Telduspøl til gentur nøkta framvegis ikki tørvin, men Mattel, fyritøkan aftanfyri tær langlimaðu barbiedukkurnar, ger sítt til at fáa gentuspølini á handilshillarnar. Fyrsta heitið frá fyritøkuni kom fyri einum hálvum ári síðani. Nú eru 5 donsk heiti á marknaðinum, og tey næstu trý eru longu á veg. Og tíbetur ? tí uttan mun til, hvat ein annars heldur um hesar vælsignaðu barbiedukkurnar, so er her talan um spøl av høgari góðsku.
Hetta er serliga galdandi fyri tey bæði nýggjastu í røíni, Barbie Skattajagstran í sjónum og Barbie Vakurleikastova.
Ævintýr í sjónum
Skattajagstran í sjónum er fyrsta ævintýrspælið, beinleiðis ætlað gentum. Barbie er havfrøðingur og skal finna ein skatt á havsins botni, áðrenn hin óndi Barnacle, kapteynur, finnur hann. Sum í einumhvørjum øðrum ævintýrspæli er her hópurin av uppgávum og spæli, ið skal gjøgnumførast, áðrenn ein kemur á mál. Í mun til onnur spøl av sama slagi nýtist gentunum ikki at loysa allar uppgávurnar fyri at koma víðari, og tær kunnu alla tíðina fáa hjálp. Barbie fylgist við nýsuni Sandy, sum hjálpir eitt sindur til, um ein ikki veit, hvat ein skal gera tey ymisku støðini.
Fyri at finna skattin skulu tó allar uppgávurnar loysast, men tað er heldur ikki ógjørligt. Hetta er eitt lítið spæl, kanska í so lítið. Tað kundi verið fleiri uppgávur, men spælið er heilt givið gott til tann aldursbólk, ið tað er ætlað, nevniliga gentum millum 5 og 9 ár.
Hvør er vakrast...
Somuleiðis er við Barbie Vakurleikastova. Spælið fer fram frammanfyri einum spegili. Her kunnu genturnar gera Barbie ella tríggjar av vinkonum hennara til reiðar at fara út, í brúdleyp, til føstulávint ella til arbeiðis. Tær kunnu klippa, krúlla, seta upp, lita og sanniliga eisini fáa hárið at vaksa. Har er ein rúgva av smyrslismøguleikum, ið kann gera allar gentur øvundsjúkar. Har er alt til eygnaskuggar, putur, varrastift os.fr. Tá dukkan er klár, kunnu genturnar ramma úrslitið inn og síggja dukkuna ganga modell við nýggju útsjóndini. Tað er einfalt, men liggur væl til.
Alt í lagi
Barbie spølini eru løtt at fáast við. Brúkaraflatan er fyrimyndarlig, alt einum nýtist, er beint við ella bert eitt klikk frá, og nógv hjálp fæst meðan ein spælir. So er ein ikki ovurviðkvæmur fyri sterkum litum ella vælsnaraðum modellum, so er ein Barbie CD eitt gott gávuhugskot til næsta gentuføðingardag.