FÓTBÓLTUR
Í gjárkvøldið sótu allir U21-landsliðsspælararnir og hugdu at upptøkum frá dystinum millum Andorra og Rumenia, sum var tann fyrri av tveimum, ið higartil eru spældir í hesi EM-undankappingini.
Av tí at júst Rumenia er mótstøðuliðið í annaðkvøld, hevði dysturin sjálvandi serligan áhuga, men ikki er líkt til, at tað, spælararnir sóu, fekk teir at skelva í brókunum.
– Rumenia skuldi verið eitt sterkt lið, men eg má viðganga, at eg hevði væntað mær meira av teimum. Sum tað sá út í dystinum ímóti Andorra, hava teir serliga tveir góðar mans úti í síðunum, men annars var spælið ikki imponerandi.
Tað sigur ein av føroysku U21-spælarunum, 20 ára gamla Christian Restorff Mouritsen, sum í øllum førum heldur teir føroysku vera líka góðar á einum øki, sum teir rumensku:
– Kropsliga eru vit minst líka væl fyri sum teir, soleiðis sum tað sá út í hasum dystinum. Men hinvegin eru teir helst kvikari enn vit, heldur hann.
Nógv nýtt fólk
Sjálvur er Christian ein av spælarunum, sum er frá 88-árganginum, ið er tann elsti á U21-liðnum, og nú skjøtil verður settur á eina nýggja EM-undankapping, eru fleiri nýggir spælarar komnir aftrat.
– Teir báðir dystirnir ímóti Rumenia og Russlandi eru sjálvandi tveir torførir dystir, men tað verður eisini spennandi. Ikki minst, tí hópurin hjá okkum er nokk so nýggjur, sigur hann.
– Men allir eru væl fyri og rættiliga spentir, og vit gleða okkum til dystirnar. Vit ætla okkum at fáa góð úrslit, so vit fara eftir javnleiki ella at vinna. Tað má vera málið hjá okkum.
Sjálvur hevur Christian Restorff Mouritsen ikki verið so heppin við heilsuni, tí skaðar hava í longri og styttri tíðarbil hildið honum uttanfyri. Men nú kennir hann seg væl fyri.
– Eg fekk ein spark í knæið í venjingardystinum ímóti A-landsliðnum mikukvøldið, men tað forðar nokk ikki fyri, at eg verði klárur. Og sjálvur føli eg tað soleiðis, at tíðin við teimum drúgvu skaðunum er farin, so nú ræður bara um at spæla seg heitan, sigur hann.