dystir seinastu tíðina, men Piotr heldur ikki, at tað er orsøkin til, at so nógvir spælarar hava fingið smáskaðar. ? Eg veit ikki enn, hvussu liðið fer at síggja út, tí so nógvir spælarar eru ivasamir, [...] sigur hann. ? Men vit fara í øllum førum at royna at vinna. Vit vilja ikki byrja landskappingina við einum ósigri, men vilja hava í minsta lagi eitt stig burtur úr dystinum, sigur Piotr Krakowski, sum [...] í steypakappingini við at spæla javnt á Tvøroyri í seinasta dystinum í bólkinum, men dysturin kostaði rættiliga nógv fyri fuglfirðingar. Piotr Krakowski, venjari hja ÍF, sigur, at fleiri spælarar fingu
Ein av mongum uppgerðum millum eysturoyarliðini verður í morgin, tá NSÍ fer inn til Gøtu at royna seg. Í Gøtu hava teir fingið Johan Nielsen aftur til venjara, og hóast teir ikki hava fingið serliga stóra [...] Svangaskarði, og síðani tá hevur hann vant millum lítið og einki. Í gjár roknaðu teir ikki við, at hann fer at spæla í morgin. Breyt armin Gert Langgaard hevur verið fastur fúsur í NSÍ álopinum higartil í [...] mikukvøldið. Hann fór av vøllinum stutt undan leikloki, men teir roknaðu ikki við, at tað var so álvarsamt. Hósdagin varð staðfest, at armurin er brotin, og Gert skal halda seg burtur frá fótbólti í nakrar vikur
sjálvt valúrslitið, men hvat hendir so? Øll høvdu væntað, at løgmaður longu valkvøldið boðaði frá, at hann fór at siga sessin frá sær, soleiðis at løgtingsformaðurin kundi fyriskipa eitt samráð við allar [...] fyrimunin. Men hóast so er, so eiga vit at taka málið upp til viðgerðar, um tað ber til at fáa eitt betur samsvar millum atkvøður og umboðan á tingi, soleiðis at demokratiska valið kemur betur til sjóndar [...] forðar taparin á valinum fyri, at eitt nú vinnararnir kunnu royna samgongumøguleikar. Hetta er so ikki tað, sum nýggja stýrisskipanin leggur upp til. Men spennandi verður at síggja, um Tjóðveldisflokkurin
tað átti ikki at koma so seint, tí eg hoyrdi onkran siga í gjár, at tað fór at regna um seinnapartin. Heldur ikki í morgun var eg nóg skjótur at koma upp til veðurtíðindini, men hann sær út at vera beinur [...] Hon vardi seg við, at hon megnaði 5 mál og spurdi stjóran, um tað var nakar mannligur ferðaleiðari sum gjørdi henni eftir, og tá hon so endiliga slapp at royna seg, eydnaðist henni at sannføra stjóran á [...] stóra ynski hennara var at gerast ferðaleiðari. Hon dugdi 5 mál tá, og hetta var ikki nóg mikið hjá henni í fyrstu atløgu, men gamla var treisk. Hon herjaði á allastaðni at sleppa at arbeiða sum ferðaleiðari
monnunum, ið trýstir á fyri at sleppa á besta liðið, og so Jan Joensen, miðvallarveteranurin. Uppgerðin var jøvn, og ferðin var høg og spælið ikki av leið, tá hugsað verður um, at tað var í fyrsta umfarinum [...] stóð sum ein brandur og syrgdi fyri at halda málið reint, t.d. tá hann frágera væl bjargaði langskoti frá Jan Joensen. LÍF hevði onkur snarálop, og tað var um reppið, at Jonhard Høgnesen og Kristian Eliasen [...] Eliasen fingu mál. Leygardagin sleppur LÍF aftur at royna seg móti einum felag, sum eisini hevur lið í bestu deildini, tí tá kemur B36 á vitjan í Leirvík. Klaksvíkingar skulu norður á Mølina á Eiði.
tá bert annað liðið var áhugað í at fara fram á vøllin og royna at fáa mál, meðan hitt var nøgt við at verja um sína tepru leiðslu. Í byrjanini var einki, sum bendi á, at tað skuldi fáa ein so óáhugaverdan [...] sfólk) halda, at tað var himmalrópandi órættvíst, at HB vann, tí B36 hevði alt spælið og allar kjansirnar í seinna hálvleiki. Onnur (HB-viðhaldsfólk) siga, at tað var í fínasta lagi, at HB vann, tí teir [...] og megnaðu at halda sítt egna mál reint. Øll hava rætt. Heilt síðani fótbóltsspælið varð uppfunnið, hevur tað bert gingið út upp á eitt: At vinna. Tað visti HB, og HB vann ? uppiborið (!). At tað so var
arbeiðaran so groft, at hann noyðist at taka sakina í egnar hendur. Ella sum hann sigur tað síðst í manifestinum. ?Kommunistarnir? siga beint fram, at endamál teirra kunna einans verða nádd, við at øll tann galdandi [...] og droyma um at sleppa inn á eina stovu. Sigi tað við tey. Tú kanst, tað tú vilt! Sigi tað við tey ungu, ið gjørdist bundin av skuld fyri at nema sær útbúgvingar, og sum nú fáa at vita, at tey skulu umskúlast [...] eisini rætturin at fáa mat í munnin, rætturin at nema tær útbúgving, at sleppa á sjúkrahús. Tann meinigi maðurin, fæloysingurin í Vesturheiminum hevur havt sína uppgerð og má nú berjast fyri at varveita og
andadrátti, at hann væntar ikki, at teir føroysku politikararnir eru nóg búnir til hesa loysnina. ? Eg frykti fyri, at flokkarnir fara at verða ov eymir um tey ymsu flokspolitisku málini til at teir klára [...] lið er ein týðilig ábending um, at føroyingar vilja hava meiri sjálvstýri. Og tað eiga poltikararnir at virða. ? Men tíverri hugsi eg ikki, at teir eru nóg búnir til at velja tað frægastu mannagongdina [...] fíggjarmálum frá 1991-1993. Ein flokkur Jógvan Sundstein sigur, at eftir valúrslitinum er ongin ivi um, at eitt nýtt landsstýrið eigur at miðja eftir at taka føroyingum meiri sjálvsstýri. Hann hevur eisini eina
serliga væl, var at hann átti skipini sjálvur og á tann hátt var óheftur av øðrum; honum dámdi at sleppa at ráða sær sjálvum, uttan at onnur spurdu »hvussu« og »hví«. Tí at honum dámdi væl at royna seg sjálvan [...] legði eg mær í geyma, tí at eg sá, at babba gleddi seg, tá ið hann skuldi til arbeiðis; ein orsøk til lívsgleði hansara var at finna í arbeiðnum. Takk fyri at tú lærdi meg at tora at velja eftir egnum áhuga [...] Fyri pápa mín var tað sera umráðandi at geva; at vera gávumildur. Ofta gav babba øðrum fisk ? í eitt so ríkt mát, at tá ið hann kom til húsa, bar so á viðhvørt, at ongin fiskur var eftir til okkum. Um
Eri ikki serliga væl fyri í morgun, ikki soleiðis at skilja, at eg ikki havi sovið - tað havi eg sum ein steinur - heldur ikki soleiðis at skilja, at eg fór seint í song, tí tað fór eg - hon var ikki ellivu [...] verið í London, og tað hevði tikið fleiri tímar at greitt frá øll dukkunum, har vóru at síggja, men vit høvdu myndatólið við, tó at tað var ikki loyvt at taka myndir á summum støðum. Onkrar lógir mugu brótast [...] London, men tað sigur seg sjálvt, at fert tú út at ferðast við skipi hesa ársins tíð eftir eina skurðviðgerð, ja so er ikki óhugsandi at eitt og annað kann berast á. Og eisini at fara við skipi og tú ert veikur