? Løgtingsvalið er ein týðilig ábending um, at føroyingar vilja hava meiri sjálvstýri. Og tað eiga poltikararnir at virða.
? Men tíverri hugsi eg ikki, at teir eru nóg búnir til at velja tað frægastu mannagongdina.
Nú løgtingsvalið er av, og politikarar royna at trilva seg fram ígjøgnum nýggju stýriskipanarlógina til eitt nýtt landsstýrið, hava vit biðið Jógvan Sundstein, fyrrverandi topp- politikara, um hansara meting av støðuni.
Vit hava spurt hann, hvørja samgongu hann sær fyri sær.
Vit hava spurt hann, um hann heldur, at Ednund Joensen hevur borið seg rætt at eftir andanum í nýggju stýrisskipanarlógini og vit hava spurt hann, hvør løgmaður hann heldur vera frægast egnaðan til at lyfta tær uppgávur, sum koma.
Jógvan Sundstein var ein av tungvektarunum í føroyskum politikki í næstan ein mansaldur. Hann var tingmaður frá 1970 til 1994, táið hann ikki stillaði uppaftur.
Hann var tingformaður frá 1980 til 1984 og eitt stutt skifti rundanum árskiftið 1988-89. Hann var løgmaður frá 1989-1991 og landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 1991-1993.
Ein flokkur
Jógvan Sundstein sigur, at eftir valúrslitinum er ongin ivi um, at eitt nýtt landsstýrið eigur at miðja eftir at taka føroyingum meiri sjálvsstýri.
Hann hevur eisini eina meining um, hvussu hetta verður gjørt frægast
? Tann besta loysnin hevði verið at tað fór bara ein flokkur út í Tinganes, við einum sterkum løgmanni á odda.
? Hetta landsstýrið skuldi so tikið sær av at ført tann vanliga gerandispoltikkin.
-Men fyri at fáa tey heilt avgerandi sjálvsstýrismálini avgreitt, skuldi løgmaðurin ímeðan brúkt at kalla alla sína orku til samráðst seg fram til eina loysn á ríkisrættarligu støðuni við ymsar flokkar við so breiðari undirtøku sum til bar.
? Somuleiðis skuldi hann samráðst seg við ymsar flokkar fram til eitt føroyskt upplegg til samráðingarnar við danir.
Fyrrverandi topp-politikarin vísir á, at tað er eingn sum sigur, at hetta landsstýrið skuldi sitið alt fýra ára valskeiði.
? Tað mest trúliga hevði verið, at hetta bleiv eitt slag av skiftislandsstýri.
? Og táið sjálvsstýrismálini vóru avgreitt, um kanska hálvtannað-tvey ár, sum eg meti tað fer at taka, kundi politiska støðan verið tikin upp til nýggja viðgerð.Spurningurin er so, hvør hesin eini landsstýrisflokkurin skuldi verið, og hvør løgmaðurin skuldi verið?
Jógvan Sundstein sigur, at í hansara hugaheimi er ongin ivi um, at fólkaflokkurin er tann rætti flokkurin, og at formaður fólkafloksins, Anfinn Kallsberg er tann rætti løgmaðurin.
Hann heldur ikki, at tað er tað er ein sjálvfylgja, at Tjóðveldisflokkurin fær løgmannin av tí, at hann er størsti flokkurin.
? Tjóðveldisflokkurin er ikki størsti flokkurin. Fólkaflokkurin er líka stórur tí tað er tingmannatalið sum telur, ikki atkvøðutalið.
Og so bedýrar hann, at tað er ikki bara tí at hann sjálvur er fólkafloksmaður at hann heldur, at Annfinn Kallsberg er besta boðið uppá nýggjan løgmann.
? Anfinn Kallsberg er rætti maðurin, tí í sjálvsstýrismálum liggur Fólkaflokkurin í miðjuni og kann arbeiða í bæði borð báði við Tjóðveldisflokkin á loysingarkósini og í hinum borðinum við Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkiná tí meiri sambandssinnaðu kósini. Tí er Fólkaflokkurin besta trygdin fyri at vit vinna fram á sjálvsstýrisleið.
? Hinvegin meti eg, at ein tjóðveldisløgmaður verður ov stívrendur til at fáa eina semju ímillum flokkarnar. ? Og avleiðingin av einum javnaðarløgmanni verður, at ov lítið fer at henda í ríkisrættarligu støðuni.
Krevur búnar politikarar
Men Jógvan Sundstein leggur afturat, at henda loysnin krevur, at vit hava ein sterkan løgmann og búnar politikarar, sum eru uppgávu sína vaksnir eftir teirri nýggju stýrisskipanarlógini.
Men tíverri viðgongur hann í sama andadrátti, at hann væntar ikki, at teir føroysku politikararnir eru nóg búnir til hesa loysnina.
? Eg frykti fyri, at flokkarnir fara at verða ov eymir um tey ymsu flokspolitisku málini til at teir klára at hevja seg uppum tað í eini skiftistíð.
? Tí verður politikarnir helst noyddir at stríða seg ígjøgnum hesi týdningarmiklu málini við eini trýflokkasamgongu.
Og Jógvan Sundstein heldur, at tað mest sannlíka er ein samgonga ímillum Fólkaflokkin, Sjálvsstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Hinvegin segði hann, at tað hevði verið sera harmiligt um hetta valið endaði í eini borgarligari samgongu sum, lítð og onki fekk á skaftið á sjálvstýrisleið.
Bar seg skeivt at
Annars heldur Jógvan Sundstein, at Edmund Joensen bar seg skeivt at,táið hann ikki legði frá sær beinanvegin.
? Tað var ikki eftir andanum í stýrisskipanarlógini, at hann varð sitandi. Hann hevði tapt valið og veljarin hevði týðiliga víst, hvat hann vildi.Tí átti hann at havt tikið avleiðingarnar av tí beinanvegin og farið frá. ? Tað einasta, hann fekk burturúr at tvíhalda um løgmanssessin var at spilla fýra dýrabærar dagar, sum ístaðin kundi verið brúktur til konstruktivar samráðingar um eina nýggja samgongu, heldur Jógvan Sundstein.
Hann heldur at hetta var serliga óheppið av tí at hetta er fyrsta valið eftir at nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi og at framferðin hjá løgmanni tí kann leggja støðið undir eina heldur keðiliga siðvenju.
Seinast 10 juni
Jógvan Sundstein sigur, at uppskot løgtingsformaðurin skal hava eitt løgmansvalevni at skjóta upp fyri tinginum seinast 10 yrkadagar eftir fyrsta løgtingsfund, sum verður 15. mars.
Tvs, at løgtingið skal hava eitt løgtingsvalevni at taka støðu til tann 28. mai.
?Tað uppskotið kann so liggja í tinginum í fýra yrkadagar, men skal onga viðgerð hava.
?Tingformaðurin spyr so tingið, um tað hevur nakað at siga til, at uppskot hansara verður valt til løgmann.
? So verður atkvøtt í tinginum. Men fær løgmansvalevnið ikki 17 atkvøður ímóti sær,. er tað valt.
Verður løgmansvalevnið hinvegin felt, skal løgtingsformaðurin, áðrenn fýra dagar eru farnir, skjóta nýtt løgmansvalevni upp.
? Men hesuferð skal atkvøðast um beinanvegin ? Miseydnast tað eisini, kann hann royna tvær ferðir afturat dag um dag.
Jógvan Sundstein sigur, at onki stendur um tríðarfreistir og tað tulkar hann sum um at tað skal vera dag um dag
Miseydnast tað somuleiðis, skal løgmaður útskriva nýval.
Tvs, at verða fýra løgmansvalevni feld í tinginum, skal Edmund Joensen útskriva nýval.
Tað vil so aftur siga, at eftir stýrisskipanarlógini skal nýggjur løgmaður vera valdur í seinasta lagi 10. juni, annars skal Edmund Joensen útskriva nýval.