Samferðsla
Suðuroy: Arbeiðið at gera nýggja samferðsluhavn í Trongisvági og arbeiði at gera tunnil ímillum Øravík og Hov, skulu tengjast saman.
? Og tunnilin skal vera gjørdur eftir uppskotinum, sum norska felagið NCC hevur boðið sær til at gera og sum er nógv betri enn tann, sum Landsverkfrøðingurin hevur skotið upp at gera.
Alt annað er ábyrgdarleyst, sigur meirilutin í vinnunevndini hjá Løgtinginum .
Vinnunevndin hevur hevur havt langa og nágreiniliga viðgerð av uppskotinum um at gera samferðsluhavn í Trongisvági og nú hon hevur lagt úrslitið fyri tingið aftur, er ein stórur meirilutin av henni sinnaður at ganga ynskjunum frá Suðuroyingum á møti.
Tengja arbeiðini saman
Samstundis, sum ætlanin hevur verið at gera nýggja samferðsluhavn, hevur verið tosað um at gera tunnil ímillum Øravík og Hov.
Landsverkfrøðingurin hevur skotið upp at gera tunnilin uppi í hæddini, tí hann vil leggja hann har ið jarðfrøðiligu viðurskiftini eru tey bestu. Í sambandi við hendan tunnilin skulu 4,2 kilometrar av nýggju mvegi gerast og tá slepst heldur ikki undan tí ringasta strekkinum á leiðini, tí tað er brekkan úr Hovi, niðan á Milliónsvingið.
Men hesa loysnina hildu suðuroyingar lítið um.
Tað fekk Petur Hammer at venda sær til NCC, sum gjørdi Vágatunnilin, at spyrja teir, um tað bar til at gera tunnilin niðri í dalinum í Hovi. Tá slepst undan øllum brekkunum og allari vegagerðini. Afturfyri verður tunnilin væl bíligari.
NCC sigur, at tey hava so góða útgerð, at tað er ongin trupullieki. Og verður so arbeiðið upp á tunnilin tengt saman við arbeiðnum at gera nýggja samferðsluhavnina, kunnu einar 15 milliónir sparast við at taka grótið til samferðsluhavnina úr Tunlinum, heldur enn at keypa tað úr einum grótbroti.
Hetta eru tey viðurskiftini, sum vinnunevndin hevur viðgjørt. Og tað hevur tikið sína tíð, tí vinnuenvndin hevur viðgjørt málið á 13 fundum og tað hoyrir avgjørt til undantøkini, at mál fáa so drúgva viðgerð.
Samstundis hevur nevndin havt fund við øll hugsandi fólk, ið hava eina meting um málið, eitt nú landsverkfrøðingin, NCC, fylgibólkin ið fylgir við arbeiðnum at gera samferðsluhavnina, jarðfrøðisavnið, landsstýrismannin í vinnumálum og onnur við.
Óforsvarligt
Meirlutin hjá vinnunevndini, sum er Henrik Old, formaður úr javnaðarflokkin um, Heini O. Heinesen og Olaf í Garði Joensen úr tjóðveldisflokki, Alfred Olsen og Kaj Leo Johannesen úr sambandsflokkinum, og Gerhard Lognberg úr javnaðarflokkinum, at tað er óforsvarligt ikki at knýta verkætlanina at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, og verkætlanina um tunnil millum Øravík og Hov, saman í eina verkætlan.
? Verður grótið til samferðsluhavnina tikið frá tunlinum, heldur enn at keypa tað frá einum grótbroti, kunnu umleið 15 mió kr. verða spardar.
? Harumframt kann nógv verða spart í koyring í sambandi við tunnilsverkætlanina, um grótið verður koyrt beinleiðis frá tunlinum til samferðsluhavnina, heldur enn at skula koyra tað frá tunlinum til goymslu.
Umboð fyri NCC hava enn einaferð váttað fyri vinnunevndini, at tey kunnu gera tunnilin ímillum Øravík og Hov við eini linjuføring, ið fólk á staðnum verða nøgd við, við tað at hon liggur munandi lægri í landslagnum enn tann, ið landsverkfrøðingurin hevur skotið upp. Og øravíkarmegin kemur tunnilin út nógv nærri ætlaðu samferðsluhavnini á Trongisvágsfirði.
? Harafturat er greitt, at tá ið vegagerðin er tald uppí, verður hesin tunnilin einar 30 milliónir bíligari enn tunnilin, ið landsverkfrøðingurin hevur skotið upp at gera.
Og tá ið 15 milliónir kunnu sparast upp á grótið, kunnu sostatt einar 45 milliónir sparast við at knýta hesar báðar verkætlanir saman.
? NCC sigur at tað kann byrja arbeiðið upp á tunnilin uttan stórvegis forkanningar. Og vil landið ikki átaka sær vandan fyri, at arbeiðið verður dýrari enn væntað orsakað av væntandi forkanningum,
kann arbeiðið gerast fyri fastan prís,.
? Hetta merkir so sjálvsagt eisini, at landið ikki fær fyrimunin, um arbeiðið verður bíligari enn væntað.
Men nevndin leggur dent á, at hetta skal á ongan hátt skiljast soleiðis, at arbeiðið ikki kann verða boðið út.
? Verður farið undir arbeiðið alt fyri eitt, kann tunnilin vera komin ígjøgnum og vera fult tryggjaður áðrenn næsta summar.
Men møguleiki er so eisini ikki at tunnilin heilt lidnan men at bíða við at alfaltera og at seta ljós og trygdarútgerð upp, til játtan fyriliggur til hetta. Hervið kunnu á leið 20 mió kr. sparast fyribils.
Kanska eitt sindur seinkað
Vinnunevndin hevur eisini tosað um, hvussu ein slík, stór verkætlan kann fíggjast. Og ein møguleiki er at arbeiðið verður gjørt yvir eitt stutt tiðarskeið, men at fíggingin verður strekt yvir longri tíð.
? Við hesum upplýsingum kann vinnunevndin ikki góðtaka, at grótið til samferðsluhavnina verður tikið úr einum grótbroti.
Og so heldur nevndin, at tað hevur ikki avgerandi týdning, at samferðsluhavnin verður liðug samstundis sun nýggja suðuroyarskipið er liðugt, men verður nakrar mánaðir seinkað.
Men fyri at tryggjað, at farið verður rætt fram, mælir meirlutin í vinnunevndini til, at verklagslógin um samferðsluhavnina í Trongisvági verður broytt soleiðis at tað beinleiðis kemur at standa í henni, at ?Grótið til samferðsluhavnina verður tikið úr tunlinum Øravík - Hov".
Ein minniluti í nevndini, sum er Heðin Zachariasen úr fólkaflokkinum, tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið uttan broytingar.