Hugaligt og hugfarsligt

Fløgan Rensl hjá Jakobinu er fyrst og fremst fólkatónleikur við eini av meira markantu røddunum frá áttatiárunum. Á útlendskum hevði hetta verið nevnt eitt “come back”. Stuttligt a hoyra fleiri góðar tónleikarar, ið ikki eru frammi vanliga í dag. Teir eru “hondplukkaðir” til uppgávurnar og klár eisini sín leiklut sera væl. Ein flott verkætlan og ein góð fløga, har huglagið, stemningurin, er avgjørda styrkin

Jakobina er aftur at hoyra á útgávu, eftir steðg í mong ár. Síðani plátuna við beiggjanum Palla við Glataðu Spælimonnunum í 1981, hevur hon ikki verið útgávuaktuell, men hevur tó virkað við í tiltøkum og sendingum av og á.

Men nú kemur hon aftur í aftur, og tað við fullari megi.

Fyri nøkrum vikum síðani gav Jakobina út fløguna Rensl.

Tað er enn vísuljómurin, tað fólksliga, ið er reyði tráðurin og styrkin. Jakobina Tórstún hevur við fløguni Rensl veruliga fingið roynt seg, og væl er komið burturúr.

At standa fyri - og ikki minst at samskipa - slíka verkætlan, er ikki altíð gamansleikur. Men so mikið stuttligari er tað aftaná, tá úrslitið fyriliggur, og soleiðis rokni eg við at Jakobina kennir tað nú. Tí hon hevur orsøk at fegnast, og vera stolt av fyrstu solofløguni.


Sterkt

Hon hevur savnað eitt úrvalslið av tónleikarum, ið hóska til tónleikin, og sum eru gamlir í garði, teir flestu. Og talan er veruliga um úrvalslið á meira enn ein hátt, tí við orðunum hjá Jakubina sjálvari, so eru teir “hondplukkaðir” til uppgávuna og ávísu løgini. T.d hoyrdi hon Ólav Olsen spæla horn og kendi beinanveg, at hann skuldi tulka og spæla inn instrumentala lagið, sum er á fløguni og soleiðis er gjøgnumgangandi bakgrundssøgan. Flestu tónleikararnir eru úr fólkatónleikaraumhvørvinum, har Jakobina eisini byrjaði fyri eini 25 árum síðani.

Eg fari ikki at taka eitt og eitt lag til viðgerðar, tí tað møðsamt og keðiligur lesnaður. Men eg nevni óivað nøkur løg á vegnum. Eisini meti eg, at fløgan skal síggjast/hoyrast sum ein heild.

Hon er upptikin í Studio Oyravox hjá Terja Rasmussen í Nólsoy. Og hetta hevur merkt fløguna, tí tað er í stóran mun huglagið, stemningurin, ið er við til at bera fløguna. At fólkini savnast á staðnum og eru saman, og ikki sleppa nakran veg beinanvegin aftur, er við til at skapa samanhald og atmosferu, ið hoyrist aftur. Her er ikki talan um tónleikarar, sum koma inn í 45 minuttir at spæla guitar, og so eru nøgdir við avrikið, tí at børnini júst tá skulu heintast í skúla ella barnagarði, ella konan er liðug í bindiklubbanum. Her slepst ongan veg, fyrr enn Ritan siglir, so ein kann tað sama gera sær ómak og vera við í selskapinum.

Hervið er ikki sagt, at nakað er galið við løgum og orðum á fløguni, tí tað er tað als ikki. Fleiri teirra eru rættiliga sterk, góð og ikki minst ærlig.

Lagið “Í mánalýsi” hava vit hoyrt fyrr við Deiggj, men Jakobina eigur tað, og tí er gott at hoyra hetta lag við upprunapersóninum, tí hetta er veruliga eitt gott lag. Eitt lag, ið er nakað fyri seg, sum sum festir seg.

Ikki minst lagið “Brotið” er sterkt og inniligt. Tikið úr veruleikanum, úr hjartanum, og sungið verður um, tá kærleikin brotnar og hjørtu og lív og lagnur fara í knús. Men lagið er ein troyst til hin partin, ið stóð mótfallin eftir, og ikki átti sker at klintra uppá, tá vandasjógvar skolaðu, og ongin hond tóktist rætta seg at taka hann uppá turt. Sterk lýsing og ein djørv roynd at lýsa egnar kenslur, sum hóast gjørdar meira almennar, hómast millum reglurnar.


kári

At hava fingið Kára Leivson, kára p, við á fløguna, er í hesum førinum eitt bragd. At geva fløgu út er tungt í sjálvum sær, og tí er kanska ivasamt, hvussu nógvar koma frá kára p afturat, hóast hann óivað eigur tilfar í “niðastu skuffuni”, men at Jakobina her tekur hann við í sína egnu fløguætlan er flott. Jakobina hevur sungið lagið hjá Kára alment og saman við beiggjanum Palla, og ætlandi skuldu tey syngja røddir á lagnum aftur við Kára. Men tá Kári hevði sungið sangin, stóð hann so sterkur, at tey valdu at lata hann standa, og tað var eftir míni metan væl valt og væl klárað. Kári p hevur her gjørt eina av sínum perlum, ongin ivi um tað. “Sátt” er heilt víst kandidatur at koma millum “15 tær bestu” eftir kára p.


Kenslur

Instrumentala lagið “Kærleiki” er eisini vert at taka fram. Kenslurnar, ið Jakobina her roynir at lýsa í einum av sínum allar fyrstu kompositiónum yvirhøvur, er longsul. Kærleiki og longsul, sum tá skip fara, og onkur stendur eftir við vitan og veitrar, men alt hvørvur í havsbrúnni. Einsemiskenslan, sum kærleikin og longsulin eisini eigur. Men við at lata lagið standa uttan orð, velur Jakobina at lata áhoyraran sjálvan tulka, og tað er eisini væl valt, tí orð eru upprunaliga til lagið.



Rensl er fyrst og fremst fólkatónleikur við eini av meira markantu røddunum frá áttatiárunum. Á útlendskum hevði hetta verið nevnt eitt “come back”. Stuttligt a hoyra fleiri góðar tónleikarar, ið ikki eru frammi vanliga í dag. Teir eru “hondplukkaðir” til uppgávurnar og klár eisini sín leiklut sera væl. Ein flott verkætlan og ein góð fløga, har huglagið, stemningurin, er avgjørda styrkin, saman við fleiri góðum løgum, sum fólk longu tykjast hava tukið til sín. Heilt víst ein fløga, ið ikki dettur burtur ímilum í føroyska fløgusavninum.