Marjun Lómaklett hevur undanfarin ár røkt starvið sum integratiónsprestur í føroysku fólkakirkjuni, men tíðaraavmarkaða starvið endaði 1. februar.
Tað var Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum bað um at fáa arbeiði gjørt. Endamálið var at kanna og greina, hvør støðan er viðvíkjandi tilflytarum og integratión í Føroyum, hvussu kirkjan kann tæna og hvønn leiklut fólkakirkjan eigur at spæla í hesum sambandi.
Nú er kannandi arbeiði gjørt, og niðurstøðan er greið. Tað er avgjørt tørvur á einum integratiónspresti, sigur tann fráfarandi, sum tí hevur mælt biskupi og kirkjuliga myndugleikanum til at gera starvið til varandi starv.
– Tað hevur verið eitt ótrúliga spennandi, gevandi og læruríkt tíðarskeið. Eg havi møtt og lært at kenna hópin av fólki úr ymsum londum, sum komin eru til Føroyar sum tilflytarar, og uppgávurnar hava verið nógvar og fjølbroyttar. Integratión er eitt nýtt átak í kirkjuni, og lítið og einki hevur verið gjørt á hesum øki frammanundan. Tí hevur kenslan verið á leið sum at gera og asfaltera vegin, meðan gingið hevur verið eftir honum, sigur Marjun Lómaklett í samrøðu við Sosialin um vikuskiftið
– Tað er okkara skylda sum kirkja og fólk at hugsa um næstan, uttan mun til, hvør og hvaðani næstin er. Tað er sjáldan skilagott at seta fólkasløg og mentanir upp móti hvørjum øðrum, tí vit eru øll menniskju og í sama báti. Tí ræður um at menna felagsskapin og kensluna at hoyra til og lyfta í felag. Tað er gott, at almennu Føroyar, bæði land og kommunur, ganga undan og orða ein greiðan og ítøkiligan politikk á økinum. Men tað er samstundis uppgávan hjá hvørjum einstøkum borgara at menna tilvitskuna um týdningin av góðari og væleydnaðari integratión. Avbjóðingin er ikki loyst, bara tí ein prestur ella ein samskipari verður settur í starv. Tað er eitt arbeiði og ein tilvitan, sum allatíðina má mennast og hjúklast um, sigur Marjun Lómaklett.
Longri samrøða við Marjun Lómaklett kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.