Terji Nielsen
Álvur Haraldsen
Eins og siður hevur verið undanfarin ár, so var fimleikafagnaðurin gjørdur um eitt felags evni, sum fimleikafeløgini høvdu at halda seg til. Í ár var evnið áin, og tað var ógvuliga ymiskt, hvussu tey ymsu feløgini høvdu valt at tulka tað.
Havnar Fimleikafelag hevði til dømis valt at hava eina á frammi undir allari framførsluni, meðan fimleikafelagið Flog úr Fuglafirði hinvegin hevði valt at byggja framførsluna á tær fýra árstíðirnar.
Framførslan heldur enn fimleikurin
Teir mongu áskoðararnir, sum vóru í Norðurlandahúsinum bæði leygardagin og sunnudagin, hava uttan iva bitið meira merki í, hvussu fimleikararnir høvdu valt at lýsa evnið, sum var valt til fagnaðin, heldur enn fimleikaliga innihaldið í framførslunum.
Ikki tí, fimleikafelagið Støkk úr Runavíkini, sum vann kappingina, var tað liðið, sum hevði mest av fimleiki í sínari framførslu, og Støkk vann eisini uppiborið kappingina.
Framførslurnar hjá øllum feløgunum vóru bæði góðar, hugflogsríkar og spennandi, og tað hevur uttan iva verið trupult hjá dómarunum at skilja millum, hvør ið var bestur, næstbestur og so framvegis.
Eftir framførslurnar í vikuskiftinum vóru tað óivað mong, sum vildu ynskt, at øll tey íðkandi feløgini høvdu fingið heiðursløn fyri sítt avrik, men tað ber tíverri ikki til, tí at ein vinnari skal finnast, og í ár gjørdist tað so Støkk úr Runavík.
Dómararnir
ikki heilt samdir
Teir tíggju dómararnir í fimleikafagnaðinum komu úr øllum hornum av landinum. Teir komu úr Havnini, Søldafirði, Gøtu, Fuglafirði, Klaksvík og av Tvøroyri.
Ein av dómarunum, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at trupult var hjá teimum um at semjast um ein vinnara.
Dómararnir vóru samdir um, at allar framførslurnar vóru framúr góðar, og at allir luttakararnir eiga rós uppiborið fyri avrikið.
Tá ið kappingin var so jøvn, var tað gott fyri dómararnar, at teir fingu møguleika fyri at síggja framførslurnar tvær ferðir.
Fimleikafelagið Flog úr Fuglafirði, sum var við á fyrsta sinni, fær eisini rós fyri sína framførslu, og dómararnir vóru samdir um, at fuglfirðingar als ikki smæddust burtur ímillum.
At dómararnir blivu samdir um, at Støkk skuldi útnevnast til vinnara av fagnaðinum, var millum annað bygt á hesar grundgevingar, sambært einum av dómarunum:
?Felagið vísti tann besta fimleikin við teimum tryggastu fimleikarunum. Haraftrat vísti hetta, at felagið hevði størst breidd av fimleikarum.
Sum rosinan í pylsuendanum kom so tann frálíki endin, har ein bylgja bleiv gjørd, sum veruliga setti trumf á?.










