Hvør hugsar um familjurnar?

Vit kenna alt ov væl týdningin av at hava eitt lønandi starv. Í flestu familjum er tað enntá neyðugt at hava tvey lønandi størv fyri at kunna gjalda hvørjum sítt

Tað er sera kostnaðarmikið at seta búgv, at keypa ella byggja hús. Um ein býr á bygd, langt burtur frá mið­staðarøkinum, so er kostn­aðurin fyri eini hús eisini høgur. Býr ein langt frá sínum arbeiðsplássi, má ein bilur í húsið ella hjá summ­­um kanska tveir. Tað er ikki neyð­ugt í Tórshavn, her koyra bussarnir ókeypis.
Eg kenni ikki til húsa­prísir kring landið, men eg síggi í lýsingunum, at einki hús verður goldið við einari vanligari løn aleina.
Húsið er so eitt – alt ann­að kostar nógv, og vit hava í Føroyum staðfest í einari kanning, at vit hava dýrasta kostnaðarstøði í heiminum. Hetta er sera tungt hjá øllum familjum og serliga tungt hjá barnafamiljum at klára. Hjá flestu familjum røkkur lønin ikki til, og ein má tamba og toga fyri at fáa endarnar at røkka saman. Hjá mongum gongur tað bert við vælvild frá bankunum.
Í nógvum familjum er avleiðingin, at foreldrini arbeiða meira fyri at fáa alt at hanga saman. Fyri at for­eldr­ini kunnu verða til arbeiðis, er neyðugt við ein­um góðum barnagarði, har børnini fáa møguleika fyri, saman við øðrum børn­um, at vaksa upp í einum gevandi og menn­andi um­hvørvi, burtur frá familj­uni. Hetta hevur eisini sín kostnað, og tað er eingin ivi um, at fólk fegin gjalda tað, tað kostar børnunum at ganga í barnagarð.
Vit lesa nú, at barna­garð­urin á Sandi letur upp kl. 6.15 fyri at taka atlit til tey foreldur, sum skulu ferðast langa leið fyri at røkja sítt borgarliga starv. Tað er gott, at kommuna tekur tílík atlit til barnafamiljurnar á oynni, tí annars er vandi fyri, at tær flyta aðrastaðni at búgva. Tá so skal verða, er tað eisini gott, at tað eru námsfrøðingar, sum eru um børnini so tíðliga á morgni.
Føroyska samfelagið er nógv broytt seinastu árini, og familjan hevur ein annan leiklut í dag, sæð í mun til fyri bert 20 árum síðani. Omm­urnar og abb­arnir arbeiða eisini, tí tey hava sítt at gjalda. Eg vil her skoyta uppí, at tað at hava eitt arbeiði at fara til hvønn dag ikki bara er ein spurningur um pengar, men ein spurn­ing­ur um samleika. Tað er eisini ein spurningur um at gera nyttu og at gera mun í sam­felagnum saman við øðrum.
Aftur til longdu upplat­ingartíðina í barnagarðinum. Tað hevur sín kostnað fyri barnafamiljurnar at lata síni børn í hendurnar á øðrum so stóran part av degnum. Kanska er tað eitt sindur idylliserað, tá eg hugsi um morgnarnar, har børnini sita í náttklæðum og eta morgun­mat, meðan mat­pakk­arnir verða smurdir og øll meira ella minni skunda sær at sleppa av húsinum innan ávísa klokkutíð. Men tey eru har, familjan, saman um hetta ritualið hvønn morgun ár út og ár inn. Tað er ein partur av tí at vera familja.
Ein stórur partur av tí at verða familja er nú flutt­ur í barnagarðin, og tað hevur verið neyðugt, fyri at hvør kann geva sítt til sam­felagsmenningina og væl­ferðar­­samfelagið. Tó hugsi eg, at nú er tíðin komin til at steðga á eina løtu. Og eg hugsi ikki, at kvinnurnar ikki skulu arbeiða ella skulu fara niður í tíð. Eg hugsi heldur ikki, at menninir skulu fara á skúla heldur enn arbeiða í sjóvinnuni. Eg hugsi ikki, at ommur skulu gevast at arbeiða fyrr. Eg hugsi, at væl­ferðarsamfelagið Føroyar er við at týna síni egnu børn.
Hetta skal skiljast á tann hátt, at meðan børnini eru smá og hava tørv á at verða undir umsjón av vaksnum fólki, eru tey árini, har foreldrini eru mest upphongd av at forvinna pening til lívsins uppihald. Fleiri hava enntá fleiri størv fyri at klára sítt. Hetta er tíðin, har familjurnar hava størstan tørv á at vera sam­an og at hava vaknar tímar saman, at hava upp­livingar saman.
Vit koma at síggja børn, sum mugu verða í barna­garði í upp til 10 tímar um dagin ella meira. Tað setur stór krøv til bæði børnini, námsfrøðingarnar og til familjurnar. Tað er ábyrgd politikkarans at skapa møgu­leikar hjá baran­familj­unum at velja nakað annað. Hetta kann gerast við at skapa sosialar skipanir, sum taka atlit til familjuna sum heild frá vøggu til grøv. Familjurnar skulu nokk gjalda sjálvar, tað gera tær frammanundan. Tað kann eisini gerast við at skipa arbeiðsmarknaðin á annan hátt. Longt barsilsfarloyvi og familju­farloyvi. Tað eru óivað nógvar góðar loysnir at finna. Familjurnar hava í løtuni bara einki í at velja, annað enn at renna eftir hvørjari krónu og gjalda landi­­num aftur 2/3 av henni og rest­ina til ovur­honds dýru vørur­nar í handlunum.
Mítt boð er tí, at føroy­skur familjupolitikkur fram­­yvir tekur atlit til barna­­familj­urnar, soleiðis at teim­­um er eitt familjulív lagað.