Dagurin verður hildin við einum mannarættindafestivali 4. oktobur. Amnesty Føroyar skrivar, at dagurin endar við einum føðingardagshaldi, fyri at fagna limunum og at felagsskapurin hevur veirð virkin í Føroyum í 60 ár. Á skránni er:
- tónleikur: Jazzy Gold og Kári Sverrisson
- røður: Annika Sølvará, fyrrverandi forkvinna í Amnesty Føroyum, og Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International
- framførsla: Vavað framførur røðuna "Ein krígspolitikk verður friðarpoetikk" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger
- sofaprát, Sigri Gaini og Jasmin Mote: haturstala, niðrandi tala og samfelagsligar og persónligar avleiðingar
Elisa Vang leiður kvøldi trygt og skemtiliga. Tá ið skráin er liðug diskar DJ Lisan Al-Gaib.
Les alla skránna fyri mannarættindafestivalin her:
https://www.facebook.com/share/17LbmWB6xi/












