meiningsfult innihald, sum í stórum er í tráð við teir tankar, sum vit í Javnaðarflokkinum hava gjørt okkum um neyðugar broytingar á hesum øki. Viðvíkjandi heitinum á fundinum í kvøld, so er tað rættiliga [...] ikki frammanundan fastlæstir. Støðan í dag er annars hon, at Tjóðveldisflokkurin er farin so langt, at hann krevur loysing her og nú. Heldur í dag enn í morgin. Í hesum fær hann onga undirtøku frá øðrum [...] hjá donsku stjórnini, professarin í løgfrøði Alt Ross, brúka orðið »ríkisfelagsskapur«, men at teir í staðin brúktu orðið »ríkiseind«. Orsøkin var hon, at felagsskapur í løgfrøðiligari talu bert er millum
MBF komin at enda. Hon var ein av teimum fáu, sum áhaldandi hevur verið virkin í MBF, síðan tann dag MBF varð stovnað í 1981. Í 1980 sendi ST út boð um allan heim, at árið 1981 skuldi útnevnast til Ár teirra [...] studentsprógv í 1951 fór hon til Danmarkar at útbúgva seg til korrespondent í enskum, týskum og fronskum. Heimafturkomin starvaðist hon sum skrivari ymsastaðni til hon tók við skrivarastarvinum í MBF. Valið [...] avgerandi, um ein felagsskapur skal síggjast aftur í samfelagnum. Vansin í slíkum felagsarbeiði er jú tann, at tað altíð vera nógv fólk, som koma og fara í nevndararbeiðinum, og um tá ikki ein er, ið kann
kvæðamentan okkara heimarætt í skúlanum, og heimarætt fær okkara kvæðamentan í nýggju fólkaskúlalógini, sum fær gildi frá 1. august 1998. Í §8, sum er um kravd undirvísingarevni í hóskandi lærugreinum og á [...] Kvæðamentan, kvøðing/føroyskur dansur. Í hesum sambandi hevur nevndin í Sláið Ring sett eina »Undirvísingarnevnd í Sláið Ring«, sum skal kunna dugna skúlamyndugleikunum í fyrireikingini og vegleiðingum innan [...] frá ungdómi í einum av okkara stóru dansifeløgum, um at fáa Sláið Ring at formidla kontakt millum ungdóm í teimum ymsu feløgunum, og gera tað møguligt at samla ungdóm (15-25 ár) úr øllum Føroyum til eitthvørt
og í gjár fóru fimm ungir føroyingar á fjakkaraferð til Suðuramerika. Ungu føroyingarnir ætla sær at vitja lond í Suðuramerika, og gongst sum ætla, verða teir ikki heima aftur fyrr enn einaferð í mai [...] vit Theodor Olsen í telefonini úr Keypmannahavn, har teir steðgaðu á, áðrenn leiðin varð løgdu suður um ekvator tíðliga gjáramorgunin. ? Vit flúgva fyrst til Rio í Brasil og verða har í einar tríggjar dagar [...] Føroyar at gera, og sum teir ætla sær at vitja. ? Gongst sum ætla verða vit ikki heima aftur í Føroyum fyrr enn í mai mánaði, men tað veldst sjálvandi um hvussu vit trívast, og hvussu verður við pengum. Vit
komandi ár. Umboð fyri reiðaríið hjá skipunum hava verið í Føroyum og hava her millum verið í Tinganesi og tosað um spurningin. Men sum skilst í Fiskivinnuumsitingini er eingin støða tikin til hendan spurningin [...] Guttormur Djurhuus hevur verið við einum av teimum japansku tunfiskaskipunum, sum hava roynt í føroyskum sjógvi í heyst. Og frágreiðing hansara frá túrinum er av Fiskirannsóknarstovuni latin føroysku pressuni [...] høgguslokkin, teir egndu, niður í ein laka við knústum hvítleyki. Hetta skuldi gera, at tunfiskurin tók betri. Tað vísti seg, sigur Guttormur Djurhuus, at fiskiskapurin var í hæddini, tá skipini byrjaðu.
at oljan skal í land í Føroyum. -Sjálvandi er tað gott at hava tað við í lógini, men tað kann sjálvandi vera eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður at taka olju í land í Føroyum. Tingmaðurin ávaraði ímóti [...] sum teir. Oljan í land, men Heine O. Heinesen helt fyri, at høvi fór at verða at viðgera lógaruppskotið í smáutun í Vinnunevndini, men hann tók onkra grein fram og vísti eisini á greinina í lógini um, at [...] ikki so ilt við at taka undir við tí mesta, sum stendur í lógini og í viðmerkingunum, tí hetta sampakkar væl við tað, sum Vinnunevndin varð kunnað um í Noregi. Hann vísti eisini á, at norðmenn hava verið
lýsingum í sjónvarpi og í bløðunum. Handilsmiðdepilin hevur eisini skipað fyri onkrum smærri skeiði. M.a. hevur eitt verið í sølu og tænastu. Og í januar fer handilsskúlin at halda skeið fyri limunum í Han [...] handilslívið ment seg sera nógv, og í dag eru fleiri handlar enn nakrantíð. Sunrid Olsen, formaður í Handilsmiðdeplinum í Runavík, heldur, ein ein grund til, at handilslívið í Runavíkini stendur so sterkt, er [...] síðani kundu teir teljast á fingrunum. Í dag eru teir einir 50... Hesi seinastu árini er Runavíkin blivin ein av størstu og fjølbroyttastu handilsmiðdeplum í Føroyum. Ikki minst hesi seinastu 10 árini hevur
umboðsnevndarfundirnar hjá SEV. Hóast alt var í hesum føri talan um størstu íløgu í Føroyum í fleiri ár. Tað, sum sermerkti hesa avgerð, var at farið var í gongd uttan at neyðugar umhvørviskanningar vóru [...] frá viðgerð í umboðsnevndini, um tað ikki positivt kann ávísast í viðtøkunum, at valdið liggur hjá umboðsnevndini. Hetta er tað øvugta av tí núverandi. Í løtuni kann umboðsnevndin taka avgerð í øllum málum [...] avskrivingarnar minka eitt sindur. Í 1998 verður roknað við einum ársúrsliti uppá 20 mió. í mun til 1997 verður ein minking í inntøkunum uppá 5 mió. og somuleiðis ein minking í útrieðslunum uppá einar 5 mió
jú er í samstarvi, og hví alt skal verður bál og brandur! Hetta sigur frákoyrdi landsstýrismaðurin, Sámal Petur í Grund við Sosialin, dagin eftir, at hann pakkaði saman í Tinganesi. Sámal Petur í Grund [...] segði honum, at skrivaði hann ikki undir, var sjálvstýrisflokkurin ikki við í samgonguni meira. Seinna hóttanin kom í januar í ár í sambandi við nógv umrødda tipsmálið. Meðan fyrra hóttanin var munlig, so [...] ikki sjálvur fara niðan í tingið við einum uppskoti. Í hesum føri skal hann leggja tað fyri landsstýrið fyrst. Sámal Petur í Grund vísir á, at tá løgmaður herfyri gjørdi greitt í røðu á tingi, at lands
nógv í havnini og handilslívinum, og vit hava nógvar tænastustovnar í kommununi, staðfestir Jákup Lamhauge. Samstundis vísir hann á, at tað er landsstýrið og landspolitiski myndugleikin í Føroyum, sum [...] liðug at leggja til rættis. Støðan Skattaprosentið í Runavíkar kommu er sett til 19,0 í 1998. Harafturat kemur eina prosentið, sum higartil er farið í kreppulánsgrunnin. Kirkjuskatturin er 0,57%, og ba [...] milliónir krónur. Komandi ár verður roknað við 31,9 milliónum í skattainntøku. Runavíkar havn gevur millum 5 og 6 milliónir í bruttoinntøku, og alt í alt heldur formaðurin, at teir við inntøkunum bæði kunnu