ikki er líkt til, at tað, spælararnir sóu, fekk teir at skelva í brókunum. – Rumenia skuldi verið eitt sterkt lið, men eg má viðganga, at eg hevði væntað mær meira av teimum. Sum tað sá út í dystinum ímóti [...] ímóti Andorra, hava teir serliga tveir góðar mans úti í síðunum, men annars var spælið ikki imponerandi. Tað sigur ein av føroysku U21-spælarunum, 20 ára gamla Christian Restorff Mouritsen, sum í øllum førum [...] fara eftir javnleiki ella at vinna. Tað má vera málið hjá okkum. Sjálvur hevur Christian Restorff Mouritsen ikki verið so heppin við heilsuni, tí skaðar hava í longri og styttri tíðarbil hildið honum uttanfyri
fólkakirkjuni, men tíðaraavmarkaða starvið endaði 1. februar. Tað var Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum bað um at fáa arbeiði gjørt. Endamálið var at kanna og greina, hvør støðan er viðvíkjandi tilflytarum [...] niðurstøðan er greið. Tað er avgjørt tørvur á einum integratiónspresti, sigur tann fráfarandi, sum tí hevur mælt biskupi og kirkjuliga myndugleikanum til at gera starvið til varandi starv. – Tað hevur verið eitt [...] Lómaklett í samrøðu við Sosialin um vikuskiftið – Tað er okkara skylda sum kirkja og fólk at hugsa um næstan, uttan mun til, hvør og hvaðani næstin er. Tað er sjáldan skilagott at seta fólkasløg og mentanir
og málskjúttin var Istran Zoltan Hamar. Uppspælið var í vinstra borði, men tíverri ber okkum ikki til at siga meiri um, hvussu tað gekk fyri seg, tí hetta var í norðara borði, og sýnið var so mikið vánaligt [...] sær eini trý hornaspørk í 1. hálvleiki, men tað tóktist, sum um at tað lá í luftini, at tað longu frammanundan var greitt, at samantaldi sigurin var avgjørdur. Rættuligu royndirnar ímóti málinum kunnu [...] vánaligt, at tað var sjáldan, at vit kundu fylgja við har yviri! Tamt Ferðin í spælinum var ikki serliga høg. B36 menninir gjørdu eina roynd fyri at leggja alt tað í, teir vóru mentir, og teir tiltuskaðu sær
viðgongur tó, at tað kann hava verið eitt sindur ógvusligt hjá vanligum ferðafólki og teir vóru eisini ³nakað nær Kósini3. Men nakar vandi var ongantíð á ferð. Tað, sum hendi, var ikki annað enn tað, sum kann [...] umborð á skipið... Fult tamarhald á støðuni Men tað var nú ikki tað, sum feilti umborð á Ternuni hendan túrin. Skiparin vísur aftur at nakar sum helst vandi var á ferð, tí teir høvdu fult tamarhald á støðuni [...] hann. Hann sigur, at tað sum hendi, var, at ein stýripinnur á brúnni gekk fyri. Á brúnni hava vit nógvar stýripinnar, tríggjar í hvørjum borði. Tað, sum hendi hendan túrin var, at táið vit tóku í tann
Ísvirkið kom. Tá var P. M. Dams navn á øllum vørrum. Jeg var ikki farin úr skúlanum tá, men árið eftir var jeg við til at avreiða til virkið. Tað vóru fiskiár, haldi jeg, tí ofta var kajin avbreidd við [...] og ogur vistu, at uttan høvuðsmegi ogra, P. M. Dam, var tað ikki gjøgnumført. Hettar var undurverk og økti munandi um vinnulívið í sóknini, og tað setti síni merkir út um alt landið. Gomul vísdómsorð [...] ogra fór A/S J. Mortensen á heysin. Ein øgilig vanlukka. Tað hevði verið stór rúgva av fólki knýtt at hesum virki, nú var øskukalt. Tað hevði í longri tíð sitið ein nevnd við tí fyri eyga at keypa ein trolara
Málið um eldsbrunan í húsunum hjá AA á Tinghúsvegnum í Havn er enn ikki uppklárað. Tað var 20. juli, at eldur kyknaði í húsunum og eftir stuttari løtu stóð login út gjøgnum vindeyguni á húsunum. Funda [...] eldurin. Løgreglan var skjót á staðnum, men kortini fingu húsini stóran skaða, bæði av royki og av vatni frá sløkkiarbeiðinum. Eina viku eftir eldsbrunan boðaði løgreglan frá, at eldurin var ásettur. Jón Klein [...] Klein Olsen, varapolitiinspektørur, segði við Kringvarp Føroya, at væntandi var talan um eitt innbrot, sum endaði við, at tjóvurin setti eld á húsið. Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini sigur, at
Heiðunum Davidsen slapp at byrja inni, og hann var enntá valdur at vera liðskipari tá lið hansara, Vejle spældi áttandapartsfinalu í donsku steypakappingini á útivølli. Viljormur var skiftur út tá 64 minuttir [...] vóru farnir av dystinum. Tá Viljormur fór av vøllinum var støðan 3-1 til Vejle. Tað endaði við 3-2 sigri til Vejle. Hvidovre kom á odda tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki. Men uppá níggju gyltar minuttir
Costa Concordia, var hvørki ávirkaður av rúsdrekka ella narko, tá vanlukkan hendi 13. januar út fyri italsku strondina. Tað siga verjarnir hjá skiparinum. Francesco Schettino, sum var skipari á Costa Concordia [...] hevði alkohol í blóðinum ella rúsandi evni í kroppinum, eftir at vanlukkan var hend. Men kanningarnar vísa, at Schettino als ikki var ávirkaður av alkoholi ella rúsevnum. Eitt brúkarafelag, sum hjálpir fe [...] talsmaður fyri felagið vísir eisini á, at spor av kokain eru funnin í hárinum hjá Schettino, men ikki inni í sjálvum kroppinum. Hetta kunnu serfrøðingarnir ikki forklára. Costa Concordia liggur framvegis út
Hann var kendur sum karismatiskur frontmaður í rockbólkinum SIC, men var eisini kendur frá bólkum sum Krit, Amokk og Marra. SIC hevur í mong ár verið millum fremstu rockbólkar í Føroyum, tá tað snýr seg [...] á G! Festivalinum, og hevur altíð givið seg fult og heilt á palli. Hvør einasta konsert var episk, vill og innilig, og liva tær í minni okkara, og vit vónaðu at uppliva fleiri slíkar á G! Festivalinum. [...] seg um tunga rocktónleikin. Hetta ikki minst sangaranum Mikkjali G. Hansen, at takka, ið var ein uppliving, tá hann fór á pall. Sera nógvir tónleikarar harmast og minnast í gjár og í dag Mikkjal G. Hansen
tveir mánaðir. Nógvir belgiumenn kenna seg sannførdar um, at Marc Dutroux var ikki einsamallur um illgerðirnar, men at hann var í einum felagsskapi, har bæði politikarar, dómarar og løgreglufólk vóru limir [...] Belgia bíða fólk spent eftir, um rættarmálið fer at avdúka, hvørt Marc Dutroux var einsamallur um illgerðirnar, ella um hann var limur í einum felagsskapi, sum misnýtti børn og skipaði fyri mannahandli. [...] neyðtikið fimm gentur, men longu trý ár seinni varð hann latin leysur. Í 1996 varð hann aftur tikin. Tað eydnaðist honum at flýggja í 1998, men hann varð kortini tikin stutt eftir. Nú hann kemur fyri rættin