Føroyingar ikki við á hvalaveiðifundi

Í hesum døgum hevur altjóða hvalaveiðinevndin IWC sín 52. ársfund í Adelaide í Australia. Føroyar hava í nógv ár verið umboðaðar á hesum ársfundum, men í ár hava føroyingar valt at halda seg burtur

Altjóða hvalaveiðinevndin, ið hevur til endamáls at røkja stórhvalastovnarnar og soleiðis leggja lunnar undir eini hóvligari menning av hvalaveiðiídnaðinum, hevur ársfund í australska býnum Adelaide í hesum døgum. Men hóast Føroyar mugu metast at vera áhugaverdar í hvalaveiðihøpi, so hevur Landsstýrið í ár valt ikki at senda nakað umboð á ársfundin.

Orsøkin er sambært Kate Sanderson úr Uttanlandsdeildini hjá Landsstýrinum tann, at IWC hevur mist sítt trúðvirði sum felagsskapur fyri skynsamari hvalaveiðu.

Meir enn helvtin av limalondunum í IWC hava ongantíð veitt hval, og sambært Kate Sanderson lata nógv av hesum londum seg stýra av áhugafelagsskapum ímóti hvalaveiðu í ein slíkan mun, at tey ikki taka vísindaligu tilráðingarnar til eftirtektar.

Av tí sama hevur IWC enn ikki slept einum einasta hvalaveiðibanni, hóast vísindaligu tilráðingarnar siga, at ikki allir stórhvalastovnar eru hóttir, og at tað tískil átti at verið grundarlag fyri einari avmarkaðari veiðimongd av ávísum hvalasløgum.


Eigur ikki at blanda seg í grindadráp

Millum annað hetta hevur virkað til, at føroyingar fyribils eru givnir at senda fólk á ársfundirnar hjá altjóða hvalaveiðinevndini.

Oftast kemur onkur fyrispurningur um grindadráp fram á ársfundunum hjá IWC, men har hevur greiða svarið frá føroyskari síðu hvørja ferð verið, at slíkir fyrispurningar gjarna verða svaraðir, men ikki hoyra heima í IWC samanhangi. Út frá hesi sannføring, hevur síðan verið heitt á landið, ið hevur reist fyrispurningin, um at senda fyrispurningin beinleiðis til Føroya.

Sambært føroysku myndugleikunum hoyra grind og grindadráp í veruleikanum ikki til málsøkini hjá altjóða havalveiðinevndini.

- Vit halda ikki at IWC eigur at umsita smáhvalastovnar, og hetta hava vit eisini fingið donsku sendinevndina at taka undir við, greiðir Kate Sanderson frá.

Hóast einki føroyskt umboð nú er á ársfundinum, fer danska sendinevndin framhaldandi at svara møguligum fyrispurningum um grindadráp á sama hátt sum higartil hevur verið svarað.


Onki alment mótmæli

Hóast eingi umboð fyri Føroyar við á fundinum í ár, so er landið umboðað av donsku sendinevndini undir øllum umstøðum. Tá føroyingar hava verið við á fundunum hjá altjóða hvalaveiðinevndini hevur tað somuleiðis verið sum partur av donsku sendinevndini. Við teirri ríkisrættarligu støðu, sum Føroyar hava í dag, ber ikki til at vera sjálvstøðugur limur í IWC, og talan er sostatt ikki um at føroyingar alment mótmæla felagsskapinum við ikki at møta upp til ársfundin, men heldur at fundurin stutt og greitt verður burturprioriteraður frá føroyskari síðu.

- Vit eru limir í norðurlendska hvalaveiðifelagsskapinum NAMMCO og tað halda vit vera ein meira hóskandi felagsskap at umsita smáhvalaveiðuna kring Føroyar, sigur Kate Sanderson, og leggur afturat, at tað tí er umráðandi, at føroyingar brúka sítt avmarkaða tilfeingi til at styrkja NAMMCO.

Hon dylir tó ikki fyri, at tað kann tulkast sum ónøgd við altóða hvalaveiðinevndina, at Føroyar ikki fara til ársfundin hjá IWC, men ivast í, um hetta verður lagt til merkis av hinum londunum á ráðstevnuni, við tað at Føroyar sum nevnt ikki er sjálvstøðugur limur í felagsskapinum.


Ætla ikki at bróta bannið

Í løtuni er stórhvalaveiða ikki so aktuell í Føroyum. Men grannaland okkara Noreg drepur árliga nakrar millum fimm- og sekshundrað størri hvalir. Sambært hvalaveiðibanninum, ið IWC umsitur, er tað møguligt hjá einum landi at seta seg ímóti banninum og harvið er ber til hjá viðkomandi landi at halda fram við at veiða hval.

Norðmenn settu seg ímóti banninum hjá IWC, ið varð sett í gildi í 1987, men gavst kortini við hvalaveiðu síni. Í 1993 fóru norðmenn so undir aftur at veiða hval í avmarkaðum nøgdum, hóast mótmæli frá millum øðrum IWC.

At føroyingar aftur fara at veiða hval undir verandi hvalaveiðibanni er lítið hugsandi, tí Danmark setti seg ikki ímóti hvalaveiðubanninum, tá tað varð samtykt, og tískil ber ikki til hjá føroyingum at skáka sær undan.

Men um IWC broytir støðu og aftur fer at loyva veiðu eftir ávísum hvalasløgum, so er tað hugsandi at størri hvalir fara at verða drignir upp á land í Føroyum.


Fylgja við kortini

Sum er røkist tó einki fyri at limalondini í altjóða hvalaveiðinevndini fara at semjast um at loyva gagnnýtslu av teimum hvalastovnum, ið metast at vera væl fyri.

Men hendir nakað á økinum, er tað áhugavert hjá føroyingum, og tí vendir Landsstýrið ikki blinda eygað ímóti IWC hóast alt.

- At vit ikki eru til staðar á ársfundinum merkir ikki, at vit ikki fylgja við og eru áhugað í tí, sum kemur fram á fundinum, sigur Kate Sanderson og greiðir frá, at føroysku myndugleikarnir hava gott samstarv við sendinevndirnar hjá hinum norðurlondunum og harvið fáa fylgt væl við í tí, sum fer fram.

At danir í síni tíð gjørdust limir í IWC komst í stóran mun av føroysku stórhvalaveiðuni, sum helt fram í langa tíð, eftir at danir góvust at veiða hval.

Og føroyingar hava eisini verið partur av donsku sendinevndini so gott sum hvørt ár fram til í fjør, tá vit heldur ikki vórðu umboðað á ársfundinum hjá altjóða hvalaveiðinevndini.;r fyrru ferðirnar, at Hanus Eliasen byrjaði í álopinum, og at Bjarni Jørgensen var á beinkinum.

Í tí fyrsta dystinum vórðu tríggjar útskiftingar gjørdar. Í 36. minutti komu Atli Danielsen, KÍ, og Hanus Eliasen, ÍF, á vøllin fyri Hjalgrím Elttør og Bjarna Jørgensen, og í 45. minutti kom Frank Poulsen, HB, inn fyri Áka Leitisstein Hansen.

Í næsta dystinum varð málverjin skiftur í steðginum. Tá avloysti Arnfinn í Bartalsstovu, GÍ, Pól N. Joensen. Samstundis kom Bárður Christiansen, HB, inn fyri Jann Inga Petersen. Í 45. minutti kom Frank Poulsen, HB, inn fyri Gilla Haraldsen.

Í gjáramorgunin kom Bárður Christiansen á vøllin í 31. minutti fyri Áka Leitisstein Hansen. Símun Joensen fór út í 36. minutti, og Atli Danielsen kom inn, og í 39. minutti avloysti Frank Poulsen Elfinn Ørvarodd.

jh