hann heldur fram sum venjari hjá Manchester United. Manchester United fekk fyrr í hesum kappingarárinum ein nýggjan íleggjara í Sir Jim Ratcliffe og INEOS. Síðani hava søgur verið frammi um, at Sir Jim [...] Cup finaluni. Hóast aðrir venjarar hava verið til samrøðu sambært Sky Sports, so skal Sir Jim Ratcliffe hava valt at halda fram við Erik ten Hag. Manchester United endaði á 8. plássi í farna kappingarár og
Um uppgerðin við Løkin í Runavík seint seinnapartin skal vera metingargrundarlag, so er tað heilt víst, at TB fer ikki at spæla Formula fótbólt næsta ár. Sama metingargrundarlag sigur, at uppflytararnir [...] skoraði við høvdinum til 1-0 eftir innlegg úr høgru. Bergur Djurhuus økti til 2-0 við skoti úr høgru. Fram ímóti dystarenda staðfesti Debus Danielsen trivaliga og eitt sindur óvæntaða heimasigurin. Eisini [...] kom skotið eitt sindur úr høgru og inn við nærra stólpa. Sigurin ber við sær, at NSÍ fer av 8. og fram á 5. plássið, sum TB undan hesum umfarinum var á. TB er nú nummar seks.
hestavognurin, leggja góðar rammur rundan um festivalin. “Hetta er ein frálíkur familjufestivalur. Her er ikki so nógv fólk, so køirnar til ymisku barnatiltøkini er ikki so long. Naomi hevur riðið, siglt í báti [...] laga manni at koma á festival. “Okkum dámar so væl hendan country-dámin. Tað er eyðsæð, at fyrireikararnir gera nógv burturúr, at fáa tað rætta huglagið fram.” Tónleikurin ger sjálvandi sítt, men básarnir [...] hoppiborgini. Fyri løtu síðani vóru vit og grillaðu sneiðbreyð og nú leitar hon eftir gulli. Tað er so deiligt, at alt er ókeypis fyri børnini.”
er vinnarin, sum heldur fram í kappingini, og tó at mótstøufólkini verða styrkismett undan hesum, so hendir tað javnan, at onkur heilt stór yvirraskilsi eru at síggja. Talan er um munandi færri pílar, sum [...] skjótast, og tí eru valla ráð at kiksa eina tí einastu ferð, um tann so týdningarmikla sálarliga javnvágin ikki skal fara í hundarnar. Spurningurin er so, hvussu føroysku skjúttarnir fara at standa ímóti trýstinum [...] og einstaklingakappingarnar í traditionellu bogaskjótingini vóru avgreiddar eftir evstamark okkara, so fáa føroysku skjúttarnir ikki frí enn. Longu mikudagin verður farið undir sokalaðu head to head kappingina
málum, býta tær um pláss við Stjørnuna á stigatalvuni, men hetta er sum so einasta møguliga broytingin í seinasta umfarinum. Gaman í kann Neistin við einum rimmar sigri toga seg fram um Kyndil, men hesin [...] hesin skal í so fall verða upp á 17 mál, og tað er so neyvan hugsandi. Í aðrar mátar er alt avgjørt í kvinnudeildini. VB fer til Runavíkar eftir gullinum, sum tær ognaðu sær fyri góðari viku síðani, og tó [...] til VB-kvinnurnar, so kann ikki roknast við, at veitsurómurin verður tann sami, sum hann var seinasta vikuskiftið. Í Havn verður sum sagt grannauppgerð millum Neistan og Kyndil, og so verða tað silvur-
Svenska løgreglan er ikki í iva um, at tann 25 ára gamli Mijailo Mijailovic segði satt, tá hann í síðstu viku játtaði, at tað var hann, sum stakk Onnu Lindh, uttanríkisráðharra so meint, at hon doyði á sjúkrahúsinum [...] hevur staðið fyri kanningunum hjá løgregluni, boðaði frá sjálvari ákæruni og legði fram eina 1.120 síður stóra frágreiðing um málið. Á tíðindafundinum bleiv fráboðað, at løgreglan ætlar sær bara at kalla trý [...] húgvan og buksurnar, sum Mijailo Mijailovic var í tann dagin, lægdar fram í rættinum. Klæðini, sum Anna Lindh var í, verða eisini løgd fram, og harafturat verða fingramerki nýtt sum próvtilfar. Løgreglan heldur
føroysku stórhvalaveiðuni, sum helt fram í langa tíð, eftir at danir góvust at veiða hval. Og føroyingar hava eisini verið partur av donsku sendinevndini so gott sum hvørt ár fram til í fjør, tá vit heldur ikki [...] senda fólk á ársfundirnar hjá altjóða hvalaveiðinevndini. Oftast kemur onkur fyrispurningur um grindadráp fram á ársfundunum hjá IWC, men har hevur greiða svarið frá føroyskari síðu hvørja ferð verið, at [...] at svara møguligum fyrispurningum um grindadráp á sama hátt sum higartil hevur verið svarað. Onki alment mótmæli Hóast eingi umboð fyri Føroyar við á fundinum í ár, so er landið umboðað av donsku sendinevndini
ikki sjúkur. Men Heini sigur, at prísurin í dag er so lágur, einar 17 til 18 krónur fyri kilo. Og er tað so mikið lítið, at um tað ber til at bíða, so ger man tað og vónar, at prísurin fer uppaftur. Sostatt [...] minni tá, so tað er bara at vóna, at prísurin batnar til ta tíð, sigur hann. Hann leggur afturat, at mark eisini er fyri, hvussu longi haldast kann fram við at goyma fiskin í sjónum. ? Um so verður, kemur [...] Kollafjarðar. Men tann trupulleikin er loystur í dag, so tað minni av fiski afturat kemur til kryvjivirkið. Tí var sera nógv at gera á virkinum ? serliga fram til jóla ? og arbeitt varð í tveimum vaktum. Men
frá øllum tíðarfreistum, so at málið kundi avgreiðast so skjótt sum gjørligt. Og tað gekk eisini nøkunlunda eftir ætlan eftir at meirilutin í Fíggjarnevndin legði uppskot fram um at játta Glasi góðar 28 [...] heilt onnur endamál. Og løgtingslimir føra fram, at tað er at brúka pengar í heimildarloysi. Og sum dagurin leið í dag, fór ivi brádliga at stinga seg upp um, hvat tær 28 milliónirnar, sum meirilutin í [...] gjørd í heimildarloysim tí talan er um arbeiði, ið eru umbiðin, uttan at Løgtingið hevur játtað pening til tað. Les eisini: Hetta er ikki bara spell – hetta er verri enn so Og bæði Bill Justinussen úr Miðflokkinum
gongur 1,3 prosent fram, meðan Sjálvastýrisflokkurin og Miðflokkurin ganga ávikavist 0,6 og 0,7 prosent aftur - ella 1,3 prosent til samans. Men tað merkisverda í hesi veljarakanning - fram um nakra aðra er [...] standa so at siga í stað. Úrslitið er stutt og greitt, at býtið millum samgongu og andstøðu er tað sama. Men tað merkisverda er, at meðan Sambandsflokkurin fær eina framgongd upp á 10,1 prosent, so missa [...] hevur gingið so væl sum hesaferð, har flokkurin fær 31,1 prosent. Hjá Javnaðarflokkinum hevur gongdin somuleiðis verið týðulig í øllum hesum kanningunum, hóast tað ongantíð hevur gingið so illa sum hesaferð