Ongar patentloysnir
Tað er sagt greitt og vit kunnu endurtaka tað her: Ætlan landsstýrisins um fullveldi snýr seg um at seta sær eitt mál, nevniliga at skapa einar sjálvstøðugar og sjálvberandi Føroyar. Tað arbeiðið verður ongantíð liðugt og ongar einstakar patentloysnir finnast uppá, hvussu vit gera tað. Landsstýrið hevur ásannað, at royndirnar av heimastýrinum og kreppuni í Føroyum og tær stóru broytingarnar í heiminum gera tað alneyðugt at taka politiska avgerð um Framtíðarstøðu Føroya. Tí hevur landsstýrið sett eina ætlan upp, har vit greina øll krøv og avleiðingar av, at Føroyar fáa fult sjálvsstýri, og har vit skulu samráða okkum til ein sáttmála við Danmark um samstarvið frameftir. Føroya fólk skal so út frá hesum taka støðu til um broytingin skal setast í verk.
Eitt felags mál er neyðugt
Hetta eru ikki bert tóm orð um fólkaræði og fólkaatkvøður. Tað er alneyðugt, at løgtingið og fólkið tekur undir við ætlanunum. Tí at skapa einar sjálvstøðugar Føroyar verður ikki gjørt á løgtingi ella í landsstýrinum. Tað krevur, at øll lið í samfelagnum virka fyri tí. Og endamálið við fullveldinum er at skapa grundarlag fyri nýggjari menning í føroyska samfelagnum undir nýggjum kørmum.
At leggja
karmar um framtíðina
Henda samgongan hevur ikki allar loysnirnar og samgonguflokkarnir eru í fleiri førum ósamdir um búskaparpolitik, vinnupolitik, almanna- og heilsupolitikk, arbeiðsmarknaðarpolitik o. a. Men vit hava gjørt nakrar semjur um teir grundleggjandi spurningarnar sum mugu loysast. Sum tað varð sagt í løgmansrøðuni á ólavsøku, so snýr hetta valskeiðið seg um at skipa framtíðar karmarnar um føroyska samfelagið:
· Tað snýr seg um tann grundleggjandi karmin - okkara ríkisrættarligu støðu og okkara viðurskifti við útheimin.
· Tað snýr seg um teir búskaparligu og fíggjarligu karmarnar hjá føroyska samfelagnum framyvir.
· Tað snýr seg um teir vinnuligu karmarnar bæði fyri fiskivinnuni, alternativum vinnum og eini møguligari oljuvinnu.
· Tað snýr seg um marknaðarkarmarnar, har samráðingar um nýggja avtalu við ES skulu fyrireikast og viðgerast politiskt.
· Tað snýr seg um teir innanhýsis politisku karmarnar, har uppskot til nýggja kommunuskipan skal viðgerast.
· Tað snýr seg um teir mentanarligu karmarnar, har vit skulu fóta okkum innan útbúgving, gransking og tøkni í altjóða menningini.
· Tað snýr seg um okkara vælferðarskipan, har vit skulu tryggja varandi loysnir í heilsuverkinum og í almannaverkinum.
· Tað snýr seg um útbyggingina av føroyska samfelagnum á samferðsluøkinum og møguleikarnar hjá útjaðaranum at mennast.
Teir stóru spurningarnir skulu loysast
Fortreytin fyri at loysa hesar stóru avbjóðingar, er eftir mínum tykki ein greið ríkisrættarlig støða, har vit hava tikið ábyrgdina av landinum. Semjast vit um at taka alla ábyrgdina og fáa eina skilagóða avtalu um at minka blokkstuðulin burtur, so hava vit allar møguleikar at brúka blokkstuðulin í eini skiftistíð til íløgur í framtíðina. Eg eri púra samdur við teimum sum siga, at fullveldiskjakið elvir til, at nógvir av teimum stóru politisku spurningunum hava verið ov lítið viðgjørdir. Tildømis búskapar- og vinnulívspolitikkur, pensiónirnar, almannaverkið, sjúkrahúsverkið o.a. Landsstýrið skal leggja sínar ætlanir á borðið á hesum økjum. Tað útgreiningararbeiði sum nú fer fram, skal lýsa krøvini til hesi øki, um Føroyar skulu gerast búskaparliga og politiskt sjálvbjargnar.
Vit mugu semjast
um fortreytirnar
Tað er júst tí, at tað hevur týdning, at semjast um málini fyri ríkisrættarligu støðuna. Hvussu skulu vit tildømis taka greiða støðu til pensiónsviðurskiftini, almannaverkið, heilsuverkið og skúlaverkið, um vit ikki hava eina ætlan og avtalu um, hvussu blokkstuðulin sær út í framtíðini og hvat føroyska samfelagið skal kunna bera? Hvussu skulu skulu vit leggja ein miðvísan búskapar- og vinnupolitik, tá vit ikki hava sett okkum fyri, hvør hevur ábyrgdina av fíggjarheiminum, hvørji amboð vit skulu stýra við og hvussu blokkstuðulin verður frameftir? Hvussu skulu vit gera okkara støðu mótvegis ES greiða og finna okkara pláss í altjóða viðurskiftum, tá vit lata danska uttanríkisráðharran gera av, hvat er best fyri okkum?
Hvat ber til?
Kjakið seinastu mánaðirnar hevur sannført meg um, at fáa vit ikki greitt ríkisrættarliga spurningin nú, so fer øll tann politiska orkan til meiningsleyst tos um, hvat ikki ber til, hvussu vit ikki kunnu klára okkum uttan Danmark og hvussu vit ikki kunnu vera blokkstuðulin fyriuttan. Heldur enn at viðgera, hvussu vit fáa tað at bera til.
Sjálvandi fara samgonguflokkarnir og andstøðuflokkarnir at vera ósamdir um, hvussu samfelagið skal skipast og hvussu virðini skulu býtast - eisini eftir at vit hava fingið fullveldi. Men tá fer stríðið bert at snúgva seg um okkara egnu fortreytir í landinum og ikki um ein blokkstuðul og ein politikk, sum verður lagdur á Christiansborg.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður