Hjá føroyingum og hinum í bólki níggju í EM undankappingini gekk sum eftir ánni, tá skráin fyri teir tríati dystirnar skuldi leggjast.
Soleiðis gekk tað als ikki, tá italiumenn vóru vertir, og danir, sveitsarar, walisarar og umboð fyri Hvítarussland vóru gestir í Róm í síðstu viku við tí fyri eyga at fáa lagt kappingina til rættis.
Samráðingarnar vardu í seks tímar, men so var einki annað at gera uttan at staðfesta, at tað gekk ongan veg. Fundurin varð slitin, og nú skal UEFA skera ígjøgnum og leggja eina skrá, sum londini verða noydd at taka til eftirtektar.
Misnøgdir
Eins og hjá føroyingum og hinum í bólki níggju, so hevði UEFA eisini fyri bólk eitt gjørt fyribils lutakast, men tað kom ikki upp á tal, hvussu hetta skuldi brúkast.
Á fundinum varð uppskotið hjá UEFA umrøtt, sum leggur upp til, at tveir landsdystir verða spældir beint eftir hvønn annan, soleiðis sum vit fleiri ferðir hava umrøtt hetta hesa síðstu tíðina, og hóast tað ikki bar londunum til at semjast um, nær hvør skuldi spæla móti hvørjum, so var breið semja kring borðið um, at uppskotið hjá UEFA er stak óheppið.
Hóast misnøgdina so verður kortini ásannað, at tað fer ikki at bera til hjá t.d. Danmark at sleppa undan dupult umførum. Tað eru bara fimm lond í bólki eitt, og tað vil siga, at hvørt landið skal spæla átta dystir, og tískil sleppa londini undan tveimum av teimum tíggju dystardøgunum, sum UEFA hevur sett av til EM undankappingina. Men uttan mun til, hvussu tað verður manøvrerað, so sleppa danir ikki undan í minsta lagi tvær ferðir at spæla bæði í vikuskiftinum og mitt í viku.
Ov tættir
Tað hevur verið undrast á, at tað ikki bar umboðum fyri tey fimm fótbóltssambondini til at tinga seg fram til eina semju um viðurskifti, sum annars vóru mett sum avgreiðslumál.
Einki verður sagt um, hví hetta ikki eydnaðist, men tað er kanska ikki langt av leið at ímynda sær, at ein trupulleiki er, at tað so at siga eru ov nógvir høvdingar og ov fáir indianarar. Í bólkinum, har Føroyar eru í, eru tvey lond, sum tykjast hava havt nógv meiri at siga, enn hini hava havt. Í bólkinum, har danir eru, er tað ivaleyst torført at siga italiumonnum, walisum og sveitsarum, hvar skápið skal standa, og um tað er so, at allir halda seg hava síðsta orðið, so er ikki so ilt at skilja, hví tað er so lítið smidligt.