Barnadrápsmaður fyri rættin

Fyri áttað árum síðani varð Belgia skakað, tá løgreglan avdúkaði, at Marc Dutroux hevði myrt fleiri børn. Nú kemur hann fyri rættin

Marc Dutroux hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 1996, og nú skal hann í rættin ákærdur fyri at hava myrt, neyðtikið og burturflutt minst seks gentur, sum vóru ímillum átta og tólv ára gamlar. Meiri enn 450 vitni skulu avhoyrast, og roknað verður við, at rættarmálið fer at taka minst tveir mánaðir.

Nógvir belgiumenn kenna seg sannførdar um, at Marc Dutroux var ikki einsamallur um illgerðirnar, men at hann var í einum felagsskapi, har bæði politikarar, dómarar og løgreglufólk vóru limir. At málið ímóti honum ikki kemur fyri rættin fyrr enn nú skal hava samband við, at myndugleikarnir fyrst máttu tryggja sær, at felagar hansara ikki verða drignir upp í rættarmálið.

Marc Dutroux varð longu í 1989 dømdur 13 ára fongsul fyri at hava burturflutt og neyðtikið fimm gentur, men longu trý ár seinni varð hann latin leysur. Í 1996 varð hann aftur tikin. Tað eydnaðist honum at flýggja í 1998, men hann varð kortini tikin stutt eftir.

Nú hann kemur fyri rættin, skulu 300 løgreglufólk standa á varðhaldi við dómhúsið, og sjálvur skal tann ákærdi sita í einum skottryggum búri inni í rættarhølinum. Málið vakti stóran ans fyri átta árum síðani, og áhugin er ikki minni nú. Ikki færri enn 1300 fjølmiðlar kring allan heimin hava biðið um at fáa eitt umboð inn í rættarhølið.

Í Belgia bíða fólk spent eftir, um rættarmálið fer at avdúka, hvørt Marc Dutroux var einsamallur um illgerðirnar, ella um hann var limur í einum felagsskapi, sum misnýtti børn og skipaði fyri mannahandli.