Svenska løgreglan er ikki í iva um, at tann 25 ára gamli Mijailo Mijailovic segði satt, tá hann í síðstu viku játtaði, at tað var hann, sum stakk Onnu Lindh, uttanríkisráðharra so meint, at hon doyði á sjúkrahúsinum morgunin eftir.
Løgreglumenninir tóktust eisini vísir í teirra søk, tá teir gjáramorgunin kunngjørdu, at Mijailo Mijailovis nú formliga er ákærdur fyri morðið. Leif Jennekvist, sum hevur staðið fyri kanningunum hjá løgregluni, boðaði frá sjálvari ákæruni og legði fram eina 1.120 síður stóra frágreiðing um málið.
Á tíðindafundinum bleiv fráboðað, at løgreglan ætlar sær bara at kalla trý vitni til rættarfundirnar. Eitt teirra er Eva Franchell, sum var við Onnu Lindh í NK-handilshúsinum vanlukkudagin tann 10.september. Harafturat skal ein rættarlækni avhoyrast sum vitni og eitt umboð fyri ein stovn í Bretlandi, sum hevur staðið fyri teimum teknisku kanningunum.
Løgreglan fer at vísa rættinum eitt fjúrtan minuttir langt sjónband úr handilshúsunum NK og PUB. Á tí sæst, at Mijailo Mijailovic gekk aftan á Onnu Lindh, og at hann var á drápsstaðnum.
Teknisk prógv
Herumframt hevur løgreglan ymisk teknisk prógv. Eitt nú verða húgvan og buksurnar, sum Mijailo Mijailovic var í tann dagin, lægdar fram í rættinum. Klæðini, sum Anna Lindh var í, verða eisini løgd fram, og harafturat verða fingramerki nýtt sum próvtilfar.
Løgreglan heldur seg hava knívin, sum varð nýttur til morðið, og blóð hjá Onnu Lindh er funnið uppi á buksunum hjá tí ákærda. Sonevndar "fibrur" av buksum hansara eru funnar uppi á knívinum og uppi á buksunum, sum Anna Lindh var í. Hetta eru tey sterkastu teknisku prógvini ímóti Mijailo Mijailovic.
-Eg væntaði, at hann fór at játta seg sekan beinanvegin, tí tey teknisku prógvini eru so góð, segði Leif Jennekvist gjáramorgunin. Hann segði, at ákæruvaldið fer at royna at prógva, at tá Mijailo Mijailovic fór í NK-handilin hendan dagin, hevði hann gjørt av at myrða Onnu Lindh. Hann mátti fara aftan á henni, og hann visti, at tað var Anna Lind, sum hann leyp á, segði Leif Jennekvist.
Dugnaligur verji
Eydnast tað ákæruvaldinum at prógva hetta, fær Mijailo Mijailovic lívlanga fongsulsrevsing, men verji hansara, Peter Althin, fer uttan iva at royna at fáa hann dømdan eftir einari aðrari lógargrein, sum gevur heldur linari revsing. Svenskir løgfrøðingar halda kortini, at tað verður trupult hjá verjanum at fáa undirtøku fyri hesum.
Hinvegin skal verjin ikki undirmetast. Tann 62 ára gamli Peter Althin er kendur sum ein sera dugnaligur verji. Fyri nøkrum árum síðani eydnaðist tað honum at fáa ein mann fríkendan. Hesin hevði fingið lívlanga fongsulsrevsing fyri morð og hevði sitið átta ár, tá tað eydnaðist Peter Althin at fáa hann fríkendan.
Umframt at vera sakførari er Peter Althin limur í svenska ríkisdegnum.
Stórur áhugi
Tað eru fá drápsmál, sum hava vakt so stóran ans, og sum hava fingið so stórt pláss í fjølmiðlunum sum Lind-morðið. Bæði svenskir og útlendskir fjølmiðlar hava fylgt málinum, og fundarhølið á løgreglustøðini í Stockholm var eisini fult av tíðindafólki, tá ákæran varð kunngjørd gjáramorgunin.
Rættarmálið ímóti tí 25 ára gamla manninum verður í einum serligum trygdarsali í rættarhúsunum í Stockholm. Tey, sum ætla sær inn hagar, verða kannað bæði væl og virðiliga. Av teimum 90 plássunum hava tíðindafólk fingið nógv tey flestu. Bara 15 pláss eru ætlað almenninginum. Men tað fer at bera til at fylgja rættarmálinum í útvarpi og sjónvarpi. Bæði svenska útvarpið og sjónvarpsrásin TV4 fara at senda haðani, men tað verður bara ljóðið, sum verður sent. Tí svensk lóg bannar myndaupptøkum í slíkum rættarmálum.
Rættarmálið um Lindh-morðið byrjar tann 14. januar og heldur fram tann 15. og tann 19.