á bóltin, sum fór í tóma málið. Bjarni Johansen er ein tann besti málverjin á strikuni, men hann sýndi veikleikar í luftspælinum í hesum førinum. Hann iðrar seg óivað um hetta málið. Í álopinum hevði VB [...] VB Birgir Jørgensen, ið er gamal í garði. Hann er sera sterkur í luftini, og VB royndi ofta at senda langar høgar bóltar fram til Birgir, sum í dysti við Hans á Lag royndi at høvda niður til viðleikarar [...] so tað merktist týðuliga, at Tórður Holm, ið kom inn seint í dystinum, Cieslewics og Popczynski ikki vóru við. HB vann fyri aðru ferð í ár á VB í Gundadali og hevur hálað seg av fjórða uppá annað pláss trý
hin 25. februar í 1943. Aksel eigur eisini sín stóra lut í, at reiðfólk í síni tíð fingu síni høli til rossini. Føðingardagurin hjá Akseli byrjaði við, at fleiri enn fimmti reiðfólk í skrúgongu á rossabaki [...] stallinum hjá Akseli bar leiðin í felagshúsið hjá Føroya Ríðingarfelag á økinum hjá felagnum í Havnardali, har skipað varð fyri borðhaldi, og røður vórðu hildnar. Móttøkan í sambandi við dagin hjá vinnulívs-og [...] var tí rættiliga serstøk. Fleiri røður Í felagshølunum í Havnardali bóru fólk, sum komin vóru saman at heiðra Aksel, fram røður og heilsanir. Eitt nú bóru formaðurin í Føroya Ríðingarfelag, Hans Vilhelm Lutzen
arbeiðsplássi, má ein bilur í húsið ella hjá summum kanska tveir. Tað er ikki neyðugt í Tórshavn, her koyra bussarnir ókeypis. Eg kenni ikki til húsaprísir kring landið, men eg síggi í lýsingunum, at einki [...] aleina. Húsið er so eitt – alt annað kostar nógv, og vit hava í Føroyum staðfest í einari kanning, at vit hava dýrasta kostnaðarstøði í heiminum. Hetta er sera tungt hjá øllum familjum og serliga tungt [...] gera nyttu og at gera mun í samfelagnum saman við øðrum. Aftur til longdu upplatingartíðina í barnagarðinum. Tað hevur sín kostnað fyri barnafamiljurnar at lata síni børn í hendurnar á øðrum so stóran
at hoyra á útgávu, eftir steðg í mong ár. Síðani plátuna við beiggjanum Palla við Glataðu Spælimonnunum í 1981, hevur hon ikki verið útgávuaktuell, men hevur tó virkað við í tiltøkum og sendingum av og á [...] fløgan skal síggjast/hoyrast sum ein heild. Hon er upptikin í Studio Oyravox hjá Terja Rasmussen í Nólsoy. Og hetta hevur merkt fløguna, tí tað er í stóran mun huglagið, stemningurin, ið er við til at bera [...] um tónleikarar, sum koma inn í 45 minuttir at spæla guitar, og so eru nøgdir við avrikið, tí at børnini júst tá skulu heintast í skúla ella barnagarði, ella konan er liðug í bindiklubbanum. Her slepst ongan
og tað er ikki sørt - nú tað fækkast í eldra ættarliðnum - at man leingist aftur til summardagarnar í hoyna. Eg búði í Qatar tá telefonin ringdi og ein rópandi Poul í hinum endanum, gav mær boð um at flyta [...] arbeiðsplássi í Havn, sum hann gjøgnum nógv áratíggju við fastari, men rættvísari hond, leiddi og baksaðist við. Ísland stóð hansara hjarta nær, hann var íslendskur konsul í eitt mannaminni. Men fremst í hjartanum [...] inn á gólvið í Sandagerði at vitja einkarsystrina og fáa eitt prát um leyst og fast. Hann var eitt slag av Pater Familias og hann hevur fylt ómetaliga nógv í lívinum hjá okkum fýra systkjum í Sandagerði
Konfirmatión í Oasuni, Kirkjustræti 4, Hoyvík, 10. okt. Maria Skála, Argjavegur 21, Argir (Dagurin verður hildin frá kl. 17 í Oasuni) Jann Feilberg Zachariasen, Ísaksgøta 12, Hoyvík Konfirmatión í Vesturkirkjuni [...] Rubek Nielsen, í Svanga 30, Tórshavn Embla í Ólavsstovu, Tinghúsvegur 77, Tórshavn Maibrit Reynheim Petersen, Gæsugøta 15, Tórshavn Petur Pauli Petersen, Varðabyrgi 16, Tórshavn Konfirmatión í Christianskirkjuni [...] Jørundargøta 46, Hoyvík Leiki á Mýrini, Hvítanesvegur 8, Hoyvík Fróði ì Garði Niclasen, Niðaragøta 2-7, Hoyvík (Dagurin verður hildin í B36 húsinum) Leivur Eyðgerðarson Reinert, Dýrindalsgøta 7, Hoyvík Julian
arbeiðis og mangan vága lív og heilsu, eru í míni verð alla, alla æru verd. “Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt,” sigur ein strofa í sálmi hjá Edmundi í Garði, og hóast skip og bátar eru væl tryggari [...] Bjørn Eidsvåg í vakra og sigandi sanginum, Saltvannsfolket. Og eins og hjá honum, so rennur nakað av søltum sjómannablóði í æðrunum hjá mær – sum tað ger hjá so mongum føroyingum. Abbi mín í Fuglafirði var [...] hansara – langabbi – druknaði við bryggjuna í Fuglafirði bert 44 ára gamal. Ein ommubeiggi mín, sum eisini var frágera góður sjómaður, sló út og fekk váta grøv í allarbestu árum, 28 ára gamal. Sanniliga,
Eiði og Kollafjørð í hálvtrýss ár, dittaði sær ein einasta ólavsøkutúr til Havnar, koyrdi 25 centimetrar framum hávatennirnar og skal upp til »orienterandi koyriroynd«. Hvat í Guds garði lærdi hann av tí [...] partar, um løgreglan tók í nakkan á viðkomandi og hevði heimild til at siga: Hoyr her gamli, kom til Havnar og ven teg at koyra móti hávatonnum í krossvegum og rundkoyringum fríggjadag í myldritíðini og koyr [...] n, sigur Sofus í Horni Hansen At fáa koyrikort er ikki ein mannarættur, men eini framíhjárættindi. Vit skulu hava uppiborið at fáa koyrikort, og samfelagið setir nøkur krøv til okkum í hesum sambandi.
ogn, ella privat ogn. Í dag stendur nærum á jøvnum millum óðalsjørð og landsjørð. Neyvan verður politiskur meiriluti fyri ognartøku av óðalsjørðini, so tey ognarviðurskiftini, vit í veruleikanum kunnu viðgera [...] ikki fyri ein og hvønn kostnað. Skuldin Ein av allar størstu ósemjumøguleikunum finst í skuldini. Ella rættari. Í spurninginum um, hvussu vit loysa skuldarspurningin hjá mest skuldarbundnu gørðunum. Framyvir [...] líkist jú í stóran mun skipagølunum á sinni. Illa ber til at staðfesta og hefta ábyrgdarloysi á nakran festara, um ábyrgdarhavandi lánveitari, ráðgevi, og eigari, hevur havt aktivan leiklut í verkætlanunum
nið, landsstýrismannin í vinnumálum og onnur við. Óforsvarligt Meirlutin hjá vinnunevndini, sum er Henrik Old, formaður úr javnaðarflokkin um, Heini O. Heinesen og Olaf í Garði Joensen úr tjóðveldisflokki [...] verður rætt fram, mælir meirlutin í vinnunevndini til, at verklagslógin um samferðsluhavnina í Trongisvági verður broytt soleiðis at tað beinleiðis kemur at standa í henni, at ?Grótið til samferðsluhavnina [...] ábyrgdarleyst, sigur meirilutin í vinnunevndini hjá Løgtinginum . Vinnunevndin hevur hevur havt langa og nágreiniliga viðgerð av uppskotinum um at gera samferðsluhavn í Trongisvági og nú hon hevur lagt