Politiskur logikkur ella logiskur politikkur

Eftir løgtingsvalið seinast var sagt frá einum føstum politikki við greiðum málsetningi. Vit nikkaðu øll samtykkjandi, tað høvdu vit brúk fyri.

Í løtuni má ásannast, at samgongan í Tinganesi ídag ikki førir fastan málraættaðan politikk. Teir siga eitt ídag og eitt annað ímorgin. Tey yvirorðnaðu politisku málini vera slept, tá seráhugamál hjá flokkum ella persónum skulu avgreiðast.

Eitt høvuðsmál var at avtaka allar almennar grunnar. Vit skuldu ikki longur seta í grunn, tí allar útreiðslur landskassans skuldu framganga beinleiðis av løgtingsfíggjarlóg og/ella eykafíggjarlógini. Eina tíð varð gjørt eftir hesum málsetningi, men so fekk løgmaður og onkur tingmaður trupulleikar av øsingini um fasta sambandið um Vestmannasund.

Í staðin fyri at taka støðu til málið um fasta sambandið, so var tað sópað inn undir gólvteppið við »at seta kr. 20 mill. í grunn«. Altso beint mótsatt av tí, sum samgongan annars segði seg virka fram ímóti, nevniliga at avtaka grunnarnar.

Annað dømi um manglandi støðufesti er skattapolitikkurin. Vit skuldu øll hava bruttoskattaskipan. A-skattgjaldararnir vóru hurlaðir upp á pláss, so skuldi B-skattagjaldararnir koma árið eftir.

Men nú hoyrist, at B-skattgjaldarar als ikki skulu gjalda bruttoskatt, tí tað letur seg ikki gera. Jamen vistu okkara serkønu ikki tað? Ella var tað alla tíðina ætlanin hjá ávísum politikkara ella flokki at sleppa summum undan.

Triðja dømið er um skattafrádráttir. Teir skudu allir burtur, nærum. Teir, sum eftir vóru, skuldu útgjaldast borgarunum kontant, tí alt skuldi nú framganga av landsins løgtingsfíggjarlóg. Óført. Inntil fíggjarmálaráðharrin ynskti at geva serfrádráttir til sjóvinnutinntøkur, (sum kanska ikki var so galið). Men nú vóru góð ráð dýr, tí hvussu skuldi nú hesin lætti gevast? Aftur varð málsetningurin sleptur. Nýggjur frádráttur upp á 15% av lønini varð givin, tó vit skuldu hava bruttoskatt, og hesin frádráttur framgongur als ikki av løgtingsins fíggjarlóg, har alt skuldi standa? Altso beint mótsatt av ætlaða málsetninginum.

Ein annar av málsetningunum var privatisering. Privatisering av t.d. Skotlandssiglingini. Hóast nærum eingin sigling hevur gingið á privatum hondum hesa øldina, so er tað framvegis loysunarorðið við uttanlandasiglingini? Og hvussu er málið so endað. Beint øvugt av ætlaðu privatiseringini - Skotlandssiglingin endar aftur í landskassanum ella fer fyri bakka til ómetaligan skaða bæði fyri vinnulív okkara og føroyingar annars. Og vit áttu at vitað, at hettar endaði so, men vit vildu ikki læra.

Eg kundi hildið áfram, tí dømini eru mong, men lat fara. Hvat skulu borgararnir kalla hettar, logiskan politikk, neyvan, heldur má tað vera politiskan logik, um nakað eitur so.


Birgir Mohr