Skiparin á italska ferðamannaskipinum, Costa Concordia, var hvørki ávirkaður av rúsdrekka ella narko, tá vanlukkan hendi 13. januar út fyri italsku strondina. Tað siga verjarnir hjá skiparinum.
Francesco Schettino, sum var skipari á Costa Concordia, bleiv kannaður, um hann hevði alkohol í blóðinum ella rúsandi evni í kroppinum, eftir at vanlukkan var hend. Men kanningarnar vísa, at Schettino als ikki var ávirkaður av alkoholi ella rúsevnum.
Eitt brúkarafelag, sum hjálpir ferðafólkunum, ið vóru við skipinum, og teimum avvarandi, hevur nú ført fram, at kanningarnar, sum eru gjørdar av skiparanum, ikki eru eftirfarandi.
Schettino bleiv handtikin bert fáar tímar eftir, at 114.000 tons tunga skipið Costa Concordia sigldi á ein boða út fyri lítlu oynni Giglio, sum liggur út fyri italsku strondini. Umborð á ferðamannaskipinum vóru tilsamans 4200 fólk. Í løtuni eru 17 lík funnin, og 13 persónar eru framvegis saknaðir.
Brúkarafelagið, Codacons, heldur lítið um kanningarnar, ið eru gjørdar av Schettino. Sambært brúkarafelagnum hava kanningarnar ikki staðfest spor av einum sissandi evni, sum Schettino sjálvur hevur sagt, at hann tók stutt fyri sjálva vanlukkuna. Ein talsmaður fyri felagið vísir eisini á, at spor av kokain eru funnin í hárinum hjá Schettino, men ikki inni í sjálvum kroppinum. Hetta kunnu serfrøðingarnir ikki forklára.
Costa Concordia liggur framvegis út fyri oynni Giglio, og helvtin av skipinum er undir vatnskorpuni. Bjargingararbeiðið heldur áfram, men enn er ikki greitt, um og hvussu skipið kann bjargast.