Allar ávaringarnar vóru rættar

Lyftini hildu ikki, sigur Høgni Hoydal

Allar ávaringarnar, vit førdu fram, tá ið bankarnir fluttu netbankan av landinum, vístu seg at vera rættar.

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi í kvøld.

Nú Elektron enn einaferð hevur sagt fleiri fólkum úr starvi, vil Høgni Hoydal hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, at greiða frá avleiðingunum, tað hevur havt, at føroysku bankarnir fluttu netbanak av Elektron, til eina skipan í Danmark.

 

Les eisini: Fimm søgd upp á Elektron

 

Høgni Hoydal vil hava at vita, hvussu fíggjarliga støðan er hjá Elektron, og hvørji útlitini eru fyri inntøkum, virksemi og arbeiðsplássum hjá fyritøkuni komandi árini?

Hann vil eisini hava at vita, hvussu støðan, Elektron er í nú, samsvarar við tað sum varð upplýst, tá ið netbankin varð fluttur av landinum.

 

Les eisini: Fimm fólk søgd úr starvi á Elektron

 

Sonuleiðis skal Jørgen Niclasen greiða frá, hvussu nógv tað hevur kostað eigarunum av Elektron, sum eru landsstýrið og peningstovnarnir, at flyta alt virksemið av landinum?

Og somuleiðis vil Høgni Hoydal hava at vita, hvussu nógv arbeiðspláss eru mist á Elektron, síðani bankarnir byrjaðu at flyta virksemið av landinum?

 

Høgni Hoydal sigur, at nú áttu øll at sæð, hvørjar ovurstórar avleiðingarnar eru av, at  peningastovnarnir sluppu at flyta sínar skipanir til eitt felag uttanlands.

- Allar tær ávaringar hava víst seg  at verið rættar, sigur hann.

 

Tvørtur ímóti hava lyftini frá peningastovnunum als ikki hildið. Eitt nú søgdu bankarnir, at verður netbankin fluttur av landinum, fer tað at geva Elektron høvi at mennast og at skapa arbeiðspláss

Men tvørturímóti er tænastan versnað, gjøld eru hækkað, og verða brúkt til at fíggja eina avoldaða og dýra skipan í Danmark, sum vit onga ávirkan hava á. Og arbeiðspláss og vitan, verða flutt av landinum og eru mist, sigur tjóðveldismaðurin.

 

- Talan er um eitt grundleggjandi infrakervi, sum verður flutt av landinum, ið frameftir hevur  eins stóran týdning fyri samfelagsmenningina sum vegir, brýr, tunlar, sjóvegis og loftvegis samband, sigur Høgni Hoydal.

 

- Talan er um eitt sera virðismikið og týdningarmikið tilfeingi, ið verður flutt úr føroyska samfelagnum, uttan at nakar borgari sum er tvingaður at nýta føroyskar peningastovnar, er spurdur.