VIDEO: Viljormur og Vejle vunnu seg víðari í steypakappingini

(Video) Viljormur Davidsen er nú bert tveir dystir frá metinum, sum tann útlendski spælarin sum hevur spælt flest dystir fyri Vejle

Viljormur í Heiðunum Davidsen slapp at byrja inni, og hann var enntá valdur at vera liðskipari tá lið hansara, Vejle spældi áttandapartsfinalu í donsku steypakappingini á útivølli. Viljormur var skiftur út tá 64 minuttir vóru farnir av dystinum.

Tá Viljormur fór av vøllinum var støðan 3-1 til Vejle. Tað endaði við 3-2 sigri til Vejle. Hvidovre kom á odda tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki. Men uppá níggju gyltar minuttir fór støðan frá at vera 0-1 til at vera 3-1 til Vejle.

Hvidovre  – Vejle 2-3 (1-0)
15. 1-0 Magnus Westergaard
56. 1-1 Luis Henrique
61. 1-2 Diego Montiel (br.sp)
65. 1-3 Leonel Montano
88. 2-3 Tobias Thomsen

Til hendan dag hevur Julian Barnett átt metið sum útlendingurin, ið hevur leikt flest dystir fyri besta liðið hjá Vejle. Hann gjørdist sera væl umtóktur í Vejle hesi árini. Við 56 málum í 181 dystum átti hann sín stóra leiklut í, at Vejle gjørdist danmarksmeistari í 1985. 

Við dystinum í kvøld hevur Viljormur leikt 179 dystir fyri besta liðið hjá Vejle, og tí mangla sostatt bara tveir dystir í til, at metið hjá Julian Barnett rýkur.

Komandi sunnudag endar Vejle fótbóltsárið 2020 við útidysti í superliguni móti Lyngby. Fær Viljormur aftur spælitíð tá manglar bara ein dystur í at fáa serliga metið í Vejle.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá áttandapartsfinaluni í Hvidovre:

##med2##