Um uppgerðin við Løkin í Runavík seint seinnapartin skal vera metingargrundarlag, so er tað heilt víst, at TB fer ikki at spæla Formula fótbólt næsta ár. Sama metingargrundarlag sigur, at uppflytararnir úr NSÍ eftir øllum at døma fara at standa seg í deildini.
NSÍ vann tryggan og uppibornan 3-0 sigur á TB, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 1-0.
Sonni L. Petersen skoraði við høvdinum til 1-0 eftir innlegg úr høgru. Bergur Djurhuus økti til 2-0 við skoti úr høgru.
Fram ímóti dystarenda staðfesti Debus Danielsen trivaliga og eitt sindur óvæntaða heimasigurin. Eisini hesa ferð kom skotið eitt sindur úr høgru og inn við nærra stólpa.
Sigurin ber við sær, at NSÍ fer av 8. og fram á 5. plássið, sum TB undan hesum umfarinum var á. TB er nú nummar seks.