HB reistist

HB tók seg uppá annað pláss eftir uppiborna sigurin á føroyameistarunum VB, havnarliðið fekk samstundis uppreisn eftir tvey tap á rað. Tey bæði veingjaskerdu liðini spældu ikki nakran góðan dyst, men HB hevði fleiri málmøguleikar enn VB, ið sum heild hevði ilt við at fóta sær

 

HB ? VB 2-1 (1-0)


Fótbóltur


Tað vóru tvey lið við ógvuliga skerdum álopum, ið sunnudagin fóru á vøllin í Gundadali. HB hevði ikki Una Arge og Andrew av Fløtum at dúva uppá, meðan vágbingar saknaðu Robert Cieslewics, ið hevur leikbann, og leikandi venjaran Krzyzstof Popczynski.

Tað var eyðsæð frá byrjan av, at hesir leikarar ikki vantaðu á vøllinum, og serliga VB hevði ilt við at vera hesar týdningarmiklu leikarar fyriuttan.

Tó so, leikararnir, sum komu í teirra stað, kempaðu væl og gjørdu sítt til at geva verjunum trupulleikar.


HB betri byrjan

Tað var heimaliðið, ið kom betri frá byrjan. HB hevði nakrar naskar royndir, sum tó ikki nervaðu Bjarna í VB-málinum stórvegis. Hinvegin var VB heldur ikki fyri ongum, og teir leitaðu sær eisini niðan á HB-hálvuna. Jón Pauli Olsen hevði vandamiklastu royndina hjá VB fyri steðgin, tá hann fluktaði eitt innlegg frá Marek móti málinum, men Bárður gjørdi eina góða bjarging.

Tað var sum um at dysturin gekk í tómgongd eftir tær fyrstu royndirnar, men so við eitt fekk HB mál eftir hálvan tíma. Allan sendi hornaspark innfyri, har Bjarni leyp út eftir bóltinum, men fór skeivur. Við handaru stong stóð lágvaksni áleyparin Bárður Mortansson og setti høvdið á bóltin, sum fór í tóma málið.

Bjarni Johansen er ein tann besti málverjin á strikuni, men hann sýndi veikleikar í luftspælinum í hesum førinum. Hann iðrar seg óivað um hetta málið.

Í álopinum hevði VB Birgir Jørgensen, ið er gamal í garði. Hann er sera sterkur í luftini, og VB royndi ofta at senda langar høgar bóltar fram til Birgir, sum í dysti við Hans á Lag royndi at høvda niður til viðleikarar.

Tað var eftir eina slíka støðu, at VB fekk mál, sum tó var kolldømt. Marek sendir høgan bólt inn í HB-brotsteigin, har Birgir vinnur luftbóltin móti Hans. Bólturin dettur fyri føturnar á tveimum VB-arum, ið hava ilt við at avgera, hvør teirra skal skjóta. Eftir einar tvær royndir endar bólturin í netinum, men tá er annar av vágbingunum dømdur at vera rangstaddur.


Opin dystur

Seinni hálvleikur var meira opin enn fyrri. VB var aftanfyri og fór tí eitt sindur longri fram á vøllin í strembanini eftir einum útjavnandi máli.

Marek Vierzbicki stóð fyri øllum tí uppbyggjandi spælinum hjá VB, men tað tóktist sum hinir leikararnir ikki megnaðu at fylgja hansara tonkum. Hann var ov einsamallur og hevði tí ilt við at seta nakað veruligt álop í gongd.

At VB fór longri fram gav HB møguleikan til nøkur skjótálop. Hetta er ein av stóru dygdunum hjá HB, men hesuferð fingu havnarmenninir ikki nóg stóra úrtøku burturúr.

Fleiri ferð var vandi á ferð frammanfyri VB-málinum, men HB-ararnir vóru ikki nóg neyvir og avgjørdir í avgerandi løtuni.

Gestirnir vóru ikki tó ikki fyri ongum. Birgir Jørgensen gav HB verjuni høvuðbrýggj nakrar ferðir, men ongantíð vóru royndirnar eins naskar sum í hinum endanum. Hans á Lag og Jón Rói Jacobsen stóðu stinnir í miðverjuni, so saknurin av Jóhannisi Joensen var ikki so stórur.


Allan avgerð

Allan Mørkøre hevði allan seinna hálvleik havt ríkiligt av plássi í høgru síðu, og tað var eftir eitt av hansara væl kendu gjøgnumbrotum úr høgru, at klaksvíkingurin avgjørdi dystin til ein HB sigur. Allan dróg við fullari ferð framvið Eyðuni Jacobsen og inn í VB-brotsteigin. Ístaðin fyri at leggja bótin innfyri snýtti Allan VB-verjuna og dróg sjálvur innfyri málið. Hann var nú staddur tætt undir málinum og hevði lætt við at leggja HB framum 2-0.

Eingin vón var nú hjá VB at fáa stig burturúr dystinum, men Marek gjørdi tó ein vørr áðrenn dystarlok. Vagnur Mortensen var dømdur at forða Marek í einum gjøgnumbroti beint uttanfyri brotsteigin.

Óbeinleiðis fríspark til VB. Jón Gærdbo trillar stutt til Marek, sum sendir bóltin í handara stólpa og inn. Bárður Johannesen skuldi havt vart fyri í hesari síðuni, men lat seg snýta og var fangaður á skeiva beininum.

VB tveitti nú alt fólkið fram, men HB megnaði at halda málið reint teir seinastu minuttirnar.

HB megnaði sostatt at fáa trý stig til høldar, hóast Uni, Andrew og Jóhannis ikki vóru við. Teir hava nú sjálvsálitið í lagi undan dystinum móti B36 í hálvfinaluni hósdagin.

VB er hinvegin steðgað upp eftir tveir sigrar at byrja við. VB hevur ikki so breiðan hóp sum HB, so tað merktist týðuliga, at Tórður Holm, ið kom inn seint í dystinum, Cieslewics og Popczynski ikki vóru við.

HB vann fyri aðru ferð í ár á VB í Gundadali og hevur hálað seg av fjórða uppá annað pláss trý stig eftir oddaliðið GÍ.


HB-VB 2-1 (1-0)

1-0: Bárður Mortansson 33

2-0: Allan Mørkøre 75

2-1: Marek Vierzbicki 90


Dómari: Petur Hansen (LÍF)


HB: Bárður Johannesen ? Janus M. Joensen, Jón Rói Jacobsen, Hans á Lag, Vagnur Mohr Mortensen ? Hallur Danielsen, Rógvi Jacobsen, Rúni Nolsøe, Allan Mørkøre ? Bárður Mortansson, Pætur M. Dahl

VB: Bjarni Johansen ? Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Predrag Ziskovic, Jón Pauli Olsen ? Palli Augustinussen, Olivur Abrahamsen, Gisli Sveinbjørnsson, Jón Gærdbo ? Dan Djurhuus, Birgir Jørgensen