ella seg sjálvan og ein landsstýrismann. Skal eg gera eina fyribils viðmerking til samansetingina, so skal tað vera, at Sambandsflokkurin kann koma at vera sera væl umboðaður. Hann fær ein valdan í tinginum [...] tað soleiðis, at Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram á ting um eina »sjálvstýrislóg«. Hetta er ein misskiljing úr enda í annan. Ongin sjálvstýrislóg liggur á tingborði. Orðið »sjálvstýrislóg« ikki so [...] gerast sambært løgtingslóg, og endamálið er ásett í § 1 í lógaruppskotinum. Hon ljóðar: »Sett verður ein stjórnmálanevnd at kanna og viðgera spurningin um broyting í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya.«
Strandferðsluni var, at Smyril gav umleið 2,4 milliónir í undirskoti, sum landskassin fíggjaði«. Kanska er tað við vilja at eingin eind stendur aftanfyri talið 2,4. Ørkymlandi alíkavæl, í einum landi hvar [...] føroya fólk og burdi Tjóðveldisflokkurin eisini vita. Komnir í trol Vanligt hevur verið, at kemur ein í trol, so verður hivað inn og greitt áðrenn útaftur verður kasta. Mær tykir, at nú eigur at verða [...] ikki frammant gjaldoyra. Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin áttu helst sín stóra leiklut, tá ein samd fíggjarnevnd mælti løgtinginum frá, at játta sølupeningin fyri Teistan til innskot í partafelag
lóg. Óført. Inntil fíggjarmálaráðharrin ynskti at geva serfrádráttir til sjóvinnutinntøkur, (sum kanska ikki var so galið). Men nú vóru góð ráð dýr, tí hvussu skuldi nú hesin lætti gevast? Aftur varð [...] ikki av løgtingsins fíggjarlóg, har alt skuldi standa? Altso beint mótsatt av ætlaða málsetninginum. Ein annar av málsetningunum var privatisering. Privatisering av t.d. Skotlandssiglingini. Hóast nærum eingin
skjótt aftur til tín stóra og máttmikla havið teg tók til sín kíndi mítt hár og á hvønn kjálka eg fekk ein koss síggi teir fara vestur um Bøsdalafoss hondin, ið meg leiddi eg ei meira kann ná leingist at síggja [...] ynski so Hann sínar náðiveingir breiðir minnini um teg og teir, ið við tær vóru sorgarboð til Miðvágs bygd og heimini bóru. Minnist tú kom aftur av langari ferð dukkan tú gav mær hon var mín verð barnasálin
eru formenn, so arbeiðsuppgávan hjá teimum er rættiliga stór. Ein av uppgávunum er sjálvandi at økja um áhugan fyri skótaarbeiði, men eins og hjá so nógvum feløgum og felagsskapum hevur eisini skótarørslan [...] umboðað við einum 50 fólkum, tá skótarørslan hevði landsfund leygardagin. Landsfundurin er tað, ið ein kann nevna aðalfundur hjá skótarørsluni, og er hann annaðhvørt ár. Annaðhvørt ár er so tað, ið kallað [...] enn, stendur limatalið væntandi í stað. Meginparturin eginfígging Sjálvandi kostar pening at reka ein slíkan felagsskap sum skótarørsluna. Nakað av peningi er avsettur á løgtingsfíggjarlógini til hetta
Danske Bank sigur, at teir hava reint mjøl í posanum? - Tað er bert ein pástandur, sum tú kanst rokna við at ein bankastjóri sigur. - Ein og hvør, sum er skuldsettur fyri at vera sekur, sigur seg at vera [...] høvdu, so høvdu føroyingar kunnað tikið aðra støðu. - Tá høvdu vit kanska drigið donsku stjórnina inn í málið, og so hevði støðan verið ein onnur. - Í dag vita vit, at danski Tjóðbankin forsømdi sínar skyldur [...] áðrenn firningarfreistin er av. - Spurningurin er, um tað ber til at siga allar avtalurnar upp, tá ein partur er gjørdur undir skeivum fortreytum, sigur Marita Petersen. - Ert tú samd við løgfrøðiliga
sum avgreiðslumál. Einki verður sagt um, hví hetta ikki eydnaðist, men tað er kanska ikki langt av leið at ímynda sær, at ein trupulleiki er, at tað so at siga eru ov nógvir høvdingar og ov fáir indianarar [...] UEFA skera ígjøgnum og leggja eina skrá, sum londini verða noydd at taka til eftirtektar. Misnøgdir Eins og hjá føroyingum og hinum í bólki níggju, so hevði UEFA eisini fyri bólk eitt gjørt fyribils lutakast
sindur til, um ein ikki veit, hvat ein skal gera tey ymisku støðini. Fyri at finna skattin skulu tó allar uppgávurnar loysast, men tað er heldur ikki ógjørligt. Hetta er eitt lítið spæl, kanska í so lítið [...] við ella bert eitt klikk frá, og nógv hjálp fæst meðan ein spælir. So er ein ikki ovurviðkvæmur fyri sterkum litum ella vælsnaraðum modellum, so er ein Barbie CD eitt gott gávuhugskot til næsta gentuføðingardag [...] skal finna ein skatt á havsins botni, áðrenn hin óndi Barnacle, kapteynur, finnur hann. Sum í einumhvørjum øðrum ævintýrspæli er her hópurin av uppgávum og spæli, ið skal gjøgnumførast, áðrenn ein kemur á
týðingararbeiði. Hesin minnisvarði varð reistur við fyrstu útgávuni av »kirkjubíbliuni« í 1961. Hetta er ein veruleiki, sum ikki reingist. Eg gjøtlaði eisini eitt sindur um, hví Victor Danielsen fór undir at [...] 7. februar 1998 viðmerkingar til tað, sum eg segði. Hesar viðmerkingar eru av slíkum slagi, at eg kanska ikki skuldi lagt í at svara. Men tey flestu hava ivaleyst langt síðan gloymt, hvat eg segði, og tí [...] Matteus 28, 19-20, tí har er stórur munur á týðingini hjá Victori Danielsen og tí hjá Jákupi Dahl, ein munur, sum av sonnum eisini hevur gudfrøðiligan týdning. Ivaleyst kundi eg havt vandað mær meira um
at enda tað flottu Caprice Basque opus 24 eftir Sarasate. Í Føroyum er kanska óneyðugt at kunna um Johannes Andreasen, sum er ein av okkara kendastu peanistum og sum tíðum heldur konsertir bæði einsamallur [...] fløgu, har tann seinasta innspælingin er gjørd í Wien. Uppgávurnar fyri 1998 eru eisini nógvar, har kanska tann størsta er framførslan av Keisarkonsertini eftir Beethoven við Føroya Symfoniorkestrið nú í [...] ofta at síggja á konsertferð í Føroyum. Annaðhvørt sum limur í Aldubárini (har Johannes eisini hevur ein sess) ella sum assistentur í Føroya Symfoniorkestri. Øssur Bæk er uppvaksin og búsitandi í Keypmannahavn