Holocaustdagurin verður ikki almennur flaggdagur

Bæði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, ynskja tó at styrkja leiklutin hjá degnum sum altjóða minningardagur.

 

15. august setti Bjarni Djurholm Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning, um at skipa 27. januar, tað er altjóða minnisdagur fyri Holocaust, sum almennan flaggdag í Føroyum.

 

Í gjár svaraðu teir báðir so tingmanninum hjá Fólkaflokkinum. Hvørgin teirra tók undir við, at skipa dagin sum almennan flaggdag. Víst var á, at hetta er ikki vanligt aðrastaðni, enntá ikki í Ísrael. Einasta land, ið hevur skipað dagin sum almennan flaggdag, er Týskland. Tó so, dagurin verður hildin sum minnisdagur, og bæði Bjørn Kalsø og løgmaður hildu, at almennu myndugleikarnir kundu gjørt meiri burtur úr degnum.

- Mín persónliga áskoðan er, at vit eiga at gera 27. januar til ein altjóða minningardag um Holocaust, har vit í Føroyum í breiðastu merking minnist fólkadráp kring heimin. Hetta tryggjar, at okkara komandi ættarlið kenna og læra av søguni, segði løgmaður.

 

Bjørn Kalsø legði í sínum svari til Bjarna Djurholm dent á, at góðir møguleikar eru at kunna um lagnunga hjá jødunum, við støði í verandi undirvísingartilfari.

- Endamálið við at gera 27. januar til minningardag er gott, og boðskapinum um at forða fyri fólkadrápi kann eg sjálvandi taka undir við. Vit eru gjøgnum fjølmiðlarnar nærum dag og dagliga vitni til, at fólkadráp verða framd, og tað er tíverri ikki so einfalt at steðga hesum. Vit kunnu tó gjøgnum upplýsing ávara móti hugburði og atburði, sum kunnu føra til fólkadráp, segði Bjørn Kalsø millum annað í svarinum.

 

Bjørn Kalsø vísir á, at Holocaust verður viðgjørt í ymsum lærugreinum í skúlanum, og at longu í 1. flokki fáa børnini undirvísing um mannarættindi og etiskar spurningar. Tilfar um Holocaust er eisini at finna á undirvísingarportalinum Snar, eins og at fleiri bøkur, filmar, plakatir og líknandi er til taks hjá lærarum. Nám, sum er stovnur undir Mentamálaráðnum, hevur eisini bjóðað skeið í evninum Holocaust.

 

- Fyri at dagurin veruliga skal festa røtur, er neyðugt, at fyrireikingar verða gjørdar saman við kommunum, skúlum, øðrum viðkomandi stovnum og fjølmiðlum. Eg fari tí í fyrsta umfari at taka spurningin upp í landsstýrinum og eftir tað taka støðu til, hvussu dagurin kann gerast meira sjónligur merkisdagur í Føroyum.