Frits á Falster

Beint fyri páskir lat listamaðurin Frits Johannesen upp listaframsýningina ?Fra Manhattan til Mansgjógv? í Gallarí Arleth á Falster. Frits seldi heilt fitt av myndum og fekk eina nýggja spennandi avbjóðing um framsýning í eini áhugaverdari kirkju

Listaframsýning
Orð og myndir: Dávur Winther
Meir enn 200 fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið til ferniseringina í Gallarí Arleth, har tónleikur var at hoyra fyri allar pengarnar. Frits sang løg, hann sjálvur hevur gjørt til yrkingar, eftir William Heinesen, sonur Frits, Jóhann og Kristina Joensen systirdóttir konu Frits framførdu: Um eg kundi kvøði; Áh, kundu á tíðarhavið og Summertime. Tey høvdu eisini gjørt eitt sera væl svingandi jazz-lag, ið tey kallaðu ?From Mansgjógv to Manhattan?. Høllin swingaði øll til tær løttu og eggjandi jazz-rútmurnar, og lógvabrestirnir rungaðu. Aftaná komu fólk til teirra og spurdu, um tey ikki kundu keypa fløgur frá hesum vælsyngjandi og spælandi bólkinum. Nei, bólkurin hevði bert skemtiliga navnið Cousins, og hevði ikki aðrar uppgávur enn hesa og líknandi, so sum onkur føðingardagur. Fløgu hevði hann ikki útgivið, men kanska varð ein spíri lagdur her ?
Langvegis frá
Fólk vóru komin langvegis frá til framsýningina hjá Fritsi. Heilt úr Lund í Svøríki var vinmaðurin og kórleiðarin Gøsta Pettersen komin við harmoniku síni og spældi og sang eisini eitt lag. Morthe Weihe vinmaður Frits og lærari var komin úr Vejle. Ja, enntá Steintór Larsen úr Fuglafirði hevði leitað sær ta longu leið til Danmarkar fyri at vera við til høvið, tá ið framsýningin lat upp. Og hann
hevði eisini ein málning við sær undir arminum aftur til Føroyar.
Fleiri føroyingar, sum eru búðsettir niðri og nógvir danir vóru eisini komnir langvegis frá at síggja myndirnar hjá Frits. Myndirnar við tí glaða litavalinum og stórbýaríblástrinum úr Manhattan, sum tó kunnu gerast til føroysk fjøll, har vinarligar verur leika á alskyns ljóðføri. Vindeyguni og hin sermerkti krossurin geva myndunum ein serligan, sjáldsaman dám av fjarleika og nærleika og eru samstundis á tremur við myndligum týdningum.
Gløgt er gestsins eyga
Lis Rønde Kristensen, sum er kirkjuráðslimur í Bagsværd kirkju, hevði hoyrt um henda áhugaverda føroyingin Frits Johannesen, og hevði hon ómakað sær til Falster at hygga at myndunum. "Du Frits, vi skal lave en udstilling med dig i vores kirke!" var hennara sanna niðurstøða, eftir at hava sæð
myndirnar hjá Frits.
Kirkjan í Bagsværd er ikki hvør sum helst. Hon er teknað av Jørn Utzon. Hann hevur tilætlað sett rúm av, har til ber at hava smærri listaframsýningar ella eisini samkomur í parti av kirkjuni. So á veg heimaftur varð leiðin løgd umvegis Kirkjuna í Bagsværd og greiðari avtala gjørd um, nær og hvussu henda framsýningin skuldi fremjast í verki.
Í eini grannakirkju til Gallarí Arleth hanga myndir av Heðini Kambsdal. Á somu ferð, sum Frits fór til Falster at sýna fram, fór Øssur Mohr til Randers at sýna fram saman við 7 øðrum. So sigast má, at listamenn úr Fuglafirði eru rættliga væl umboðaðir í Danmark í løtuni.

?From Mansgjógv to Manhattan?
Framførsla: ?Cousins?
Orð og lag: Jóhann Johannesen og Kristina Joensen
 
From Mansgjógv to Manhattan
From a lonely lonely Island to Manhattan

There stood a guy with his paintbrush
He gazed upon the buildings, which reflected
on the mountain

Chorus:
An idea
A smile
His paintings came to life