Vágskvinnur framvegis uttan sigur

Hondbóltur: Sunnudagin fóru vágskvinnur fyri fimtu ferð í ár av vøllinum sum taparar, men hesaferð var nær við, at tær fingu stig

Tað hevur gingið illa í hond hjá kvinnunum hjá VB Í ár. Sunnudagin vóru kvinnurnar hjá StÍF á vitjan, og tær hava heldur ikki fingið eina ov góða byrjan upp á kappingarárið.

Tískil var umráðandi hjá báðum liðunum at fáa stig burturúr dystinum, og tí byrjaði dysturin við rættuliga rótutum spæli, har tað serligani gekk illa hjá heimaliðnum.


Javnur fyrri hálvleikur

Áðrenn fyrsta málið hjá heimaliðnum høvdu strandakvinnur fýra ferðir sent bóltin í netið hjá VB, so at tær, tá ið 10 minuttir vóru leiktir, vóru á odda 4-0.

Ikki færri enn 12 minuttir vóru leiktir av dystinum, tá ið VB fekk sítt fyrsta mál. Málið skeyt Gurið Mortensen, sum við sínum í alt trimum málum var annar av næstbestu málskjúttunum hjá VB í dystinum.

Eftir hetta málið fór eisini at ganga betur hjá VB, og tríggjar minuttir seinni, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, stóð á jøvnum 4-4.

Strandakvinnur løgdu seg aftur á odda við tveimum málum, og næstu løtuna vóru tær støðugt eini tvey mál ella meiri framman fyri vertirnar. Ikki fyrr enn tað leið móti hálvleiksteðginum, bragdaði aftur hjá vágskvinnum.

Tveir minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki, tá ið StÍF legði seg á odda 12-8, men seinastu løtuna av fyrra hálvleiki fingu vertirnir trý skjótt mál og hildu samstundis málið hjá sær reint, so at hálvleiksstøðan var ein tepur eittmálsleiðsla, 12-11, til StÍF.


Fóru frá seinastu

10 minuttirnar

Í triðja minutti av seinna hálvleiki javnaði VB til 12-12, og tá ið Sóley Mikkelsen hjá StíF í sama minutti brendi eitt brotskast fyri gestirnar, kom rættuligt lív í teir umleið 250 áskoðararnar í VB-høllini, sum nú hómaðu ein møguligan heimasigur, men so fór ikki at verða.

Strandakvinur løgdu seg á odda 14-13, og heilt fram til 20. minutt av seinna hálvleiki var ongantíð meiri enn tvinni mál á muni millum liðini. Men tá ið seks minuttir vóru eftir at leika, legði Katrin Petersen gestirnar á odda 20-16, og hóast heimaliðið fekk tvey skjót mál eftir hetta, so fingu tær ongantíð fatur á strandakvinnum aftur, sum vunnu dystin 21-18.