Eftir sjey og eitt hálvt ár heima í Føroyum, er yrkisleikarin, Gunnvá Zachariasen, flutt aftur til Danmarkar. Hon varð liðug við sjónleikaraútbúgvingina í 2000, og í 2005 flutti hon heim til Føroya. Øll árini, ið Gunnvá búði niðri, spældi hon javnan í Føroyum. Hon fekk at vita, at hon ikki skuldi vænta, at tað var nokk av arbeiði í Føroyum, men henni longdist so illa eftir familjuni, at hon gjørdi av at flyta kortini.
- Eg var til reiðar at liva av at arbeiða sum hjálparfólk í barnagarði, tí eg hevði fingið greið tekin um, at tað bar ikki til at liva av at spæla sjónleik í Føroyum. Uppgávurnar vóru ov fáar, og tað er ov lítið til hvønn, sigur Gunnvá Zachariasen. Heimkomin gekk tó betri enn væntað at finna arbeiði. Tjóðpallurin var júst settur á stovn, og har fekk hon fleiri uppgávur. Í 2006 stovnaði Gunnvá sjónleikarabólkin Tvazz.
Gunnvá Zachariasen flutti í 2005 niður aftur til Danmarkar.
- Við hvørt treingir tú til at síggja teg sjálva í øðrum samanhangi. Sum sjónleikari noyðist tú at menna teg alla tíðina, og sjónleikaraumhvørvið í Føroyum kann tykjast eitt sindur lítið eftir eina tíð, sigur Gunnvá Zachariasen. Tað hevur verið fantastiskt at arbeiða við sjónleiki í Danmark aftur. Mentanin er øðrvisi enn í Føroyum, og vit kundu lært nakað av dønum, heldur Gunnvá.
-
Eg havi arbeitt nógv í bæði Danmark og USA. Har eru fólk nógv meiri opin, gevandi og umfevnandi. Tað hevur nakað við okkara mentan at gera, og ofta halda føroyingar at amerikanarar eru yvirfladiskir, men eg upplivi tað sum ektaðan hita, og fólk eru øgiliga tilvitað um at vera inkluderandi, sigur hon.
- Vit hoyra ofta frá fólki, sum koma uttanífrá, at støðið í Føroyum er høgt, og tað er tað, men tað er øgiliga skjótt, at tú kanst lata teg aftur, sum umhvørvi. Vit hava tørv á nýggjum íblástri og fólk við útbúgving og øðrum hugsunarháttum og resursum. Vit hava ikki táð til ikki at vera umfevnandi, sigur Gunnvá Zachariasen.
Les alla samrøðuna við Gunnvá Zachariasen í Summar vikuskiftisblaðnum í Sosialinum, sum kom í handlarnar fríggjadagin 11. juli.