20 fólk uppsøgd á Kryvjing

Fram til jóla arbeiddu tey í tveimum skiftum á Kryvjing í Klaksvík, men síðani hevur ikki verið so nógv at gera, og 20 fólk mistu teirra starv á virkinum. Í dag arbeiðir ein vakt á virkinum í mesta lagi átta tímar um dagin. Heini Gregersen, stjóri, vónar tó, at tað fer at verða meira at gera í februar ella mars mánaði

Klaksvík:
Árið 2003 royndist væl hjá Kryvjing. Virkið tók ímóti óvanliga nógvum fiski, og komst tað serliga av, at sjúka var í nógvum alibrúkum kring landið, og fiskurin mátti tískil slaktast í skundi. Virkið tók eisini ímóti sjúkum laksi frá Vestlaks í Oyndarfirði, sum tá ikki fekk loyvi til at flyta tann sjúka fiskin til Kollafjarðar. Men tann trupulleikin er loystur í dag, so tað minni av fiski afturat kemur til kryvjivirkið.
Tí var sera nógv at gera á virkinum ? serliga fram til jóla ? og arbeitt varð í tveimum vaktum. Men tá nýggja árið byrjaði var ikki nógv at gera, og 20 fólk vórðu send heim. Tey, ið eftir eru á virkinum nú, arbeiða í mesta lagi átta tímar um dagin.
? Tað er so nógv minni at gera nú, og onkrar dagar verður bert arbeitt einar seks tímar, sigur Heini Gregersen.
Laksurin, sum kemur á virkið í dag, kemur frá East Salmon í Funningsfirði, og hann er ikki sjúkur. Men Heini sigur, at prísurin í dag er so lágur, einar 17 til 18 krónur fyri kilo. Og er tað so mikið lítið, at um tað ber til at bíða, so ger man tað og vónar, at prísurin fer uppaftur. Sostatt eru hesi viðurskiftini høvuðsorsøkirnar til, at tað er so lítið av arbeiði á nýggja kryvjivirkini hjá Faroe Salmon og East Salmon á vestaru bryggju.

Betur í mars
Men Heini Gregersen sigur tó, at útlit eru fyri, at støðan fer at batna, tá komið er út í februar ella mars.
? Okkurt týðir uppá, at útboðið serliga úr Noreg verður nógv minni tá, so tað er bara at vóna, at prísurin batnar til ta tíð, sigur hann. Hann leggur afturat, at mark eisini er fyri, hvussu longi haldast kann fram við at goyma fiskin í sjónum.
? Um so verður, kemur virkið helst aftur at arbeiða í tveimum skiftum og fer at seta fleiri fólk aftur. Men tað fer tíðin at vísa.
Annars var 2003 ikki so galið ár hjá nýggja kryvjivirkinum sjálvum. 13.200 tons av laksi varð slaktað í fjør, og virkið gav avlop. Men samanumtikið var úrslitið nakað heilt annað.
? Árið royndist serstakliga illa í alibrúkunum á sjónum, men Kryvjivirkið gav sum sagt avlop, sigur Heini Gregersen.
P/f Kryvjing byrjaði sítt virksemi í november í 2002, og fyrsta heila árið gav eitt avlop.