Tað er Øssur Bæk violin og Jóhannes Andreasen klaver.
Ferðin byrjar í Føroyum 13. februar og endar í Danmark 21. februar við steðgi í Íslandi. Tilsamans fara teir at halda fimm konsertir á ferðini.
Tann fyrsta konsertin verður á Trongisvágs skúla 13. febr., í Runavíkar skúla 14. febr., og at enda í Norðurlandahúsinum 15. febr. Í Tónlistaskúlanum í Keflavík 17. febr., í norðurlandahúsinum í Reykjavík tann 18. febr. og at enda í Rundatorni í Keypmannahavn tann 21. febr.
Skráin er sera ambitiøs og spennandi við tveimum sonatum. Tann í A-dur KV 293 d (305) eftir W. A. Mozart og sonata í d-moll opus 108 eftir J. Brahms. Harafturat Divertimento eftir Stravinsky og at enda tað flottu Caprice Basque opus 24 eftir Sarasate.
Í Føroyum er kanska óneyðugt at kunna um Johannes Andreasen, sum er ein av okkara kendastu peanistum og sum tíðum heldur konsertir bæði einsamallur og saman við øðrum her heima og uttanlanda. Hann hevur spælt inn tónleik sum er útgivin bæði á plátu og fløgu, har tann seinasta innspælingin er gjørd í Wien.
Uppgávurnar fyri 1998 eru eisini nógvar, har kanska tann størsta er framførslan av Keisarkonsertini eftir Beethoven við Føroya Symfoniorkestrið nú í mars mánaða.
Jóhannes tók prógv í Wien í 1986 við seinni skeiðum á Menhuin Academy og hjá Feuchtwanger í London. Hann virkar nú sum musikklærari í Føroyum.
Við sínum sterku føroysku rótum er Øssur Bæk (bæði foreldrini eru føroyskt) ofta at síggja á konsertferð í Føroyum. Annaðhvørt sum limur í Aldubárini (har Johannes eisini hevur ein sess) ella sum assistentur í Føroya Symfoniorkestri.
Øssur Bæk er uppvaksin og búsitandi í Keypmannahavn har hann virkar sum fyrsti violinleikari á kgl. kapellinum. Hann hevur lært á Suzuki Instituttinum og hjá Bela Detrekoy í Odense. Solist diplom í Utrecht hjá Liberman í 1990. Er stovnari av »Kgl. Kapels kammerorkester«.
Tað er konsertfelagið, sum saman við tónleikarum, Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni í Havn skipa fyri konsertturnéini.