Tað var lagt upp til ein spennandi dyst millum oddaliðini í 1. deild hjá kvinnum, tá Kyndil og Neistin hittust sunnudagin, men spenningurin fór úr dystinum so at siga beinanvegin. Tá 22 minuttir vóru spældir, var støðan 9-1 til Kyndil, og hóast Neistakvinnurnar komu eitt sindur fyri seg aftur móti endanum av fyrra hálvleiki, var munurin longu ov stórur til, at nakar ivi kundi vera um úrslitið.
Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at munurin var so stórur í byrjanini, men høvuðsorsøkin var, at Kyndil megnaði at halda Neista-toppskjúttanum Heidi Harviken frá fatinum. Norski bakkurin hjá Neistanum hevur skotið nógv mál higartil í ár, men sunnudagin skeyt hon bert tvey ? bæði upp á brotskast.
Miðverjan hjá Kyndli við Jórun Skylv Ludvig og Beintu Sørensen stóð sterk, og í hinum endanum skeyt Lotte Sørensen seks mál fyrsta hálva tíman.
Kyndil var á odda 14-5 í hálvleikinum og vann dystin 25-16. Sostatt endaði seinni hálvleikur javnur, men einu løtuna sá út til, at Neistakvinnur fóru at verða eyðmýktar. Kyndil kom upp á 18-6 fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki, men so kom meira skil á hjá Neistanum, hóast tað var alt ov seint.
Marita Hermansen vardi málið hjá Neistanum í fjør, men er nú við Kyndli, og hon gav ikki sínum gomlu liðfeløgum nakað fyri einki. Serliga í seinna hálvleiki vardi hon væl, og Frida S. Johannesen, ið hevur ein skaða sum ger, at hon als ikki skuldi spælt, skeyt fleiri góð mál frá høgra vongi. Rakul Joensen kom inn í seinna hálvleiki og skeyt tvey góð mál og vísti samstundis, at tað í øllum førum ikki verður orsakað av ov smalum hópi, um Kyndil ikki endurvinnur meistaraheitið.
Kyndil FM-favorittur
Tað mugu tær nú vera favorittar at gera. Kyndil vann sannførandi á Neistanum og hevur eisini vunnið á VÍF. Enn hevur liðið ikki verið í Vestmanna og heldur ikki í Klaksvík og á Skála, men sum tað sær út í løtuni, er Kyndlaliðið eitt sindur betri enn hini.
Neistin kom illa frá byrjan sunnudagin, og tá er tungt at koma afturíaftur. Tað var ov lítið veiggj í spælinum, og tær tyktust tungar í mun til fótfima Kyndlaliðið. Tað er framvegis saknur í knæskaddu Ingu Danberg, sum hesaferð var sett á dómaraseðilin sum spælari, men sum ikki kom inn. Rúna Wardum bleiv toppskjútti við átta málum, men hon var ein av bert fýra spælarum, sum skutu øll tey 16 málini hjá Neistanum.
Neistakvinnur vóru ósigraðar undan dystinum sunnudagin, men nú hava øll liðini í bestu kvinnudeildini tapt. Tað kundi boðað frá eini spennandi kapping, men sum nú er, tykist Kyndlaliðið at vera eina tonn betur fyri enn restin. Neistin fer at reisa seg aftur eftir tapið, men tær kunnu fáa trupulleikar, tá Heidi Harviken fer av aftur landinum. Sunnudagin gjørdi hon ikki so nógv um seg, men hon er framvegis eitt av álitunum á liðnum, har fleiri ungir spælarar eru komnir til í ár.