Danska stjórnin og kommunan á Bornholm sendu í síðstu viku umboð til Póllands at tosa við myndugleikarnar har, sum ætla at byggja eitt kjarnorkuverk úti við Eystrasalt og kanska bara 100 kilometrar frá Bornholm.
Á fundinum fingu teir polsku myndugleikarnir at vita, at danir eru ímóti ætlanini, men í umhvørvismálaráðnum í Keypmannahavn vænta tey ikki, at póllendingar fara at lurta eftir tí danska mótmælinum.
Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Bornholm, og nú bera fólk har ótta fyri, at eitt kjarnorkuverk so stutt frá oynni fer at fáa ferðafólk at setast aftur.
Sambært danska kringvarpinum hava póllendingar ikki tikið endaliga støðu til, hvar tað nýggja kjarnorkuverkið verður. Polska stjórnin hevuer nevnt býin Zarnowiec, sum er 180 kilometrar frá Nexø á Bornholm (myndin).
Einki kjarnorkuverk er í Póllandi, men myndugleikarnir hava gjørt av at byggja eitt fyri at skerja landsins CO2-útlát.