Dagny Joensen
Tað er ivaleyst ikki tikið hædd fyri øllum í nýggju stýrsskipnarlógini, eitt nú at landsstýrismaður verður ákærdur fyri neyðtøku.
John Petersen, landsstýrismaður í farloyvi, verður helst ikki at síggja úti í Tinganesi aftur, nú hann er ákædur fyri brot á revsilógina.
Órógvaði ikki politisku skipanina
Tá landsstýrismaðurin fór í farloyvi, var broytingin í politisku skipanini ikki stórt øðrvísi enn tá ein landsstýrismaður fer í farloyvi, tí hann skal uttanlands. Skal landsstýrismaðurin verða longur burtur, er neyðugt at seta annan persón í hansara stað.
Tað sigur Annfinnur V. Hansen, advokatur.
Kann ikki bíða stórt longur
Hvussu leingi kann so stórt øki sum fiskivinnumál bíða eftir landsstýrismanni?
Tað kann í veruleikanum ikki bíða stórt longur. Fiskivinnumál er so stórt málsøki, at neyðugt verður at fáa málið avgreitt skjótast gjørligt, sigur Annfinn V. Hansen.
Hann heldur, at loysnin hjá landsstýrismanninum at fara í farloyvi var góð. Hann var skuldsettur, og myndugleikin segði, at støða skuldi takast til skuldsetingina um stutta tíð.
Hervið kom hann burtur úr brennideplinum og politisku skipanini kundi ótarnað virka víðari, sigur Annfinnur V. Hansen.
John Petersen er farin av landinum. Er tað loyvt einum ákærdum at fara?
Løgfrøðiliga er einki, sum forðar einum ákærdum at fara av landinum. Viðkomandi skal bert møta upp, tá málið kemur fyri í rættinum, sigur Annfinn V. Hansen.
Málið fyri í rættinum um tríggjar vikur
John Petersen er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu á vári 1995. Hann er ákærdur sambært revsilógini grein 216, stk. 1, sum sigur:
» Den, der tiltvinger sig samleje ved vold eller trussel om vold, straffes for voldtægt med fængsel indtil 6 år. Med vold sidestilles hensættelse i en tilstand, i hvilken den pågældende er ude av stand til at modsætte sig hendlingen».
Í samband við skrivingina í Oygjatíðindum, sum var byrjanin til neyðtøkumálið, stevndi John Petersen Dan Klein, blaðstjóra, fyri ærumeiðing.
Í farna mánað varð málið um ærumeiðing ásett til ávísan dag, men var tikið aftur av skránni.
Av tí at revsimál verða tikin fram um borgarlig mál, kemur ákærumálið móti John Petersen í rættin fyrst, og síðani málið um ærumeiðing aftaná.
Væntandi kemur ákærumálið móti John Petersen fyri í Føroya rætti um einar tríggjar vikur.