Vinnulív
Leygardagin 20. desember fylti vinnulívsmaðurin, Aksel Hansen í Havn, 85 ár. Tó at flestu úti um landið best kenna navnið í sambandi við vinnu, hevur Aksel at kalla alt sítt lív eisini havt stóran áhuga fyri rossum og hevur verið sera virkin innan Ríðingarfelagið, sum hann saman við øðrum var við til at stovna hin 25. februar í 1943. Aksel eigur eisini sín stóra lut í, at reiðfólk í síni tíð fingu síni høli til rossini.
Føðingardagurin hjá Akseli byrjaði við, at fleiri enn fimmti reiðfólk í skrúgongu á rossabaki komu oman til stallin hjá Akseli undir Norðrasta Horni, har tey fingu gløgg og okkurt annað leskandi.
Úr stallinum hjá Akseli bar leiðin í felagshúsið hjá Føroya Ríðingarfelag á økinum hjá felagnum í Havnardali, har skipað varð fyri borðhaldi, og røður vórðu hildnar.
Móttøkan í sambandi við dagin hjá vinnulívs-og reiðmanninum var tí rættiliga serstøk.
Fleiri røður
Í felagshølunum í Havnardali bóru fólk, sum komin vóru saman at heiðra Aksel, fram røður og heilsanir.
Eitt nú bóru formaðurin í Føroya Ríðingarfelag, Hans Vilhelm Lutzen og Svenning Reinert, sum eisini er gamal í garði, fram røður.
Óli Breckmann helt eisini eina røðu, har hann serliga legði dent á Aksel, sum hin ótroyttiliga og framúrskarandi vinnulívsmannin.
Hans Vilhelm vísti á, at hetta er ein stórur dagur, har høvi er at heiðra sjálvum stovnaranum av felagnum ein slíkan dag.
- Aksel hevur gjørt nógv fyri felagið og ungdómin hjá felagnum. Hann tók okkum við á túrar og lærdi okkum gøtur og staðarnøvn. Hann hevur verið fantastiskur fyri felagið, segði formaðurin í Føroya Ríðinfarfelag.
Svenning Reinert, ið hevur havt áhuga fyri rossum, síðan hann var smádrongur, segði, at Aksel Hansen í sínum starvi sum virkisstjóri og reiðari hevur dugað væl at kopla frá, sum hann tók til, og hann legði aftrat, at Aksel hevur verið ein framúrskarandi maður.
Gingu undan
Óli Breckmann segði, at tað fyrsta, hann minnist til navnið Aksel Hansen, var, tá tey heima við hús hjá teimum tosaðu um hesar Hansen-brøðurnar.
- Vit sótu kanska og fingu okkum ein drekkamunn – og so nevndi pápi hetta dynastiið, sum var so serligt og merkisvert. Haraftrat hevði tað so stóran týdning fyri okkara samfelag. Hesir fimm brøðurnir, sum fylgdu pápanum eftir, høvdu verið við til at gjørt Havnina og Føroyar til eitt nógv betri og ríkari pláss.
Óli segði seg eisini minnast, tá teir sum 12-13 ára gamlir dreingir fyrstu ferð skuldu til arbeiðis.
- Tað var altíð eitt ivamál, um vit sluppu uppí. Eg veit ikki, hvør gav boðini, men altíð var pláss fyri nøkrum av okkum, legði hann aftrat.
Hann segði, at ofta vóru teir fleiri hundrað, sum soleiðis fingu lummapengarnar um summarið, og sum lærdu at arbeiða fyri fyrstu ferð.
- Vit lærdu eisini at virða týdningin av tí handliga arbeiðnum – og týdningin av okkara høvuðsvinnu, segði hann.
Stórt treysti
Óli Breckmann segði, at Aksel Hansen hevur verið ómetaliga treystur sum vinnulívsmaður.
- Summi fólk skína eitt stutt tíðarskeið, kanska eini tvey ella trý skeið í lívinum – alt eftir, hvat tey fáast við.
Hann vísti á, at Aksel hevur fingist við fiski-og sjóvinnu til hendan dag.
- Eg vænti, at hann hevur verið líka so treystur sum vinnulívsmaður sum rossamaður í okkara býi og okkara samfelag.
Óli legði dent á, at høvdu vit ikki havt fólk sum Aksel og hansara, hevði føroyska samfelagið ikki verið so ríkt, og tað hevði heldur ikki verið so fjølbroytt, sum tað er í dag.
- Føroyar høvdu heldur ikki verið so fjølmentar, sum tær eru í dag. Tí standa vit sum borgarar í ómetaliga stórari skuld til júst sum menn sum Aksel Hansen, segði hann.
Trygg grund
Óli Breckmann, sum dugir at taka til, legði aftrat:
- Nú veit eg ikki, hvussu leingi okkum unnist at liva, tí eg vænti, at fleiri av okkum hava bóltað rút nógvar ferðir, áðrenn vit eru 85. Men takksemi til Aksel og hansara fara vit altíð at føla. Tí, uttan mun til, hvat vit annars fáast við í lívinum, so tørvar okkum nakað at liva av, og okkum tørvar eisini ein hellubotn at standa á, sum gevur okkum ein búskap, ið hvílir á tryggari grund.
Hann segði, at tað, sum hevur eyðkent hetta fólkaslagið, sum hann tók til, er, at teir lótu seg ikki velta av einum broti ella báðum tveimum.
- Teir mannaðu seg uppaftur hvørja ferð, og enn situr Aksel Hansen so trúliga í sessinum, segði hann.
Veldugt lívsverk
Í endanum av røðu síni bað Óli Breckmann fólk um at reisa seg og rópa eitt trífalt hurrá fyri tí manni og familju hansara, sum hevur verið við til at økt fólkatalið í høvuðsstaðarkommununi úr umleið 3.000 upp í eini 20.000.
- Aksel hevur verið við til at økt og føtt nógvar føroyingar – ja, úr 25.000 fólkum upp í næstan 50.000. Vit skulu bara vóna, at tað vera nógv fólk, sum kunnu fylgja í Akselsa fótasporum og kunnu gera honum velduga lívsverkið eftir, segði Óli Breckmann.