ace of Base ? Da Capo
Ein tann nýggjasta fløgan á fløgumarknaðinum í dag, er fløgan hjá Ace of Bace ? Da Capo.
Ikki hevur verið nógv at hoyra til tey fýra, Jonas, Jenny, Linn og Ulf, sum hava so at siga ligið still síðani ár 2000, men í ár hava tey givið út singlina ? Beautiful Summer. Og nú er fløgan Da Capo útkomin.
Útgávudagurin var 30. september og inniheldur fløgan 12 sangir. Hon er komin út í Danmar, Svøríki, Týsklandi, Noregi, Finlandi, Eysturíki, Sveits, Belgia, Hollandi og Ungarn.
A Beautiful Mind
Eitt matematiskt geni, John Forbes Nash, Jr., gjørdi eina hugtakandi uppdaging tá hann var ungur og var tað um reppið, at hann fekk eina altjóða viðurkenning. Men hansara ótrúliga karriera var skumpað til síðis av trupulleikum, sum kundu oyðilagt nógvar menn. Hóast heta, berjist Nash fyri at koma aftur. Hann hevur altíð verið stýrdur av hansara leitan eftir tí sanna orginala hugskotinum, og hevur ongantíð mist tann dreymin. Aftaná nógv ár, har hann berjist fyri dreyminum, vinnur hann og bókstaviliga broytir heimin.
Kritikararnir hava tikið væl ímóti hesum filmi, sum hevur vunnið ikki minni enn fýra Oscars ? harímillum besta film.
A Beautiful Mind er nú at fáa á sjónbandi og DVD.