Hóast lið- og einstaklingakappingarnar í traditionellu bogaskjótingini vóru avgreiddar eftir evstamark okkara, so fáa føroysku skjúttarnir ikki frí enn.
Longu mikudagin verður farið undir sokalaðu head to head kappingina, sum er ein kapping, har skjúttarnir kappast ein og ein móti hvørjum øðrum í knock-out skipanini.
Tað merkri við øðrum orðum, at tað bara er vinnarin, sum heldur fram í kappingini, og tó at mótstøufólkini verða styrkismett undan hesum, so hendir tað javnan, at onkur heilt stór yvirraskilsi eru at síggja.
Talan er um munandi færri pílar, sum skulu skjótast, og tí eru valla ráð at kiksa eina tí einastu ferð, um tann so týdningarmikla sálarliga javnvágin ikki skal fara í hundarnar. Spurningurin er so, hvussu føroysku skjúttarnir fara at standa ímóti trýstinum miku- og vónandi eisini hósdagin.
Sum støðan er í løtuni, so verða at kalla allir føroyingarnir flokkaðir í ovasta styrkisbólkin undan kappingini.









