Eins akkerskend, jarðarlóggávan er, tá ið hon hevur vunnið frama, eins trupul er hon at fáa í eygað. Tað verður altíð havt á orði á tingi, at einki skapar so nógv politiskt stríð og eldhuga á tingi, sum lógaruppskot viðvíkjandi jørð og landbúnaði. Og sjálvandi hava jørð og landbúnaður týdning hjá allarflestu føroyingum, so ella so. Grein-skrivarin ikki undantikin.
Undarligt er tað tó, at vit kunnu hava so ymiskar hugsanir um føroyskan landbúnað. Ein evarska lítlan part av vinnuligu og búskaparligu Føroyum, men ein part, sum, mentanarliga og kensluliga, eftir øllum at døma lættliga fær politisku sinnini í kók, nær tað skal vera.
Hvar er ósemjan?
Men eru vit nú so ósamd kortini, ella rættari, hvat hava vit at vera so ósamd um?
Jú, vit kunnu vera ósamd um ognarviðurskiftini, um jørðin skal vera almenn ogn, ella privat ogn. Í dag stendur nærum á jøvnum millum óðalsjørð og landsjørð. Neyvan verður politiskur meiriluti fyri ognartøku av óðalsjørðini, so tey ognarviðurskiftini, vit í veruleikanum kunnu viðgera, er landsjørðin.
Selja smáu festini
Nakað einfalt sett upp, so er landsjørðin aftur býtt upp í festigarðar og leigutraðir (smærru festini). Her kunnu vit meta um, um støðan skal vera, sum hon er, ella um vit skulu selja leigutraðirnar burtur av, t.d. festini undir eina mørk, ella um øll landsjørðin skal seljast.
Ikki er rætt at lata standa til, uttan samstundis at gera av, um vit skulu hava vinnurekandi garðar í Føroyum ella ikki. Eisini skulu vit gera av, um tað er rímiligt, at summi fáa ókeypis nýtslurætt til leigutraðir, eftir ivingasomum tillutingarháttum, meðan onnur skulu rinda pening fyri grannateigin. Lítið er, sum talar fyri hesum seinna, tí sera trupult verður hjá landsstýrismanninum (Jarðarráðnum), at umsita eina skipan, sum setur allar landsins borgarar, ið ynskja sær eina leigutrøð, javnt fyri lógini.
Men skulu so leigutraðirnar tillutast størru festarunum? Sæð í mun til at fáa betri rakstur á gørðunum, so er tað uttan iva rætt. Hinvegin, so verður nærum ógjørligt at fáa tað ígjøgnum politisku skipanina. Tí er helst rættast at selja smáu festini fyri eina upphædd, ið líkist marknaðarvirði.
Óliðilig skipan
Verandi støða hjá flestu festigørðunum er ikki nøktandi. Nakað ymiskt er, hvussu hilnast, men teir flestu garðarnir eru eitt baks at fáast við í dag. Antin av ov stórari skuld, ella av ov avmarkaðum vakstrarmøgleikum. Ein óliðilig skipan, har ættbundin skuldarkensla rennur um kapp við langa arbeiðsviku og vánaliga úrtøku. Ei heldur er landbúnaðurin á einari vinnu-ligari rennibreyt, tá hugsað verður um eitt nú partafelagslóggávu. Helst er ein greiður meiriluti fyri, at hús, fjós og vinnutól gerast ogn hjá festarunum, og verða rikin vinnuliga sum slík.
Føroysk framleiðsla
Við fáum undantøkum, so eru tað festigarðarnir, sum eru mjólkar- og neytakjøtsframleiðararar. Vit kunnu vera politiskt ósamd í, um vit skulu hava føroyska landbúnaðarframleiðslu. Føroyska mjólkarframleiðslu, neytakjøtsframleiðslu, ella t.d. føroyska eplaframleiðslu. Tað eru politikarar, sum halda, at ikki er neyðugt við føroyskari landbúnaðarframleiðslu. Grundgevingarnar fyri og ímóti kunnu vera ymiskar. Alt frá mentan til sjálvbjargni, og av heilsubótarávum, hevur verið nevnt.
Tá ið til stykkis kemur, er helst ein greiður meiriluti fyri føroyskt framleiddari mjólk, kjøti og eplum, men ikki fyri ein og hvønn kostnað.
Skuldin
Ein av allar størstu ósemjumøguleikunum finst í skuldini. Ella rættari. Í spurninginum um, hvussu vit loysa skuldarspurningin hjá mest skuldarbundnu gørðunum. Framyvir skal skott vera millum lánveitara og eigara, og spurningurin er um ikki garðarnir, riknir sum partafeløg, kundu verið ein serligan búnaðarbanka fyriuttan.
Verandi støða er ikki nøktandi, og um vit vilja tað ella ikki, so noyðast vit at sanera stóran part av gørðunum. Sanering er aldrin samhaldsføst, ella rættvís, men í flestum førum neyðug, tá ið støðan er vorðin, sum hon er, og pengar eru farnir fyri skeytið.
Sera ivingarsamt er eisini, um vit kunnu seta treytir um festiskifti, tá ið vit sanera. Støðan líkist jú í stóran mun skipagølunum á sinni. Illa ber til at staðfesta og hefta ábyrgdarloysi á nakran festara, um ábyrgdarhavandi lánveitari, ráðgevi, og eigari, hevur havt aktivan leiklut í verkætlanunum. Tað er eisini ógvuliga ymiskt frá garði til garð, hvør virðisøking liggur eftir hjá eigaranum, t.e. hjá landinum.
Landsjørðin verandi almenn
Tíðin er neyvan búgvin, um hon nakrantíð verður tað, at einskilja festijørðina á festigørðunum. Útsagnirnar eru ymiskar; "skal vera landsjørð", "so fer onkur at leggja alt undir seg", "tryggjar okkum javna mjólkarframleiðslu", "miðstaðarspekulasjón". Samanumtikið kunnu grundgevingarnar fyri at varðveita minna partin av føroysku jørðini sum landsjørð tykjast nakað tunnar og "hykleriskar", men hinvegin er tað ein rættiliga rótrunnin fatan, sum ikki skal undirmetast. Eitt slíkt uppskot vinnur neyvan frama á tingi.
Tað er allarhelst at fara skeivur, tá ið tú dittar tær at gera viðmerkingar til landbúnaðarviðurskifti í Føroyum. Hetta er tí ikki ein hugsjónarlig grein, men bert ein jánkaslig prag-mat-isk roynd at lýsa eitt fyri mær týðandi samfelagøki, sum í alt ov stóran mun er bundið upp av vanahugsan, og vantandi politiskum loysnum.
Vónandi er her sáddur onkur spírin í politisku royndini at velta føroyska landbúnaðin av nýggjum.