seinastu mongu árini, at hann fer ikki at halda fram í felagnum. Aleksandar Djordjevic segði, at tað er best fyri KÍ kvinnurnar, at tær finna nýggjan venjara, og at tað er best fyri hann at finna eitt nýtt felag [...] er tað greitt, at Aleksandar Djordjevic verður ikki arbeiðsleysur. Á heimasíðu síni skrivar Argja Bóltfelag, at felagið hevur skrivað tvey ára sáttmála við Aleksandar Djordjevic. Umframt at venja 1. deild [...] deild kvinnur fer hann eisini at taka sær av gentum 14-17 ár, sigur Erling Ellendersen, sum er formaðurí AB. Endaliga støðutalvan fyri 2014 sigur, at talan er um stóra avbjóðing hjá meistaravenjaranum. AB
standa á berum í málinum, og at enn er einki funnið, sum við vissu kann sigast at stava frá flogfarinum. Myndugleikarnir ásannaðu á tíðindafundinum, at tað er ikki óhugsandi, at flogfarið var rænt. Í hesum [...] Hamidi, at eftirlitinum í floghavnini í Kuala Lumpur. -Teir báðir ferðamenninir, sum høvdu falskt pass, vóru asiatar, og tað má sigast at vera løgið, at eftirlitsfólkini ikki góvu sær far um, at ein e [...] dugir eingin at siga, hvat hendi tí malaysiska ferðamannaflogfarinum, sum hvarv brádliga fríggjakvøldið yvir Suðurkinesiska Havinum. Malaysisku myndugleikarnir váttaðu á tíðindafundi í morgun, at teir standa
mótpartinum er, at stórhvalaveiðin kann ikki longur metast at vera avgerandi neyðug, fyri at eitt upprunafólk kann lívbjarga sær. Men landsstýrið í Nuuk stendur við sítt og hevur nú gjørt av at áseta stórh [...] hevur Grønland valt at ganga egnar leiðir og ímóti Altjóða Hvalaveiðinevndini, IWC, við at áseta egnar kvotur fyri stórhvalaveiði í ár. Í fjør sýtti Altjóða Hvalaveiðinevndin fyri at ganga einum grønlendskum [...] Grønlendingar bóðu um, at kvotan vaks úr 211 í 221 hvalir, men við atkvøðubýtinum 34-25 feldu limalondini í IWC uppskotið. Grønlendingar hava seinni roynt at fáa samtykki fyri at økja kvotuna, men til fánýtis
Klaksvík hava fingið borna á dyrnar eina áheitan um at gera tað sama sum hýruvognsførararnir í Auto og Bil í Tórshavn, nevniliga at gevast við at fara í Rúsuna at keypa brennivín fyri fólk. Tað eru avvarðandi [...] Auto og Bil í Tórshavn, við ikki at keypa brennivín fyri fólk. Ein viðmerkjari á heimasíðuni hjá Norðlýsinum leggur aftrat, at hýrivognsførararnir eisini áttu at givast við at selt rúsdrekka úr bilunum fyri [...] tóku hýrivognsførararnir í Havn felags avgerð um, at teir ikki longur fóru í Rúsuna at keypa fyri onnur. Nú vilja fólk hava hýruvognsførararnar í Klaksvík at gera tað sama, skrivar Norðlýsið. Hýruvognsførarar
Póllands at tosa við myndugleikarnar har, sum ætla at byggja eitt kjarnorkuverk úti við Eystrasalt og kanska bara 100 kilometrar frá Bornholm. Á fundinum fingu teir polsku myndugleikarnir at vita, at danir [...] tey ikki, at póllendingar fara at lurta eftir tí danska mótmælinum. Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Bornholm, og nú bera fólk har ótta fyri, at eitt kjarnorkuverk so stutt frá oynni fer at fáa ferðafólk [...] á Bornholm (myndin). Einki kjarnorkuverk er í Póllandi, men myndugleikarnir hava gjørt av at byggja eitt fyri at skerja landsins CO2-útlát.
í Troms í Noregi, Trine Lise Liland, sigur, at skúlin er noyddur at seta næmingum forboð fyri at hava agurk til viðskera í matpakkanum. - Trupulleikin er, at næmingarnir líma agurku-skivur upp á veggir [...] av nýggjum. Trine Lise Liland sigur, at hóast tey hava ávarað næmingar móti at líma við agurkuskivum, eru skivur at síggja um tað heila. Hon heldur kortini ikki, at hetta er ætlað sum beinleiðis - og óndsinnað [...] fyrst er tornað. Hon sigur, at hetta er ein velduga stórur trupulleiki á skúlanum. - Agurkuskivurnar seta seg rimmar fastar á veggin, tá tær eru tornaðar. Neyðugt er simpulthen at skrava tær burtur aftur og
kunnaði meg um, at stýrið hevði mist álitið á stjóranum og at hann fór frá við eini fráfaringaravtalu, men eg fekk einki at vita um, hvat innihaldið í fráfaringaravtaluni var. Hann segði eisini, at stýrið fór [...] fór at almannakunngera hetta dagin eftir, mikudagin, sigur Johan Dahl. Hann sigur víðari, at hann ikki spurdi um innihaldið í avtaluni. Men hví gjørdi tú ikki tað? Um tú hevði fingið tað at vita, hvat hevði [...] Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, eftir at Ingeborg Vinther segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at Johan Dahl var kunnaður um fráfaringaravtaluna við frákoyrda ALS stjóran, Ernst Jacobsen. Alfred
Løgtingið um at at tryggja, at øll manning á føroyskum fiskiskipum verður lønt eftir sáttmálum millum íreiðarar og føroysku manningarfeløgini. Les eisini: Vilja hava hann at skifta meining Tey hald, at tað besta [...] besta er, at tað verður sett sum treyt í fiskiloyvinum. Sostatt halda manningarfeløgini, at fiskiloyvi tað skal vera ein púra greið treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at skipið bara er mannað við fólki, ið eru [...] ímillum reiðarar og manningarfeløgini. Í øðrum lagi vilja manningarfeløgini hava, at tað skal standa í sjálvari fiskivinnulógini, at øll skip, ið fiska av føroyskum loyvum undir Føroyum og aðra staðni, skulu
uttanríkisráðið sigur nú, at vandin fyri yvirgangi í Egyptalandi er vaksin. Almennar keldur í London siga við blaðið The Telegraph, at tað er veksandi vandi fyri, at al-Qaeda fer at søkja at egyptiskum frítíðarstøðum [...] løgreglan fimm menn tætt við markið til Gaza-geiran, og hetta hevur elvt til illgruna um, at yvirgangsmenn ætla at søkja at tí væl umtókta frítíðarstaðnum Sharm el-Sheikh um jóltíðir, skrivar blaðið. Sum skilst [...] til at leypa á og burturflyta vesturlendingar allastaðni í heiminum. Uttanríkisráðið í London sigur, at tey kendu frítíðarstøðini í Egyptalandi eru yvirhøvur trygg, men ráðið ávarar fólk ímóti at ferðast
Í býráðnum fari eg at arbeiða fyri, at fáa langtíðar ætlanir fyri bæði rakstrarúteiðslur og íløgur, soleiðis at borgarin fær at vita nær ið býráðið fer ígongd við hesu ymisku verkætlanir. Hetta gevur meira [...] eru bara fyribilsloysnir, í staðin fyri at gera hetta endaligt. Hetta ger, at peningur verður brúktur óneyðugt, tí endaligar loysnir skulu gerast. Hetta ger, at arbeiðið verður gjørt dupult, og møguliga [...] annað er, at allar eyka inntøkur sum kommunan ikki hevði lagt í fíggjarætlan, eru brúktar, uttan at vit borgarar fáa nakað munagott fyri hesar eyka krónur. Hví eru hesar inntøkur ikki brúktar at niðurgjalda