B36 uttan profil ímóti Linfield

Ein av lyklaleikarunum hjá B36 verður ikki við ímóti Linfield vegna skaða.

Tá ið B36 rennur á Tórsvøll í annaðkvøld í Europa League-dystinum ímóti Linfield, verður tað uttan ein av profilunum. Tað er leikandi hjálparvenjarin, Jákup á Borg, sum hevur valt at taka seg aftur vegna afturvendandi trupulleikar við lærkrikanum og búkmusklunum.


- Nú tími eg ikki meira. Eg havi livað upp á pillarar í seks vikur, og sjálvt um hetta er ein ræðuliga spennandi uppgáva, so hava vit nú somikið breiðan hóp, at eg heldur fari at hugsa um at blíva klárur til seinnu hálvu í landskappingini, sigur Jákup á Borg.


34 ára gamli vongleikarin hevur havt eitt gott kappingarár og lagt átta mál eftir seg í fyrru hálvu av landskappingini. Hann viðgongur, at avgerðin um at seta seg uttanfyri var lættari at taka eftir at B36 hevur fingið tilgongd av Rógva Poulsen og Adrian Cieslewicz, sum báðir eru vongleikarar og kunnu røkja hansara pláss.


Jákup var sjálvur við, tá ið B36 fyri tveimum árum síðani tapti brotssparkskapping ímóti Linfield í Champions League. Hesaferð verður hann at síggja á beinkinum, har hann hevur leiklut sum hjálparvenjari hjá Sámal Erik Hentze. Jákup vísir ikki aftur, at teir ætla sær at leypa á, nú teir hava heimavøll í fyrsta dystinum.


- Vit mugu ikki víkja ov nógv frá okkara grundprinsippum. Tað er ein grund til, at vit liggja fremstir í landskappingini. Vit ætla okkum niðan at leggja trýst á, men teir hava eitt somikið sterkt lið, at vit eru greiðir yvir, at vit eisini mugu pakka okkum niður og dúva upp á umstilling, sigur Jákup og heldur fram:


- Men alfa omega er, eins og tað er við landsliðnum, at vit tora at vera til staðar og ikki vísa ov nógva virðing bara tí at teir eru útlendingar. Sjálvandi skulu vit vísa teimum virðing, men vit mugu ikki vera fjálturstungnir upp á nakran sum helst máta. Tað siga mínar royndir í hesum høpinum, sigur Jákup á Borg at enda, sum eitt nú við 61 landsdystum á baki má sigast at hava drúgvar royndir í altjóða høpi.


Dysturin ímillum B36 og Linfield verður á Tórsvølli í annaðkvøld, hóskvøldið kl.19.00.