Keypið ikki brennivín fyri fólk

Fyri nøkrum mánaðum síðan tóku hýrivognsførararnir í Havn felags avgerð um, at teir ikki longur fóru í Rúsuna at keypa fyri onnur.

Nú vilja fólk hava hýruvognsførararnar í Klaksvík at gera tað sama, skrivar Norðlýsið.

Hýruvognsførarar í Klaksvík hava fingið borna á dyrnar eina áheitan um at gera tað sama sum hýruvognsførararnir í Auto og Bil í Tórshavn, nevniliga at gevast við at fara í Rúsuna at keypa brennivín fyri fólk.

Tað eru avvarðandi hjá alkoholikarum, sum eru komin við áheitanini.

- Hugsið um okkum avvarðandi av einum alkoholikara, nú jólini stunda til, og byrjið tað nýggja árið á sama hátt sum hýruvognsførararnir í Auto og Bil í Tórshavn, við ikki at keypa brennivín fyri fólk.

Ein viðmerkjari á heimasíðuni hjá Norðlýsinum leggur aftrat, at hýrivognsførararnir eisini áttu at givast við at selt rúsdrekka úr bilunum fyri okursprís.