møguliga til at stovnseta ein serdómstól at taka støðu um Hoyvíkssáttmálin er brotin, frá máli til mál. - Í øllum førum eigur ein tílíkur dómstólur tá at hava heimild til at áleggja tapandi partinum at gjalda [...] íslendingar læra seg at halda Hoyvíkssáttmaálan, ella má hann sigast upp. Tað heldur Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Hann staðfestir, at vit hava aldrin hoyrt um trupulleikar við at selja íslendskar [...] heilt klokkugreitt, at nú mugu tey læra seg at virða og halda sínar skyldir í sáttmálanum ella má hann setast úr gildi, sigur Janus Rein. - Vit kunnu snøgt sagt ikki loyva okkum at lata standa til longur
Hoydal sigur, at nú áttu øll at sæð, hvørjar ovurstórar avleiðingarnar eru av, at peningastovnarnir sluppu at flyta sínar skipanir til eitt felag uttanlands. - Allar tær ávaringar hava víst seg at verið rættar [...] bankarnir, at verður netbankin fluttur av landinum, fer tað at geva Elektron høvi at mennast og at skapa arbeiðspláss Men tvørturímóti er tænastan versnað, gjøld eru hækkað, og verða brúkt til at fíggja eina [...] fíggjarmálum, at greiða frá avleiðingunum, tað hevur havt, at føroysku bankarnir fluttu netbanak av Elektron, til eina skipan í Danmark. Les eisini: Fimm søgd upp á Elektron Høgni Hoydal vil hava at vita, hvussu
átta mál eftir seg í fyrru hálvu av landskappingini. Hann viðgongur, at avgerðin um at seta seg uttanfyri var lættari at taka eftir at B36 hevur fingið tilgongd av Rógva Poulsen og Adrian Cieslewicz, sum [...] um. Tað er ein grund til, at vit liggja fremstir í landskappingini. Vit ætla okkum niðan at leggja trýst á, men teir hava eitt somikið sterkt lið, at vit eru greiðir yvir, at vit eisini mugu pakka okkum [...] sjálvt um hetta er ein ræðuliga spennandi uppgáva, so hava vit nú somikið breiðan hóp, at eg heldur fari at hugsa um at blíva klárur til seinnu hálvu í landskappingini, sigur Jákup á Borg. 34 ára gamli v
Hon fekk at vita, at hon ikki skuldi vænta, at tað var nokk av arbeiði í Føroyum, men henni longdist so illa eftir familjuni, at hon gjørdi av at flyta kortini. - Eg var til reiðar at liva av at arbeiða [...] tekin um, at tað bar ikki til at liva av at spæla sjónleik í Føroyum. Uppgávurnar vóru ov fáar, og tað er ov lítið til hvønn, sigur Gunnvá Zachariasen. Heimkomin gekk tó betri enn væntað at finna arbeiði [...] hevur nakað við okkara mentan at gera, og ofta halda føroyingar at amerikanarar eru yvirfladiskir, men eg upplivi tað sum ektaðan hita, og fólk eru øgiliga tilvitað um at vera inkluderandi, sigur hon.
sólarklárt, at Annika Olsen er við at knúsa eitt vælvirkandi samstarv á eldraøkinum. Hann heldur, at samstarvið millum kommunurnar í øki 2, hevur riggað framúr væl, men at henda kunngerðin lættliga kann [...] ikki nógv støddfrøði til at skilja, at minst ein kommuna kemur at standa við einum heimi og ongum umboði. Eiðis kommuna er fjórðstørst av kommununum og tískil er líkt til, at tað verður hon, sum ikki fær [...] boða frá, at tað undir ongum umstøðum kann góðtakast, at kunngerðin um røktarheim og eldrasambýlið verður sett í verk 1. september. Tað sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, sum heldur, at tað er
virka sum tey skulu. Vit vita væl, at ta eisini er ásett í kunnger, at eigarin hevur ábyrgdina av, at bilurin er í góum standi. Men tá føroyska samfelagi hevur gjørt av, at allir bilar skulu snast vi ávísum [...] er sum kunnugt, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av fersluvanlukku í vegaflutningsskipanini, Og víari verur í somu hugsjón sagt, at framhaldandi eigur at vera mia ímóti, at akførini vera útgjørd [...] vit sum samfelag vísa í verki at vit vilja. Tí stendur stjórin á Akstovuni nú í at kalla somu støu sum hesa tíina í fjør. Nevniliga vi einum langum lista vi bilum, sum áttu at fingi kanna, um eitt nú róur
lesandi, ið fáa studning. Fyri at fara eftir manninum: Tað er lætt at siga hjá teimum, ið fáa fleiri pengar at koyra bil fyri, enn lesandi fáa í hægra studningi. Fyri at fara eftir bóltinum: 380 krónur [...] “Tey siga, at tað ger ikki stórvegis mun hjá lesandi at stuðulin hækkar 10 prosent.” Soleiðis søgdu umboðini hjá samgonguni í mentanarnevndini, tá uppskotið* um at hækka lestrarstuðulin við 10 prosentum [...] prosentum varð viðgjørt. Vit í SU halda, at hendan útsøgnin er í andsøgn við málið hjá samgonguni um at venda fólkafráflyting til fólkavøkstur. Líkt er til, at hesi fýra løgtingsfólkini veruliga hava tikið hugburð
haldi, at partarnir eru samdir um leistin, tó at vit ikki hava funnið semju um endaligu upphæddirnar enn, sigur Landsstýrismaðurin. Hann sigur, at hetta er ein skipan, sum eisini ber í sær, at munurin [...] samgonguni at leggja eldraøkið undir kommunurnar at verða umsitið. Kommunurnar og landi hava verið alt annað enn samd um, fíggingina, sum skuldi fylgja við frá landinum til kommunurnar í sambandi við, at tær [...] risastórar. Men Jørgen Niclasen sigur, at nú gongur tað av álvara fram á tað er hansara greiða fatan, at partarnir eru samdir um leistin. Jørgen Niclasen sigur, at talan er um eitt endurgjald til kommunurnar
seks mánaðir eftir at tunnilin er tikin í nýtslu. Sum Sosialurin skilir, so er tað rættuliga avgerandi fyri privata felagið, at tað sleppur at arbeiða í frið fyri almenna áhuganum. At tunnilin ikki verður [...] tað fekk Rættarnevndin eisini at vita. Eisini varð ført fram, at sáttmálin als ikki er egnaður at lata almenninginum. Hann er ikki skrivaður øðrum enn samráðingarpørtunum at lesa, varð sagt. Men sum Sosialurin [...] prosent av. Rættarnevndin fekk greitt at vita á fundinum, at bummgjaldið reelt er einasti inntøkuknøttur, ið felagið kann skrúva uppá. Og tí verður ikki talan um at áseta nakran hámarksprís. Sum Sosialurin
minnisdagur, og bæði Bjørn Kalsø og løgmaður hildu, at almennu myndugleikarnir kundu gjørt meiri burtur úr degnum. - Mín persónliga áskoðan er, at vit eiga at gera 27. januar til ein altjóða minningardag um [...] heimin. Hetta tryggjar, at okkara komandi ættarlið kenna og læra av søguni, segði løgmaður. Bjørn Kalsø legði í sínum svari til Bjarna Djurholm dent á, at góðir møguleikar eru at kunna um lagnunga hjá jødunum [...] Endamálið við at gera 27. januar til minningardag er gott, og boðskapinum um at forða fyri fólkadrápi kann eg sjálvandi taka undir við. Vit eru gjøgnum fjølmiðlarnar nærum dag og dagliga vitni til, at fólkadráp