patentloysnir Tað er sagt greitt og vit kunnu endurtaka tað her: Ætlan landsstýrisins um fullveldi snýr seg um at seta sær eitt mál, nevniliga at skapa einar sjálvstøðugar og sjálvberandi Føroyar. Tað arbeiðið [...] fólkaræði og fólkaatkvøður. Tað er alneyðugt, at løgtingið og fólkið tekur undir við ætlanunum. Tí at skapa einar sjálvstøðugar Føroyar verður ikki gjørt á løgtingi ella í landsstýrinum. Tað krevur, at øll lið [...] liðugt og ongar einstakar patentloysnir finnast uppá, hvussu vit gera tað. Landsstýrið hevur ásannað, at royndirnar av heimastýrinum og kreppuni í Føroyum og tær stóru broytingarnar í heiminum gera tað alneyðugt
grannunum og ikki bara síggja tað íslendska flaggið glíða niður eftir skíggjanum, tí tá verða samrøður at hoyra við bøndurnar um hoyterran á Norðurlandinum, og sjómaðurin í Grímsey tosar um kalva og saltfiskaprís [...] Myndir hava tað við at koma og hvørva, seta seg í hugan og umskapast í upplivan. Eg hugsi um vinkonu mína, sum komin er nakað til árs. Hugsi um svartakálk, gler, illfýsnan fyrrapart og so Ásu, sum gleið [...] andartak, stilt og verandi. Ikki tí, tað hendi einki sum so, tí í Ásu er satt veiggj. Tað var bara skelkurin, myndin, flogið. Hópurin helt leiðina fram. Sjey hóvligar konur. Tað var besta arbeiðs- og kaffitíð
vóru framúr góðar, og at allir luttakararnir eiga rós uppiborið fyri avrikið. Tá ið kappingin var so jøvn, var tað gott fyri dómararnar, at teir fingu møguleika fyri at síggja framførslurnar tvær ferðir [...] , var tað liðið, sum hevði mest av fimleiki í sínari framførslu, og Støkk vann eisini uppiborið kappingina. Framførslurnar hjá øllum feløgunum vóru bæði góðar, hugflogsríkar og spennandi, og tað hevur [...] Álvur Haraldsen Eins og siður hevur verið undanfarin ár, so var fimleikafagnaðurin gjørdur um eitt felags evni, sum fimleikafeløgini høvdu at halda seg til. Í ár var evnið áin, og tað var ógvuliga ymiskt
øðrvísi enn tá ein landsstýrismaður fer í farloyvi, tí hann skal uttanlands. Skal landsstýrismaðurin verða longur burtur, er neyðugt at seta annan persón í hansara stað. Tað sigur Annfinnur V. Hansen, advokatur [...] manni? Tað kann í veruleikanum ikki bíða stórt longur. Fiskivinnumál er so stórt málsøki, at neyðugt verður at fáa málið avgreitt skjótast gjørligt, sigur Annfinn V. Hansen. Hann heldur, at loysnin hjá [...] landsstýrismanninum at fara í farloyvi var góð. Hann var skuldsettur, og myndugleikin segði, at støða skuldi takast til skuldsetingina um stutta tíð. Hervið kom hann burtur úr brennideplinum og politisku skipanini
Sjáldan hevur tað verið so javnt og spennandi millum mansliðini hjá Kyndli og Neistanum, sum tað var sunnudagin. Munurin var ongantíð størri enn tvey mál, og í seinna hálvleiki skifti tað millum at standa á [...] skiftust liðini um at skora. Ikki fyrr enn í seinasta minuttinum eydnaðist tað øðrum liðnum at skora tvær ferðir, uttan at hitt liðið fekk mál, og tað var eisini tá, at avgerðin fall, tí tá fór Kyndil upp á 21-19 [...] Serliga Bogi Henriksen var sum ein livandi múrur, og tað var bert spell, at tað ikki rakk til stig. Nógv fólk var komið í høllina at síggja dystin, og hann gjørdist meira spennandi, enn tey flestu helst
seinna hálvleiki og skeyt tvey góð mál og vísti samstundis, at tað í øllum førum ikki verður orsakað av ov smalum hópi, um Kyndil ikki endurvinnur meistaraheitið. Kyndil FM-favorittur Tað mugu tær nú vera [...] vera favorittar at gera. Kyndil vann sannførandi á Neistanum og hevur eisini vunnið á VÍF. Enn hevur liðið ikki verið í Vestmanna og heldur ikki í Klaksvík og á Skála, men sum tað sær út í løtuni, er Kyndlaliðið [...] Neistin kom illa frá byrjan sunnudagin, og tá er tungt at koma afturíaftur. Tað var ov lítið veiggj í spælinum, og tær tyktust tungar í mun til fótfima Kyndlaliðið. Tað er framvegis saknur í knæskaddu Ingu
fingu gongd á málskjótingina. Tá H71 hevur eina sterka verju og tveir góðar málverjar, verður tað sera torført at skora móti teimum, og tað máttu strandingar ásanna leygardagin. Besti maður hjá teimum [...] málskjúttarnir hjá H71, men tað gav gott pláss til hinar, og serliga Hallur Danielsen og Bárður Brimvík gjørdu góða nyttu av holunum í StÍF-verjuni. Munurin var sjey mál í hálvleikinum, og miðskeiðis í seinna [...] viku. H71 hevur tveir góðar málverjar at velja ímillum, og hesaferð var tað John Heri Dam, sum hevði ein sera góðan dag. Í seinna hálvleiki tók hann eina rúgvu, og hvørki Artur Johansen ella John Petersen
ikki at verða. Strandakvinur løgdu seg á odda 14-13, og heilt fram til 20. minutt av seinna hálvleiki var ongantíð meiri enn tvinni mál á muni millum liðini. Men tá ið seks minuttir vóru eftir at leika [...] báðum liðunum at fáa stig burturúr dystinum, og tí byrjaði dysturin við rættuliga rótutum spæli, har tað serligani gekk illa hjá heimaliðnum. Javnur fyrri hálvleikur Áðrenn fyrsta málið hjá heimaliðnum [...] málið fór eisini at ganga betur hjá VB, og tríggjar minuttir seinni, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, stóð á jøvnum 4-4. Strandakvinnur løgdu seg aftur á odda við tveimum málum, og næstu løtuna vóru
áskoðarum tað verður rúm fyri, tá setrini eru sett upp, men hann roknar við, at talið fer at liggja onkra staðni millum fimm og seks túsund, og tað vil við øðrum orðum siga, at pláss fer í minsta lagið at verða [...] FSF upplýsir, at tað hevur einki verið gjørt við at tosa um broytingar í sáttmálanum, sum er galdandi millum FSF og Tofta Ítróttarfelag, og hann dugir ikki at ímynda sær, at hetta fer at koma uppá tal [...] rokni eg við, at tað fer ikki at koma upp á tal at spæla teir báðu fyrru heimadystirnar komandi ár í Gundadali, og harnæst rokni eg ikki við, at allir landsdystir í framtíðini fara at verða spældir í Gundadali
handara stólpan og skoraði flatt. Men B93 gavst ikki á hondum, og tá teir stutt eftir javnaðu, sá tað aftur út til, at teir fóru at taka stig frá FCK, og í donsku pressuni verður mett, at sum tað gekk, so hevði [...] enn AGF, og heimaliðið hevði onkrar upplagdar møguleikar, men teir fingu ikki mál. Dysturin var ikki serliga væl spældur, og tað komst millum annað av, at vøllurin var einki at reypa av. Tað hevur verið [...] Danmark síðstu vikurnar, og tað sást aftur á grasvøllunum, sum bæði eru tungir og uppeltir. Síðst tá AGF var í Herfølge endaði tað 1-1, og tann dysturin verður serliga mintur fyri, at Lars Windfeld í AGF málinum