Edmund, Jóannes og Signar komnir í trol

Nakrar viðmerkingar til Skotlandssiglingina og Teistan

Beint undan jólum frættist, at løgmaður vildi seta kanning í verk, um heimild var hjá landsstýrinum at selja ferðamannaskipið Teistan.

Sami løgmaður hevði tann 14. novembur 1996, altso eitt gott ár frammanundan, skriftliga vátta, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevði allar neyðugar heimildir til at undirskriva øll skjøl, í sambandi við sølu av Teistanum.

Hetta tykist undarligt, sum so mangt annað, at geva eina skriftliga váttan, fyri síðani eitt ár aftaná, at fara at kanna um heimildin var í lagi.

Tað kundi veri áhugavert at sæð kanningarúrslitið!


Skotlandsleiðin

Nú um dagarnar frættist so, at Skipafelagið hevur í umbúna at niðurleggja sjóvegis farleiðina til Skotlands.

Tað má sigast at vera ógvuliga trist, at henda leiðin, sum hevur so stóran týdning fyri ferskfiskaútflytararnar, ikki kann koma í eina trygga legu.

Tað sá annars so gott út í byrjanini, Skipafelagið kundi bjóðað eina betri tænastu enn tað almenna tá var í standi til. Fráferð úr Føroyum bæði hósdag og fríggjadag gjørdi at útflytararnir náddu bæði nær- og fjarmarknaðin.

Vónandi verður tað, at Skipafelagið ikki meiri siglir upp á Skotland, ikki mønubresturin hjá hesi leið, men bert eitt endaligt punktum frá Skipafelagnum, sum síðani gevur teimum, almennum ella privatum, sum taka leiðina uppaftur frið.

Undirritaði skal seinni koma við fleiri viðmerkingum um siglingina millum Skotland og Føroya.


Jóannes og Signar

Blaðmaður á Sosialinum hevur grein í blaðnum Hódagin 5. februar, hvar hann hevur hitt Signar á Brúnni og Jóannes Eidesgaard á máli.

Jóannes Eidesgaard verður her endurgivin fyri at siga: »Grundgevingin fyri at niðurleggja rutuna hjá Strandferðsluni var, at Smyril gav umleið 2,4 milliónir í undirskoti, sum landskassin fíggjaði«.

Kanska er tað við vilja at eingin eind stendur aftanfyri talið 2,4. Ørkymlandi alíkavæl, í einum landi hvar vit til dagligt brúka krónur, at síggja tøl sum passa betri til dollaran enn krónuvirði.

Heldur ikki kennist eg við at »grundgevingin« var hallið á leiðini.

Seinni í somu grein stendur at Tjóðveldisflokkurin atkvøddi fyri einum misáliti móti landsstýrismanninum Sámal Petur í Grund, tá hann seldi Teistan í snarari vending í 1996.

Undirritaði skal bert gera vart við, at 4 mánaðar gingu millum søluna av Teistanum og misálitisuppskoti á undirritaða.

Misálitisuppskotið hevði nógv djúpari røtur enn bert sølan av Teistanum, tað veit alt føroya fólk og burdi Tjóðveldisflokkurin eisini vita.


Komnir í trol

Vanligt hevur verið, at kemur ein í trol, so verður hivað inn og greitt áðrenn útaftur verður kasta.

Mær tykir, at nú eigur at verða hivað inn og greitt, áðrenn víðari verður farið.

Løgmaður var heitasti talsmaður fyri at Skipafelagið Føroyar skuldi reka hesa farleið. Hann situr nú sum landsstýrismaður í samferðslumálum og er tann sum setur kósina í hesum máli.

Tekur løgmaður nakað stig, eigur hann at kanna heimildirnar áðrenn, heldur enn aftaná.

Jóannes eigur at seta seg inn í, hvat tað kostar at reka eina farleið millum Skotland og Føroya, og síðani at halda seg til krónur, og ikki frammant gjaldoyra.

Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin áttu helst sín stóra leiklut, tá ein samd fíggjarnevnd mælti løgtinginum frá, at játta sølupeningin fyri Teistan til innskot í partafelag, sum skuldi taka sær av hesi sigling.

Nú verður bíða í spenningi eftir næsta leiki.


Søldarfjørður 06.02.1998.