Naomi og Annika eru komnar á festival og hava lagt leiðina oman á fótbóltsvøllin, har barnaøkið liggur. Familjan hevur summarhús her vesturi, og tá er laga manni at koma á festival.
“Okkum dámar so væl hendan country-dámin. Tað er eyðsæð, at fyrireikararnir gera nógv burturúr, at fáa tað rætta huglagið fram.” Tónleikurin ger sjálvandi sítt, men básarnir, borðini, vegaskeltini og ikki minst hestavognurin, leggja góðar rammur rundan um festivalin.
“Hetta er ein frálíkur familjufestivalur. Her er ikki so nógv fólk, so køirnar til ymisku barnatiltøkini er ikki so long. Naomi hevur riðið, siglt í báti og verið í hoppiborgini. Fyri løtu síðani vóru vit og grillaðu sneiðbreyð og nú leitar hon eftir gulli. Tað er so deiligt, at alt er ókeypis fyri børnini.”